FramtíÐarstøÐa Føroya
Jan Müller
Ein av teimum føroysku advokatunum, sum oftani luttekur í almenna politiska/løgfrøðiliga orðaskiftinum í Føroyum er Anfinn V. Hansen í Havn. Sosialurin hevur spurt, hvat hann heldur um støðuna, nú slit er íkomið í samráðingunum millum Føroyar og Danmark um framtíðar støðu Føroya.
Anfinn V. Hansen heldur ósemjuna snúgva seg um, antin føroyingar eru nakað serstakt ella vit bara eru ein partur av ríkinum, og har tað við eini vanligari fólkatingslóg hevur verið sagt, at vit hava nøkur vanlig rættindi.
? Gamla teoriin var, at føroyingar hava fingið útdelegerað nakað tað sama sum amtini í Danmark og at man líkasum livir av náði av fólkatinginum. Um fólkatingið í morgin meinar, at heimastýrið ikki skal vera galdandi longur, so tekur man tað bara av. Føroyingar nýtast tí als ikki at spyrjast eftir.
Anfinn V. Hansen vísir síðani til, hvussu gongdin hevur verið henda hesi 50-60 árini. ? Í 1948 varð staðfest, at tað er ein munur millum føroyingar og danir. At føroyingar hava fingið nøkur fólkarættslig rættindi, og at tað er komin ein siðvenja, sum í prinsippinum setur grundlógina til viks á nøkrum punktum.
Nógv teori hevur verið frammi um, at danskir myndugleikar kunnu ikki seta til viks føroyskar myndugleikar á økjum, har heimastýrið hevur yvirtikið. Tað, sum nú hendir, er, at danir siga, at hetta er ikki rætt. Sagt verður nú, at føroyingar eru ein partur av grundlógini, soleiðis sum hon er orðað. Tvs. at heimastýrið er ikki nevnt í grundlógini, og tað merkir, at man hevur eingi rættindi. Føroyingar hava tí í veruleikanum ikki fleiri rættindi enn einhvør kommuna í Danmark vísir Anfinn V. Hansen á og leggur aftrat, at hetta er tað, sum forsætisráðharrin ikki vil ganga frá, og tað merkir so aftur, at vit her eru innan fyri vanligan statsrætt. Tað framgongur so eisini av grundlógini, at man kann tveita ein part av ríkinum út, um man ynskir tað.
? Hetta er tað, sum forsætisráðharrin vil tosa út frá, meðan landsstýrið metir, at føroyingar uppfylla treytirnar eftir vanligum fólkarætti til at vera sjálvstøðugt fólk og fáa tey rættindi, sum eitt serstakt fólk hevur til at kunna skipa síni egnu viðurskifti.
Anfinn V. Hansen sigur at hetta er sama tjakið sum verið hevur um t.d. Kosovo, har danir tó siga beint tað øvugta. Hann heldur eisini Turkaland vera eitt gott dømi um hetta sama. Turkaland viðurkennur ikki kurdar. Tað metir teir sum fjallaturkar og vil ikki geva teimum nøkur serstøk rættindi. Turkiska stjórnin sigur, at hetta er eitt innanhýsismál. Talan er um eitt samlað ríki og eina samlaða lóg, og tað er eingin, sum hevur nøkur serstøk rættindi til at kunna útrópa seg nakað.
Turkaland hevur fingið nógvar atfinningar móti hesi støðu síni mótvegis kurdunum frá Mannarættindafelagsskapum, Dan-mark og ES, sum vísa á, at kurdar lutvíst uppfylla treytirnar fyri at vera eitt fólk. Har eru danir hinumegin, men tá snýr seg um viðurskiftini viðvíkjandi Føroyum, so meta teir ikki, at tað sama er galdandi, og tað heldur føroyski advokaturin vera ein løgin støða.
Anfinn Hansen vísir annars á, at aktuella málið um viðurkenning av Føroyum sum tjóð er væl íkomið eftir orðaskiftið í sambandi við Føroyar og ST og Nato. -Tað er spurningurin um, hvønn koyriplan tú skal fylgja fyri at koma til eitt endaligt úrslit, hvør tað í veruleikanum er, sum situr yvir fyri hvørjum øðrum. Har hevur landsstýrið so valt eina kós, sum í hvørtfall juridiskt tey flestu eru samd um, at tað hevur rætt at hava. Men jura og politikkur fylgjast ikki altíð at leggur advokaturin aftrat.
Fólkaatkvøða
Hvat viðvíkur spurninginum um fólkaatkvøðu sigur Anfinn V. Hansen, at ein slík fer ikki at snúgva um, antin vit eru ein tjóð ella ikki. ? Ein kann í prinsippinum ikki hava eina fólkaatkvøðu uttan man er ein tjóð ella onkur meinar, at man er ein tjóð. Tað eru ymisk objektiv kriteriur, sum skulu til fyri at staðfesta, at talan er um eina tjóð, og tey kann ein ikki atkvøða um.
Ein atkvøðugreiðsla er heldur ikki bindandi uppá nakran máta vísir Anfinn Hansen á. ? Hon er eitt slag av eini útvíðkaðari opinionskanning. Við eini slíkari ber til at finna fram til, hvat viljin er í Føroyum. Um føroyingar t.d. ganga inn fyri at útviska munin, sum er millum ein føroying og ein dana ella um teir vilja hava staðfest, at tað er ein munur. Tvs. um fólkið heldur tað. Tað liggur sum so ikki nógv jura í hesum. Men um føroyingar, sum eru í Føroyum, ikki kenna seg sum føroyingar men heldur sum eitt slag av dønum, so kann man finna fram til, um tað er tað teir meina. Siga fólk ja til, at vit eru nakað serstakt, so hevur man eisini fingið eina útmelding um at vilja og sum man so kann brúka politiskt.
? Hvat heldur tú persónliga um ta vend, sum er íkomin eftir seinasta samráðingarfundin?
? Tá landsstýrið heilt frá byrjan segði, at tað vildi hava eina avtalu, og man tá skal fylgja teirri linjuni, so er hetta í prinsippinum tað rætta at gera. Tí alt hetta byrjaði jú við, at føroyingar vóru ónøgdir við, hvussu Heimastýrislógin virkaði. Tað var greið politisk semja um, at Heimastýrislógin mátti broytast uppá onkran máta, og tað mátti gerast greitt, at vit høvdu ein serligan status. Hetta gekk eisini Javnaðarflokkurin inn fyri. Fylgir man tí, sum nú verður sagt innan statsrætt, so verður í veruleikanum sligið fast, at Heimastýrislógin hevur heldur einki serligt tilverugrundarlag meira, enn at vera ein vanlig lóg.
Heimastýrislógin
Anfinn Hansen sigur, at tað kundi verið áhugavert nú at fingið framprovokerað eitt tjak um, hvussu hetta við Heimastýrislógini veruliga fyriheldur seg. ? Skulu vit velja millum av hava eitt hálvt ella eitt heilt sjálvstýri ella stendur valið millum at hava okkurt slag av sjálvstýri ella eru vit bara beinleiðis ein undirornaður partur undir tí danska ríkinum? Tað er væl eisini fyri at fáa hetta tjakið fram innanhýsis í Føroyum og ikki so nógv í Danmark, at landsstýrið hevur tikið hetta fram. Út frá signalunum, sum eru komin fram millum flokkarnar, hevur tað verið eitt sindur ógreitt, hvat í veruleikanum varð samráðst um. Í so máta er hetta skilagott, men tað er so ein politiskur spurningur.
Anfinn Hansen heldur fyri, at vit í veruleikanum hava parkerað samráðingarnar við danir um fullveldi og eru farin inn í eitt annað prinsipielt orðaskifti.
? Spyr man landsstýrið um alt hetta, verður svarið, at tað hevur gingið út frá tí, sum tað nú hevur biðið um at fáa váttað, nevniliga tað, sum danir hava tikið undir við alla tíðina. Tí er tað ein nýggj støða, tá danir ikki vilja taka undir við tí. Síðani 1948 hevur verið sagt, at Heimastýrislógin fastleggur nøkur rættindi, sum ikki kunnu takast aftur. Tí er hetta, sum nú er komið fram, ein nýggj støða. Eru Føroyar eitt amt við serligum rættindum?
Undirgrundina til láns!
Uppá fyrispurning um tað ikki fleiri dømi um, at føroyingar hava yvirtikið mál og sum ikki kunnu takast aftur av dønum, eitt nú yvirtøkan av undirgrundini ella ráevnunum sigur advokaturin: ? Spurningurin er, um vit hava yvirtikið undirgrundina ella um vit bert eru sloppin at spæla við hana ? hava vit bara fingið hana til láns?
? Hvat heldur tú?
? Um man lurtar eftir tí, sum Nyrup sigur, so ljóðar tað sum, at vit bara hava fingið alt til láns. Og hava teir hug at taka tað aftur, so gera teir tað.
Anfinn Hansen sigur víðari, at hevur danska stjórnin givið okkum undirgrundina so nógv, at teir ongantíð aftur kunnu ráða yvir henni aftur, so hevur hon harvið eisini tilsíðusett sjálva grundlógina. Spurningurin er so, um undirgrundin veruliga er givin so nógv, at hon ikki kann takast aftur! Tað er tað, sum vit mugu fáa staðfest.
? Vit hava fingið lyfti um ymiskt síðani 1948, har tingini líkasum skulu passa seg sjálvi, og so leingi tey kunnu tað, hava vit tey. Men um tey í veruleikanum kunnu ferðast aftur til Danmarkar er nakað, sum vit ongantíð hava fingið avprøvað. Tað er væl tað, sum landsstýrið hevur biðið Nyrup um at vátta og sum hann ikki kann vátta. Tí tá lovar hann ov nógv.
Anfinn Hansen vísir á, at fyrrv. forsætisráðharrin, Schluter úttalaði seg á sinni um, at føroyingar skuldu hava undirgrundina og behalda hana. Spurningurin tá er, hvussu nógv hann hevur bundið seg við tí avgerðini! ? Nýggi forsætisráðharrin Nyrup vil ikki úttala seg um slíkt. Tá er spurningurin, um hann við hesum tekur orðini hjá hinum aftur ella hevur eina aðra meining! Íkemur ein ósemja, so kanst tú ikki fáa ein dómstól at avgera hana. Tá eru tað í prinsippinum bara kanónir, sum kunnu avgera tað.
Sunt orðaskifti
? Hvat vantar tú fer at henda í kjalarvørrinum á seinasta fundinum í Keypmannahavn: eitt eljustríð ella eitt sunt orðaskifti?
? Eg rokni við, at vit fáa eitt sunt orðaskifti um nakað, sum vit hava tosað ov lítið um, og har føroyingar mugu finna út av sjálvir, hvat teir halda. Vit mugu fáa vent orðaskiftinum frá at verða alt ella einki til at verða, hvat vit hava og hvat vit ynskja at fáa í staðin fyri.