føroyska reiðaríið á, at týðandi stig eru tikin til at bøta um rakstrargrundarlagið hjá felagnum. Ferðaseðlaprísirnir eru lækkaðir, nýggir inntøkumøguleikar eru skaptir, sparingar eru framdar, og arbeitt [...] nýggjum, og longu nú geva sølutølini fyri fyrsta ársfjórðing í ár ábending um, at árið fer at vignast væl. Stjórin vísir á, at inntøkurnar frá ferðafólkum fyrsta ársfjórðing í ár eru meira enn tvífaldaðar [...] av árinum, sigur Thomas Magnussen. Í tíðindafundi á Smyril Line í morgun vísti Thomas Magnussen á, at lønar-og umsitingarsparingarnar hjá Smyril Line eru tilsamans 13 mió krónur, eins og økti farmaflutningurin
Gundadali. -Spælistílurin er ymiskur hjá KÍ og NSÍ. Vit leggja størri dent á samanspælið á jørðini, meðan klaksvíkingar eru kropsliga ógvuliga væl fyri og eru stinnir í deyðbóltsstøðum. Tað verður spennandi [...] juni. Felags fyri bæði liðini, sum bresta saman í Klaksvík, er, at tey eru á aldukambinum. KÍ er topplið í landskappingini, og NSÍ er á triðja plássi – bara tvey stig aftanfyri. KÍ hevur vunnið fimm tær seinstu [...] er málsøkin. Í hinum endanum eiga vit Jóannes Bjartalíð og Páll A. Klettskarð. Tað er langt síðani, at teir ikki hava átt lut í málunum, sum vit hava skorað, so teir eru væl fyri, staðfestir KÍ liðformaðurin
Tveir heimadystir eru á skránni undan summarfrítíðini, og tveir heimadystir eru á skránni stutt eftir summarsteðgin. Landsliðið skal spæla ímóti Sveis á Svangaskarði leygardagin 2. juni og á Tórs-vølli ímóti [...] og tað treingir til. Undanvindurin kostar Vit nevndu í blaðnum í fyrradagin, at fyri 2?0 sigurin á Luksemburg fingu spælararnir átta túsund krónur í part. Vit kenna ikki sáttmálan, sum FSF hevur við venjaran [...] venjaran, men tað er neyvan at skjóta langt við síðuna av, um vit rokna við, at tað eisini dryppar til hansara, um úrslitini eru góð. Um vit siga, at sigurin í Luksemburg kostaði FSF upp ímóti tvey hundrað
n 6. mars varð sett á stovn á fundi í Skansastovu, hevur nevndin nú skipað seg á fundi mikukvøldið. Saman við Rógva á Rógvu varð Heðin Davidsen stigtakari til slóðbrótandi stigið á tónlistarliga økinum [...] fyri nøkrum tiltøkum kring býin. - Fyrsta uppgávan er nú at markera okkum og skipa fyri tónleikatiltøkum kring býin, og á henda hátt vísa vit, at vit eru til, sigur Kristian í Vági. Hann metir tað vera alneyðugt [...] áhoyrarar nú í skipaðum felagsskapi standa saman, er alsamt meiri trýst á myndugleikunum, sum eisini fáa ítøkiliga ætlan frá MenTón í næstum. Fundurin leygardagin kann sostatt verða ein byrjan á ella yvirgongd
okkum. Vit fáa jú eina katastrofala byrjan, men at vit høvdu javnað, vóru teir avgjørt til at tosa við, men okkara trupulleiki var kanska mest, at vit høvdu nýtt so nógva orku í verjupartinum, at vit ikki [...] nøgdur Todi Jónsson, sum vit fingu orðið á hósmorgunin, áðrenn hann saman við liðfeløgunum setti kósina aftur móti danska høvuðsstaðnum. Sum málskjútti var Todi helst størsta hetjan á danska meistaraliðnum [...] Nei. Tað hugsar tú ikki um á vøllinum. Sjálvandi veitst tú, at tað er ein stórur dystur, men sjálvur hugsaði eg bara um, at nú ráddi bara um at gera eitt mál afturat, so vit eisini kundu vinna dystin.
ið vit higartil onga ávirkan hava havt á. Tað fáa vit nú, tí ESU er partur av Bologna-fylgibólkinum. Hendan viðurkenningin er eitt herðaklapp til øll tey í føroyskum útbúgvingarpolitikki, ið vit seinastu [...] okkara støðu sum aktørur á altjóða pallinum. Í øðrum lagi fáa Føroyar nú á fyrsta sinni møguleika at ávirka evropeiskan útbúgvingarpolitikk, og ikki bert seta tað í verk, ið onnur eru vorðin samd um. Føroyskur [...] evropeiskan útbúgvingarpolitikk – eitt nú Evroparáðnum, Bolognafylgibólkinum og UNESCO. MFS fekk í oktobermánaða í fjør sokallaðan “kandidatlimaskap” í ESU, ið er fyrsta stigið á leiðini móti fullum limaskapi.
staði at liggja, og vit vístu teimum á at liggja undir Argjalandinum. Har hava tey nokk sovið í nátt. Vit bjóðaðu teimum at seta seg í samband við okkum, um tørvur var á tí, men vit hava ikki hoyrt frá [...] fyri, at tey ikki eru smittað. – Vit samskiftu við tey og høvdu samband við politiið eisini. Tey fingu olju, vatn og tílíkt, sigur vakthavandi í Tórshavnar Havn. Vakthavandi vísir á, at talan er um eini [...] at báturin kom til Føroya. Sula kom higar úr Tananger, beint uttan fyri Stavanger í Vesturnoregi. Á leiðini til Føroya legði báturin inn í Hetlandi, men har sluppu tey ikki í land orsaka av galdandi
sigur hann við Skúlablaðið. - Krevja vit, ið eru tengd at fólkaskúlanum, ikki, at leysgivnu tímarnir verða brúktir innan skúlaskapin, missa vit ein gyltan møguleika á gólvið, leggur hann afturat. Hann heldur [...] álvara bøta um tey veiku liðini, sum fólkaskúlin hevur tørv á at styrkja. Hesir tímar eru avgerandi fyri møguleikan hjá fólkaskúlanum at koma á norðurlendskt stig. - Fella hesir tímar út úr fólkaskúlaskipanini [...] Nú mugu vit rópa varskó, tí verða pengarnir fyrst spardir burtur, verður tungt at vinna tað inn aftur. Tað heldur Jónleif Johannesen, næstformaður í Føroya Lærarafelag. Hann sigur við Skúlablaðið í morgun
meint rakt. Vit kundu nevnt onnur dømi: stuðulin til feløgini hjá teimum brekaðu, viðgerðir uttanlanda, barnaforsorgarøkið, kaos á barnsburðarøkinum og kaos á pensiónsøkinum, ja milt sagt kaos á so nógvum [...] r orsøkir eru til inntrivið við at lækka rentustuðulin. Eisini vil Fíggjarmálaráðið verða við, at húsaprísirnir fara at lækka, um rentustuðulin verður tikin burtur. Hesum trýr eingin, tí vit sóu einki [...] av landsstýrinum at kamuflera lækkingina við búskaparligum grundgevingum, heldur enn siga sum er: vit eru noyddir at skera so og so nógv av fíggjarlógini 2004, og lækkingin er ein liður í hesi tilgongd.
trupulleiki. Vit foreldur ynskja sjálvi at kunna velja hvønn ansingarhátt okkum líkar best. Tað veri seg barnagarð, dagrøkt ella útibarnagarð. Eisini vilja vit frítt kunna velja tann stovn vit ynskja. Harumframt [...] systkin sjálvsagt at ganga á sama stovni, og systkinaavsláttur eigur at vera givin. Tíverri er veruleikin í dag, at eingi av hesum krøvum eru sjálvsøgd. Onkur hugsar kanska at nú er nóg mikið sagt og skrivað [...] skrivað um barnaansing og nóg nógv lyfti givin. Men eitt er eyðsæð - nógv fólk eru rakt av hesum trupulleika. Eini 400 børn standa á bíðilista, hesi hava tvey foreldur í part. Og hetta er so avgjørt ein trupulleiki