Tá eg í síðst í áttati árunum var staddur í Norðursælandi, sá eg í sjónvarpinum samrøðu við einkjuna eftir kenda danska listamálaran Sigurd Svane. Hon tosaði um mann sín, og lýsti hvussu lívið hjá teimum hevði verið.
Eg legði mær í geyma, tá ið hon segði frá, at maðurin keypti ein gamlan lastbil, sum hann umbygdi til ein húsbil, við tí fyri eyga at hann og familjan skuldu hava møguleika at koyra hagar, sum motivini vóru.
Tá ið bilurin var liðugt innrættaður, fór Sigurd við konu og børnum avstað til Spani. Einkjan greiddi frá, at hetta vóru ríkir dagar. Hann málaði, meðan hon og børnini nutu góða veðrið á iberisku hálvoynni.
Hey hugsaði eg. Hatta var nakað, og árini gingu, og vit komu til aldarskiftið. Tá sá eg ein gamlan verkstaðsbil hjá Edvardi Kjeld. Tá ið eg legði til merkis, at hann hevði ikki verið í drift leingi, varð gamli dreymurin aftur vaktur til lívs. Kanska fór tað at eydnast mær at fáa ein slíkan bil, sum Sigurd Svane hevði havt.
Ein dagin eg gekk framvið bilinum, og Edvard skavaðist uftanfyri, spurdi eg hann um bilin. Nei, segði hann, bilurin fór ivaleyst at enda á Hjalla! Fór so at kanna hann, og tað var ivaleyst rætt. Bilurin hevði sæð sínar bestu dagar. Men eg hugsaði, at kanska kundi eg brúkt kassan. So eg spurdi Edvard um hetta. Jú eg kundi gott fáa hann, og áðrenn skrokkurin fór á Sandvíkarhjalla varð kassin loystur og lyftur inn á túni hjá mær. Fyri at gera eina langa søgu stutta, gjørdi eg kassan til eitt lítið fitt atelier, sum endaði í Leynum inni á stykkinum hjá Eyðfinni systkinarbarninum hjá Britu, konu míni. Har havi eg havt gott útsýni, og nógv er komið burturúr. Dreymurin spøkti støðugt um, at tað hevði verið fínt at havt møguleika at flyta seg saman við atelierinum.
Mær dámar væl mileteru lastbilarnar. Tí fór eg at leita á internetinum, um tað ikki var onkur, sum kundi nýtast til mítt endamál. So var tað, at eg kom í prát við Henry Christiansen, sum búði í Frankaríki tá og var heima og ferðaðist. Prátið fall inn á ætlanir mínar, og eg nevndi hugsanina um militerbilin. Tá sigur hann at, tú kann keypa kølibilin hjá bossinum hjá mær. Hann – altso bilurin! - stendur í bakgarðinum hjá niðri í Mont Pellier. Tað ljóðaði skilagott. Kølibilar eru væl bjálvaðir, so eg segði meg verða áhugaðan. Spurdi um hann kundi kanna prísin og senda mær mynd av bilinum. Prísurin var rímiligur, eg smekkaði til, og bilurin var mín. Henry koyrdi bilin norður til Hanstholm, og so kom hann til Føroya við Norrønu.
Meðan eg bíðaði, fekk eg mær stóra koyrikortið. So fór eg at innrætta bilin. Nú havi eg havt hann í nøkur ár, og hann hevur roynst heilt væl. Eg havi ferðast í Føroyum við honum, og so hevur hann staðið á friðarligum plássum kring landið.
Og nú eri eg komin til Spania við hesum bilinum. Túrurin hevur verið á veg í langa tíð.
Ætlanin var, at Òlavur á Váli, svágur, og eg skuldu fara suður higar í mars í fjør, men lagnan vildi tað ikki so. Ólavur doyði 19. februar ella dagin eftir, at vit høvdu ásett dagin, sum vit skuldu fara úr Føroyum!
Nú siti eg í Spania og skrivi, og nú fari eg at greiða tykkum frá, hvussu tað gekk fyri seg, tá ið eg ferðaðist suður higar.
16. mars stevndi Norrøna út av Havnini. Konan, døtranar og vinurin Jens Christian vóru komin at siga farvæl. Vit sigldu í góðveðrinum suður gjøgnum Nólsoyarfjørð, meðan fólk á sóldekkinum nutu vesturkinið. Eg tók nakrar myndir, nú útsýnið var so gott. Tinganes og har okkara Smyrol.
Vit høvdu góðan byr niður. Løgdu at landi í Hetlandi og síðani til Bergens. Pensionistafelag úr Norðoyggum var við og ung stjørnuskot undirhildu. Eisini var ein gospelløta, sum tann fryntligi føroyski danin John B. Hansen skipaði fyri.
Eg prátaði millum annað við ein, sum eg havi verið til skips saman við. Hann hevði verið í heimbygdini og vitjað. Hann segði mær frá einum í heimbygdini, sum var so gýrigur, at hann vildi ikki ganga á asfaltinum, tí tað sleit skógvarnar! Í staðin gekk hann við síðuna av vegnum og á grasinum. Hvørja ferð hann steig fótin til, royndi hann at koma so beint niður sum møguligt, so hælarnir á skónum ikki skuldi slítast! Hesin dugdi so væl at siga frá, at hann hevði riggað væl á einum sjónleikarapalli.
Leyardagin 18. mars løgdu vit at í Hanstholm, og eg fór at koyra, Eg steðgaði við eina Statoilstøð fyri at líma eitt skáp aftur, sum var brotnað, tí eg hevði fylt ov nógvar tungar bøkur í tað. Tí var neyðugt at umskipa. Hetta er, sum tá ið man fer út á havið. Tað er neyðugt at surra og binda og skalka av.
Eftir at hevði vitjað stórabeiggja Jens á Fjóni og lítlu systir Sonnu í Keypmannahavn setti eg kós suðureftir. Sjálvan 20 ára brúdleypsdagin, 21. mars, stevndu eg og Mercedes 809 bilurin móti Týsklandi. Meðan eg vitjaði Sonnu høvdu vit kannað kortið og merkt allar býirnar, sum eg átti at koyra framvið suður til Spaniu.
Tá ið eg var komin suður á Bremen leiðina, tørnaði eg inn á einum upplýstum parkeringsplássi. Her gjørdi eg fyrsta brølaran. Eg stoytti sprinklaravesku í kølaran, áðrenn eg kannaði orðabókina. Tá ið eg fann út av skaðanum, ringdi eg til systkinabarnið Hera Guttesen, sum veit alt um bilar. Hann segði, at eg mátti als ikki starta bilinum, tí so fór hann - altso bilurin - at skúma upp um bæði oyru. Heri segði, at eg var noyddur at tappa alt vatnið av kølaranum og fylla hann av nýggjum.
Har stóð eg. Visti at eg havi ongantíð verið nakað málgeni. Skeldaði meg sjálvan, at eg ikki lurtaði betri eftir í týskttímanum. Eg segði við Hera, at hetta mátti hann ikki siga fyri nøkrum, so lotan kendi eg meg. Hann troystaði meg við, at eg var ikki tann fyrsti, ið hevði gjørt sovorðið býtt. Skjótt var brekið rættað, og ferðin móti Espania helt fram.
Eg svav har vesturi í Týsklandi og fór so inn í Holland. Skjótt stóð Bruselles á skiltunum, og nú gjørdi eg næsta brølaran! Í staðin fyri at koyra uttan um Bruselles, so endaði eg í yvirvaksna lastbilinum í sentrum. Eg visti ikki, hvar eg var, noyddist at fylgja meldrinum, og hetta leiddi meg inn á smalar og trongar gøtur. Eg royndi av øllum alvi at hyggja eftir onkrum staði at parkera á, men hetta var til fanýtis.
Tað var einki annað at gera enn at fylgja ferðsluni. Eg havi ongantíð havt eina sovorna kenslu, sum eg hesa løtuna hevði av, at bilurin kendist so stórur og hinir bilarnir so smáir! Eg kendi meg akkurát sum ein elefant í eini porselensfabrikk. Eg royndi at hava allar sansir opnar, og so mitt í tí heila endaði eg á einum sporvognaspori, og fólk løgdu til merkis, at her var ein, sum rættuliga hevði skitið í dansin!
Eina ferð í allari trongdini fekk eg eyga á eitt skilti, har áskriftin var „RING“. Tá legði eg nógv fyri at fylgja hesi leiðini, og at enda eydnaðist at sleppa næstan út um býin, men eg endaði í eini síðugøtu. Hetta var ikki so galið kortini, tí her kundi eg hvíla eitt sindur. Eg parkeraði og fór at keypa inn í einum supermarknaði. Tá ið eg var liðugur, gjørdi eg av at sova her í gøtuni. Men so fór eg at hugsa, hvat fólk mundu fara at halda, tá ið tey sóu ein so stóran og merkiligan bil at standa her.
Kanska tey fóru at halda, at hetta var ein terroristabilur, sum var fullur av spreingievnum! Eg sá fyri mær, at stór brynjað politistalið fóru at herja á bilin, og at eg fór at verða handtikin í berum undirbuksum og trýstur inn í salatfatið! Eg tók knappa avgerð, stakk av og setti kós móti París. Skjótt fóru vit báðir um franska markið.
Nú líkasum bilurin koyrdi av sær sjálvum. Hann er jú ættaður her frá, so eg setti bara sjálvstýrarin til, og so treiv eg í at syngja onkra franska strofu!
Tað regnaði nógv, meðan eg koyrdi suðureftir. Men tað var vakurt at skoða stóru víddirnar. Eg eri ikki førur fyri at siga, hvat tað var fyri vøkstur á hesum fyri mær ókendu víddum. Men eg veit, at tá ið eg fari at stevna norður yvir aftur, so fer meiri vøkstur at verða at síggja, og eg kendi, at tað gjørdist alt meiri lýtt. Í tvær nætur svav eg í Fraklandi, áðrenn eg kom til baskarabýin San Sebastian og eg fyri fyrstu ferð tær atlantisku Pyreneurnar.