Leon Smith
?????
Nakrar vikur eru farnar síðani vanlukkuna á Stord. Eg vil bera mína djúpastu samkenslu til øll tykkum sum hava mist.
Hóast ein bara hevur hug til at skúgva syrgiligu hendingina til viks, og koma sær víðari í lívinum, eru viðurskifti rundanum ólukkuna, sum ikki skulu sleppa at standa óátalaði.
Spurnartekin um flogtrygdina verða sett
Upp í saman hava fjølmiðlar okkara, við flogvitunum uppi í Sortudíki á odda, sett spurnartekin við flogtrygdina hjá Atlantsflog. Bert fyri at tríva í nøkur dømi:
Ivi verður sáddur um trygdina fyrstu ferð, tá Atlantsflog varð kært til SLV fyri at brúka ein pensioneraðan Hans Hansen sum flogskipara á einum ferðafólkaflogfari. Hóast at ákæran staðiliga varð afturvíst av stjóra, og at enda eisini av SLV.
Ivi varð aftur sáddur um trygdina, tá eitt flogfar hjá Atlantsflog trygdarlendi vegna tekniskar trupulleikar, tvær reisur innan fyri 4 dagar, í Bergen. Í fjølmiðlum okkara vóru trygdarlendingarnar skýrdar at vera neyðlendingar. Spurningurin um væntandi trygd verður reistur. Ein neyðlending er ein álvarssom hending, har ein flogskipari einki annað val hevur enn at royna at lenda sum skjótast, hvar tað skal vera. Í mun til eina trygdarlending, har flogskiparin hevur góða tíð til at fyriskipa neyðug fyrilit. Aftur hesa fer váttar SLV, at Atlantsflog lýkur øll krøv.
OY-CRG fer útav breytini á Stord, og norsku fjølmiðlarnir tríva í kóri. Neyðlendingar í Bergen (tíðindi borin út í heim av okkara fjølmiðlum), verða tengdar saman við vanlukkuna á Stord, og í luftini hongur pástandurin um vánaliga trygd. Ónevndar keldur sleppa framat í tabloid-blaðnum “Verdens Gang”, at greiða frá ræðuligum hendingum í flogførum hjá Atlantsflog. Alt sum verður sagt um Atlantsflog í Noregi, verður kritikkleyst referera orðarætt í heimligu pressu okkara. Hóast SLV, Aker-Kværner og enntá álitisfólk sum flúgva dagliga við Atlantsflog, ikki hava nakað sum helst at finnast at, verða øll hesi tíðindi ókritiskt borin inn í okkara heim. Enntá landstýrismaðurin í vinnumálum sigur at trygdin hjá Atlantsflog er góð, og betri enn hjá so nógvum øðrum flogfeløgum. (Hvussu hann veit tað er forrestin ein góður spurningur.)
Skaðanevndin kemur við eini fyribilsniðurstøðu um at “spoilarar” á OY-CRG ikki vóru virknir í vanlukkueygablikkinum. Fjølmiðlarnir spyrja aftur, um hetta hevur nakað við væntandi trygd at gera, men fáa at vita enn einaferð frá SLV, at Atlantsflog lýkur øll krøv. Og tá skaðanevndin er komin við eini endaligari niðurstøðu, verður drigið samanum, soleiðis at ein líknandi vanlukka ikki skal henda aftur.
Norskir fjølmiðlar fáa onkursvegna at vita frá SLV, at SLV í juni misti álitið á Hans Hansen, og tískil vildu hava hann frá sum flogovasta. Aftur tengja norsku fjølmiðlarnir og fjølmiðlar okkara hetta saman við væntandi trygd. SLV endurtekur enn einaferð at trygdin er í lagi hjá Atlantsflog. Og at hetta starvsfólkamálið og vanlukkan á Stord einki hava við hvørt annað at gera.
Skal spurningur so setast við førleikan hjá SLV?
Hvussu ofta hava føroysku fjølmiðlarnir, við Útvarpinum á odda, fingið at vita frá SLV, at trygdin er í lagi hjá Atlantsflog? Atlantsflog ger sum SLV, teirra sýnsmyndugleiki, gevur teimum boð um. Eisini tá tað verður sett spurnartekin við ikon okkara innan føroyska flogvinnu síðstu 18 árini, sjálvan Hans Hansen, hvørs lutur í menningini av føroysku flogvinnuni ongantíð skal gloymast. Uttan at drála og uttan at ivast, vóru ásetingarnar hjá SLV settar í verk.
Hvussu oftani afturat ætla tit at spyrja Magna um trygdina hjá Atlantsflog? Sýnsmyndugleikin er mín garantur í so máta, og ikki føroysku fjølmiðlarnir ella Magni Arge. Og SLV hevur uppí saman sagt okkum, at Atlantsflog lýkur allar treytir fyri at reka flogvinnu. Um fjølmiðlar okkara ikki taka tað svarið fyri givið, tá má avleiðingin vera at teir seta spurnartekin við SLV sum stovn, og lata Magna, Johan og ikki minst Hans Hansen fáa frið eina løtu.
Løgið journalistisk sjálvrós
Í 62N varð drigið samanum, og eitt journalistiskt flogvit rósti føroysku fjølmiðlunum, og ikki minst teimum norsku, fyri eitt gott journalistiskt arbeiði, hvat viðvíkur Atlantsflog og vanlukkuni á Stord.
Eg standi bara spyrjandi, tí í vikuni aftaná Stord vóru í Noregi 2 trygdarlendingar og ein neyðlending hjá ávikavist SAS, SAS Braathens og Norsk Helikopter. Tíðindini vóru siðiligani borin fram í norsku fjølmiðlunum. Men eg leitaði til fánýtist eftir greinum, har tað var settur spurningur við trygdina hjá SAS, SAS Braathens ella Norsk Helikopter í norsku fjølmiðlunum. Í vár vóru tíðindi frammi um, at sjálvur tekniski stjorin hjá SAS hevði fingið eina missálitisváttan frá SLV. Í tí sambandi finnast ongar greinar ella tíðindastubbar um generelt væntandi trygd hjá SAS, sum koma nærnámind tí, tey føroysku flogvitini klára at vinda burturúr sær.
Kann tað vera tí at norskur journalistiskur etikkur bert er galdandi, tá norskir fjølmiðlar skulu umtala norsk viðurskifti?
Helst er tað so, at tað er lættari hjá norskum journalistum at seta spurnartekin við eitt útlendskt flogfelag, enn eitt norskt flogfelag.
Her í Føroyum hava vit, at síggja til, enn okkara nationalu undirlutakenslur at berjast við, tí her sýnist tað nógv lættari at seta spurnartekin við eitt føroyskt flogfelag enn eitt útlendskt flogfelag.
Lutfallsliga nógvar flogvanlukkur hava verið í Føroyum, og ongantíð minnist eg at fjølmiðlarnir í eftirtíð hava sett spurnartekin við trygdina hjá t.d. Maersk Air, Icelandair ella Donsku Flogverjuni.
Framtíðin hjá Atlantsflog í Noregi
Eitt er at vanlukkan á Stord hevur loypt hvøkk á fólk, men neiliga umtalan av Atlantsflog hevur, umframt at summir norðmenn aftra seg við at seta seg í eitt ”billigfly” frá Atlantsflog, eisini fingið álvarsligar avleiðingar fyri Sørstokken flogvøllin. Flugvingin hjá Atlantsflog er flutt til Haugesund, og flogvøllurin á Sørstokken hevur mist helvtina av inntøkum teirra.
Hvussu samstarvið millum Aker-Kværner og Atlantsflog fer at síggja út í framtíðini er ilt at siga, men útlitini fyri framhaldandi samstarvi eru sjálvsagt ikki so góð sum frammanundan vanlukkuna.
Um so er, at Atlantsflog missur sáttmálan, er tað spell at kunna vísa á at ein av orsøkunum var, at føroysku fjølmiðlarnir ikki skiltu tann greiða boðskapin frá SLV, nevniliga at Atlantsflog er eitt flogfelag, sum hevur øll viðurskifti í lagi, og ikki stendur aftanfyri nakað flogfelag í tí danska kongaríkinum.
Við áhaldandi spurningum um væntandi trygd hjá Atlantsflog, væl vitandi um, at trygdin allatíðina hevur verið ílagi, hava føroysku fjølmiðlarnir sett umdømi hjá Atlantsflog í vága.
Tit hava eisini loypt óneyðugan fjáltur á øll okkum sum brúka Atlantsflog, uttan at nakrar sakligar grundir hava verið til tess. Revolvarajournalistikkur er viðhvørt uppá sítt pláss, men ikki tá ein viðgerð álvarsmál sum t.d. flogtrygd.
Journalistar okkara skulu vera glaðir fyri, at ein altjóða eftirlitsmyndugleiki ikki andar teir í nakkan alla tíðina. Himmalin viti hvussu nógvir høvdu verið hirdir til hús vegna væntandi pappírir. Tit hava eitt lógarbundið frælsi til at skræða tykkum um hvat sum helst, seta viðkomandi ella óviðkomandi spurningar, hanga persónar út um tit vilja tað, bera faktuelt skeiv tíðindi enntá, bara tit rætta ella siga orsaka innan fyri rímiliga tíð. Frælsi og ábyrgd plaga at fylgjast, so fari tit inn í tykkum sjálvi, og finni út av, hvørjar ábyrgdir tit hava í mun til Føroya Fólk, Atlantsflog og ikki minnst tykkara fak. Tað hevði verið okkum øllum at sóma.
Flogtrygd, hvat er tað?
Meðan okkara fjølmiðlar royna at finna útav hvat munurin er á flaps, bremsum og spoilarum, neyðlendingum og trygdarlendingum, informatiónsljósum kontra ávaringarljósum, tekniskari trygd og operativari trygd hjá Atlantsflog, um BAE-146 er ein góður flugvari ella ikki, virkar flogvinnan víðari um allan heim. Og av og á hendir ein vanlukka. Longu í 2012 vænta tey mest svartskygdu, at ein stór vanlukka fer at henda einaferð um vikuna. Ikki tí at trygdin versnar, men tí at talið av flogferðum verður størri.
Áðrenn Wright brøðurnir fóru á flog á fyrsta sinni, var sannlíki fyri, at ein ætlað flogferð gekk eftir vild, akkurát 0%. Sum árini hava gingið, eru dygdin á flogførum og flogskiparum vorðin betri, hvørt óhapp hevur lært okkum okkurt nýtt, og sannlíki fyri at ein flogferð gongur væl er støðugt hækkað, soleiðis at í dag aftra bert fá seg við at fara í eitt flogfar.
Men hugtakið 100 % (les eitthundrað procent) flogtrygd soleiðis sum føroysku fjølmiðlarnir ynskja tað at vera, finnst tíverri ikki. Tí sannlíki fyri at alt gongur væl, sambært hagtølunum, á eini ætlaðari flogferð er 99.999911 %. Næstan 100%, men ikki 100%. Tvs. at tað gamla orðafelli ”Einum óhappi kann ein ongantíð vara seg fyri” enn er galdandi, hóast vit øll ynskja tað øðrvísi.
Men aftaná vanlukkuna á Sørstokken verður flogtrygdin eitt vet betri, tí nú arbeiða Atlantsflog, SLV, skaðanevnd og flogverksmiðjan saman um at bera so í bandi, at akkurát hetta slagið av vanlukku í heimshøpi ongantíð aftur fer at henda. Hetta verður helst tað einasta positiva, sum fæst burtur úr syrgiligu vanlukkuni feigdardagin 10. okt 2006.
Og samlaða trygdin verður helst betri um fólkini, sum mynda føroysku flogvinnuna fáa eina virðiliga viðferð í fjølmiðlunum. Tí eingin veit hvørjar avleiðingar áhaldandi fjølmiðlatrýst hevur á eitt flogfelag, og tey starvsfólk ið har starva. Tey eru bara menniskju sum vit onnur...
Við etiskum og perspektiverandi fjølmiðlakvøðum










