tøðu um at “spoilarar” á OY-CRG ikki vóru virknir í vanlukkueygablikkinum. Fjølmiðlarnir spyrja aftur, um hetta hevur nakað við væntandi trygd at gera, men fáa at vita enn einaferð frá SLV, at Atlantsflog [...] sáttmálan, er tað spell at kunna vísa á at ein av orsøkunum var, at føroysku fjølmiðlarnir ikki skiltu tann greiða boðskapin frá SLV, nevniliga at Atlantsflog er eitt flogfelag, sum hevur øll viðurskifti í [...] ein vanlukka. Longu í 2012 vænta tey mest svartskygdu, at ein stór vanlukka fer at henda einaferð um vikuna. Ikki tí at trygdin versnar, men tí at talið av flogferðum verður størri. Áðrenn Wright brøðurnir
Ronald Reagan. Í umsóknini sigur Alito, at hann er svorðin republikanari, og at hann so at siga er uppvaksin við republikansku hugsjónini. Harumframt metir hann ikki, at fosturtøka er ein rættur, ið er tryggjaður [...] sína støðu til kennar, at teir fara at atkvøða fyri Alito, tá málið kemur fyri í Senatinum. Tey Hvítu Húsini royna av øllum alvi at marknaðarføra Alito sum ein hóvligan dómara fyri at dempa mótstøðuna frá [...] roynt at drigið í land, eftir at skjølini við hansara umsókn frá 1985 vórðu almannakunngjørd. Hann hevur sjálvur yvirfyri fleiri senatorum víst á, at munur er á einari umsókn til eitt starv og tí at vera
liðugur, gjørdi eg av at sova her í gøtuni. Men so fór eg at hugsa, hvat fólk mundu fara at halda, tá ið tey sóu ein so stóran og merkiligan bil at standa her. Kanska tey fóru at halda, at hetta var ein te [...] Hesin dugdi so væl at siga frá, at hann hevði riggað væl á einum sjónleikarapalli. Leyardagin 18. mars løgdu vit at í Hanstholm, og eg fór at koyra, Eg steðgaði við eina Statoilstøð fyri at líma eitt skáp [...] vøkstur á hesum fyri mær ókendu víddum. Men eg veit, at tá ið eg fari at stevna norður yvir aftur, so fer meiri vøkstur at verða at síggja, og eg kendi, at tað gjørdist alt meiri lýtt. Í tvær nætur svav eg
at eginpeningurin var í stórari minking, men hví tað so var eina kalda leygarnátt í sjálvum jólamánaðinum at botnurin kom undan, fer væl seint at vera greitt. Kann hugsast at onkur at verandi partaeigarum [...] ikki eftir, at fáa tey ferðandi at kenna seg væl umborð – óansæð um tað bert vóru 18 ferðafólk við ella flogfarið var fullsett. Á skrivstovuni á flogvøllinum hava øll gjørt sítt til, at fáa tað at bera til [...] yvirhøvur at fara avstað úr Keypmannahavn. Í flogblaðnum umborð á FaroeJet kundi stjórin boða frá, at nú gekk tað rættan veg við felagnum. Hann kundi enntá almannakunngera, at ein miðaði eftir at útvega sær
ein persón at stýra øllum samveldinum. Teir velja ímillum tvær stórar samgongur. Við at hyggja at, hvør stuðlar hvørjum av forsetaevnunum ber til at síggja, hvussu politikkurin hjá teimum fer at vera, og [...] tap. So tað var at væntað, um yngri Bush eisini tapti eftir at vera komin at standa fastur í mesopotanska sandinum og eftir at hava mist fleiri enn 1.000 herfólk. Men munurin tykist vera, at amerikanarar [...] debattin vísti, at forsetin dugir at knýta seg til sínar mest týðandi stuðlar og at vera tann greiði og einfaldi (hóast mismaltur). Kerry roynit at greiða frá støðu síni, men hon oftani at vera skiftandi
merkir ikki, at samgongan er eitt ross, men at hon ikki kemur úr stað við einum máli . ?"Samgongan melur sum hundur um heitan greyt" merkir ikki, at samgongan er ein hundur, men at hon ikki torir at taka støðu [...] sigur, at onnur valevni flentu at tínari myndatalu, men eg haldi, at júst tá er ongantíð meira neyðugt at vera á varðhaldi. Tú helt meg ivaleyst vera sera smásáran, men eg kann ikki góðtaka, at nakar setur [...] slíkt. Eg plagi vanliga at siga, at bestu fortreytir fyri at kunnu sláa ígjøgnum í politiskum orðastríði hava fólk, sum kenna til Bíbliuna og kvæðini. Tí var tað ikki av tilvild, at Johan Nielsen var ein
millum høvdu tí allar møguleikar fyri at ganga væl og skjótt. Tað var ein spurningur um vilja frá báðum síðum at fáa skipanina at virka. Men her upplivdu vit tað ótrúliga at danska stjórnin ? umboðandi eitt [...] tann, at vit klára okkum ikki uttan danskan stuðul. Tá vit hava víst, at vit klára okkum uttan hendan pening, skuldi gøtan ligið heilt greið at sett fullveldi á stovn. Til ta tíð er eisini rætt at taka [...] stjórnarmálið í Føroyum. Men flokkurin átti at vita, at eitt fólk, sum ikki hevur vunnið síni endaligu sjálvsavgerðarrættindi, ongatíð fer at gevast við at stríðast fyri sínum frælsi. Friður verður tí ikki um
óloystum stríðsmálum. Tí skal eg aftur vóna, at vit nú hava lagt hetta afturum okkum og fara at tosa um at menna fólkaskúlan. At vit gevast at seta kikaran á tað, sum ikki hevur verið. Men á tað sum skal [...] tann heiður, at røða á aðalfundi Føroya Lærarafelags. Tað fegnist eg um og takki fyri. Ja, satt at siga, so kann eg ikki ímynda mær nakað forum, har tað kann vera týdningarmeiri at sleppa at siga sína hugsan [...] binda pløgg og royna at fáa tey at sita. Arbeiðstíðaruppskotið ? ábyrgd og liðiligheit Og tað fær meg at nema aftur við tað stóra málið, sum tit í løtuni verða hoyrd um: Uppskotið um at skipa arbeiðstíðina
um, at danskir myndugleikar kunnu ikki seta til viks føroyskar myndugleikar á økjum, har heimastýrið hevur yvirtikið. Tað, sum nú hendir, er, at danir siga, at hetta er ikki rætt. Sagt verður nú, at føroyingar [...] samd um, at tað hevur rætt at hava. Men jura og politikkur fylgjast ikki altíð at leggur advokaturin aftrat. Fólkaatkvøða Hvat viðvíkur spurninginum um fólkaatkvøðu sigur Anfinn V. Hansen, at ein slík [...] sligið fast, at Heimastýrislógin hevur heldur einki serligt tilverugrundarlag meira, enn at vera ein vanlig lóg. Heimastýrislógin Anfinn Hansen sigur, at tað kundi verið áhugavert nú at fingið framprovokerað
uppskotið um ein fiskidagamarknað at gera. ?At Bjarni Olsen samstundis við at vera formaður í Búskaparráðnum er stjóri í Føroya Sparikassa hevur slett einki við uppskotið at gera. ?At limirnir í Búskaparráðnum [...] gólvuppboðssølu er tað. Lætt at koma inn og út Tað seinna høvuðspunktið er, at tað skal vera lætt at sleppa inn í fiskivinnuna. Á henda hátt fáa øll áhugaði ein møguleika at royna seg í fiskivinnuni, og [...] so fer at bera til at keypa sær fiskirættindi fyri kanska nakrar fáar túsund krónur, so øll hava ein møguleika. Men summi vilja vera við, at vágin verður størri, tí tú ikki veitst um tú fer at hava nøkur