"Eg atkvøddi faktiskt fyri teimum $87 milliardum, áðrenn eg atkvøddi ímóti... hatta er eitt fløkt mál." Hesi orðini hjá John Kerry tykjast nærum fara at kosta honum valið í heyst.
Kerry royndi at greiða frá, hví hann atkvøddi ímóti eini játtan til amerikanska stríðið í Iraq. Rætt er, at málið er fløkt, tí amerikanskir tingmenn atkvøða ikki bara fyri ella ímóti uppskotum frá fyrisitingini, alt eftir hvat flokkur teirra sigur. Sum senatorur var Kerry ikki nøgdur við allar ásetingar í hesi játtanarlóg og atkvøddi tí ímóti við síðstu viðgerð í tinginum.
Men, hvussu greiður tú túsundtals herfólki og milliónum av skyldfólki og kenningum hjá teimum frá, at tú atkvøddi ímóti at játta pengar til millum annað skottryggar vestar?
Føddur við silvurfóti í kjafti
George W. Bush er ikki tann mest upplagdi forsetin. Amerikanska samveldið hevur fostrað ótaldar vísindamenn, leiðarar og tingfólk. Tað skuldi ikki skorta uppá evni at staðið á odda fyri teimum øllum somlum. Hví vísa kanningar (fylg við á t.d. www.c-span.org), at meirilutin í umleið 30 statum aftur vil hava henda mannin til forseta? Henda mannin, sum tosar eingilskt nakað sum Lasse Klein kundi ørkymla við sínum málblómum, og sum virkar at hava arvað valdið, men ikki evnini, frá pápanum og abbanum?
Tað er ikki sørt av "alment starv, fer tá í arv" yvir George W. Bush, sonur George H. W. Bush. Fyrrverandi løgmaðurin í landinum Texas, Ann Roberts segði um tann ikki so tungusnilda George: "Poor George, he was born with a silver foot in his mouth." Hon meinti, at hann var føddur við rættindum framíhjá, men tosar sum ein - sum amerikanarar siga - ið hevur fótin í kjaftinum.
Men, hvat hendi? George W. Bush vann og gjørdist guvernørur í Texas. Hesin forkelaði babbasadrongur við knúti á tunguni megnaði at vinna í statinum hjá Lyndon B. Johnson, har sjálvt tey deyðu plagdu at atkvøða fyri demokratunum, enntá í stríði við vælumtóktan, sitandi kvinnuligan løgmann.
Hetta sigur ikki sørt um tann góða W. Sjálvur sigur hann, at sum sonur pápa sín arvaði hann helvtina av vinunum og allar fíggindarnar hjá 41. forsetanum. At hann sjálvur gjørdist 43. forsetin er fyri stóran part tí hann altíð er undirmettur, og tí spindoktarin Karl Rove, altíð syrgir fyri frammanundan at gera Bush til "the underdog," tann vanliga mannin, sum sjálvur hevur roynt at vera í vinnuni, men sum ikki dugir øll tey somu fínu og fronsku orðini sum teir vinstrahallu nørdarnir, sum stilla upp fyri demokratarnar.
Í blaðnum The Atlantic (fæst til keyps hjá P.A. Restorffs) skrivaðu tey um júst kjakið ímillum Bush og Ann Roberts. Meðan Roberts tosaði sum rættur politikari við ótaldum fyrivarnum og nógvum sjálvrósi, helt yngri Bush seg til nøkur fá, greið vallyfti um skúlar, skatt og skaðaendurgjald.
Bush er væl útbúgvin og gløggur aftanfyri tunguballið, og er í roynd og veru nógv dugnaligari enn summi vilja halda.
Valstríðið
At valstríðið er ørðvísi í USA enn í Føroyum sæst uppá mangar mátar. John Kerry takkaði fyri at vera vorðin kosin demokratiskt valevni umgyrdur av vápnafeløgum úr Vietnam. Kerry vildi bæði vísa á, at hann hevur verið djarvari enn Bush, ið ongantíð var í Vietnam, og at hann samstundis hvørki er ræddur fyri ella ímóti at føra kríggið í Iraq til endans.
Síðani hevur Kerry ferðast runt hetta stóra samveldið við 50 limalondum. Hann hevur talað við skúlar og brandstøðir, ítróttarvallir og fundarstøð. Kerry er bæði klókur og djarvur, hevur sera drúgvar royndir á tingi, er útbúgvin lógkønur og hevur virkað sum advokatur.
Áðrenn Kerry gjørdist valevnið hjá demokratiska flokkinum, noyddist hann tó at stríðast ímóti fleiri øðrum í uppstillingarvalinum hjá flokkinum. Serliga Howard Dean lá leingi væl fyri, men mátti at enda lúta. Dean er fyrrverandi guvernørur í Vermont og er eftir amerikanskum viðurskiftum rættiliga vinstravendur og er harliga ímóti krígnum í Iraq. Hetta noyddi Kerry at royna at tekkjast veljarunum longur úti til vinstru. Tað hevnir seg nú, tí republikanararnir siga Kerry ikki bara vera vinstravendan, men serliga at Kerry broytir støðu í heilum.
Ein felagskapur hevur goldið fyri lýsingar, sum vísa Kerry sum windsurfara (tað er hann), sum broytir kós alt eftir, hvussu politiski vindurin blæsur. Annar felagskapur við fyrrverandi Vietnam-hermonnum hevur ákært Kerry fyri at vera óheiðurligan, siga at hann hevði ikki uppiborðið heiðursmerki síni, og kalla tað landasvik, at Kerry í síni tíð lat frá sær heiðursbondini at mótmæla krígnum í Vietnam.
Júst slíkar herferðir merkja valstríðið. Felagskapir á báðum veingjum savna inn pengar at leypa á tað valevnið, sum teir eru ímóti. Tann herda lóggávan hevur gjørt tað trupult at lata valevnunum nógvar pengar. Mark er sett fyri, hvussu nógv fólk kunnu lata í beinleiðis stuðli, nøvnini vera almannakunngjørd, og mark er fyri, hvussu nógv valevnini kunnu brúka av pengum. Men felagsskapir fáa brúkt óavmarkaðar pengar, um teir bert siga seg vilja føra fram ávís sjónarmið uttan beinleiðis at stuðla nøkrum valevni.
Kerry hevur sínar stuðlar millum listafólk, fakfeløg, vinstravend og býarfólk. Bush fær serliga kristna høgravongin, vinnulív, fólk í forstaðum og á bygd at stuðla sær. Valstríðið er merkt av, at valevnini royna at fáa stuðul frá týðandi persónum og felagskapum. Mangir felagsskapir, alt frá fakfeløgum og vinnufelagskapum til universitet og studentafeløg stuðla alment ella nærum alment ávísum valevnum.
Amerikanarar velja í veruleikanum ikki ein persón at stýra øllum samveldinum. Teir velja ímillum tvær stórar samgongur. Við at hyggja at, hvør stuðlar hvørjum av forsetaevnunum ber til at síggja, hvussu politikkurin hjá teimum fer at vera, og hvønn teir fara at tilnevnna. Valdið hjá forsetanum liggur fyri stóran part í at tilnevna ella skjóta upp túsundtals embætisfólk, stjórnar-limir, stjórar, stýrislimir, dómarar og onnur í størv og sessir. Tað er millum annað tí, at áhugafelagsskapir gera nógv fyri at fáa sínar veljarar á val, fyri at fáa ávirkan seinni; valstríðið er tí fyri stóran part beinleiðis roynd hjá bólkum og felagskapum at fáa lyfti frá valevnum og síðani at fáa limirnar allar at stemma uppá tað eina valevnið.
Sum dømi kunnu vit nevna teir mongu veljararnar á sonevnda kristna høgraveinginum, sum ma. vilja hava almennan stuðul til kristnar skúlar og berjast ímóti fosturtøku. Hesi skipaðu seg longu í 1970?unum og vóru við til at velja Reagan eins og at fella eldra Bush.
Kríggj og orðaskifti
Tann eldri George Bush tapti valið í 1992, sjálvt um hann júst tá hevði vunnið fyrra golf-kríggið og rikið Saddam Hussein úr Kuwait uttan stórvegis tap. So tað var at væntað, um yngri Bush eisini tapti eftir at vera komin at standa fastur í mesopotanska sandinum og eftir at hava mist fleiri enn 1.000 herfólk. Men munurin tykist vera, at amerikanarar stuðla forsetanum meðan landið enn er í kríggi.
Nýliga talaðu bæði Bush og Kerry fyri felagnum hjá the National Guards, herfólki hjá einstøku statunum. Bush talaði um frælsi, dyrvi og týdningin hjá familjunum, ið heima sita. Kerry afturímóti leyp á forsetan fyri ikki at hava tryggjað sær undirtøku frá øðrum londum, fyri at dylja fyri fólkinum, og fyri ikki at duga at sleppa úr aftur stríðnum. Hóast Kerry sjálvur er tann royndi hermaðurin, fekk hann verri enn somu undirtøkuna.
Kerry royndi fyrstu tíðina eftir at vera vorðin almenna valevnið hjá demokratunum at fáa innlendismál á dagskránna, men tað eyndaðist ikki. Nú roynir hann at leypa á Bush fyri hurlivasan í Iraq. Men Bush hevur klárað seg so væl í valstríðnum, at sjálvt New Jersey, ið bert hevur atkvøtt fyri republikanara í nýggjari tíð, tá Reagan var afturvaldur, er vorðin stríðsvøllur. Republi-kanska floksráðstevnan í New York hevur økt talið av repu-blikanskum atkvøðum bæði í New York og lítla granna-statinum New Jersey. Har er fyrrverandi borgmeistarin í New York Býi, Rudolph Guiliani, sera væl umtóktur, og ráðandi demokratarnir eru tengdir at fleiri gølum.
Við einans um 5 prosentum av arbeiðsloysi, við sera trúgvum stuðlum, við at halda týðandi vallyfti um útbúgving og skatt, við áhaldandi kríggi móti yvirgangi (óvist er jú nær kríggj ímóti einum hugtaki endar), er trupult at koppa sitandi forsetanum.
Skal nakað broyta gongdini, so má tað vera beinleiðis orðaskifti millum valevnini. Hetta átti at verið styrkin hjá Kerry, ið so mangan hevur vunnið orðaskifti í heimstati sínum. Men fyrsta debattin vísti, at forsetin dugir at knýta seg til sínar mest týðandi stuðlar og at vera tann greiði og einfaldi (hóast mismaltur). Kerry roynit at greiða frá støðu síni, men hon oftani at vera skiftandi, torgreidd og heldur lunkað. Hjá Bush er vanliga ongin slingur í valsinum. Hann krympar eyguni saman og hyggur beint inn í kameraið: "tað er onki fløkt mál at stuðla okkara monnum og kvinnum í Iraq, antin stuðlar tú teimum ella ikki!"
Amerikanska valstríðið er í øllum førum eitt stríð millum ymsar kreftir.