Klokkan 18 í kvøld verður fyrsta bríkslið hjá Peturi Reinert í Klaksvík, har fyrra hálvfinalan í kappingini um løgmanssteypið millum KÍ og NSÍ er á skrá.
Um tað verður annað ella hitt liðið, sum verður partur av finaluni leygarkvøldið 27. august fæst ikki greiða á, fyrr enn eftir seinnu hálvfinaluna, sum verður við Løkin mikukvøldið 15. juni.
Felags fyri bæði liðini, sum bresta saman í Klaksvík, er, at tey eru á aldukambinum. KÍ er topplið í landskappingini, og NSÍ er á triðja plássi – bara tvey stig aftanfyri.
KÍ hevur vunnið fimm tær seinstu ferðirnar, og tríggjar tær seinastu ferðirnar er einki mál farið ígjøgnum hjá Kristiani Joensen, sum í nógv ár spældi við NSÍ.
NSÍ hevur vunnið fulla úrtøku fýra tær seinastu ferðirnar. Sunnudagin var talan um sera støtan sigur ímóti HB í Gundadali.
-Spælistílurin er ymiskur hjá KÍ og NSÍ. Vit leggja størri dent á samanspælið á jørðini, meðan klaksvíkingar eru kropsliga ógvuliga væl fyri og eru stinnir í deyðbóltsstøðum. Tað verður spennandi at síggja, hvat liðið fer at megna at stýra dystargongdini, sigur NSÍ venjarin Anders Gerber.
KÍ liðformaðurin Jonas Flindt Rasmussen gleðir seg:
-Hetta er sera spennandi, og eg ímyndi mær, at tað verður tætt. Ivaleyst fer dysturin í kvøld at bera brá av, at talan er um fyrru hálvfinalu. Tað er týdningarmikið hjá okkum, at teir ikki skora í Klaksvík, tí útivallarmálini kunnu verða avgerandi.
Nakrir av eyðsýndastu framrættaðu spælarunum í landinum vera á vøllinum í Klaksvík í kvøld.
-Hjá mær og okkum er tað stór avbjóðing at ansa eftir Klæminti A. Olsen, sum er toppskjútti, og Árna Frederiksberg, sum leggur upp til so nógv mál og saman við Pól Jóhannusi Justinussen eisini er málsøkin. Í hinum endanum eiga vit Jóannes Bjartalíð og Páll A. Klettskarð. Tað er langt síðani, at teir ikki hava átt lut í málunum, sum vit hava skorað, so teir eru væl fyri, staðfestir KÍ liðformaðurin.
NSÍ venjarin heldur ikki, at tað skal leggjast so nógv í, at NSÍ 13. mars vann 3-1 í landskappingardysti í Klaksvík:
-KÍ hevur fótað sær. Tá vóru fleiri spælarar í plássum, sum teir ikki vóru vanir at spæla í. Síðani hava klaksvíkingar funnið stevið, og hóast teir skifta eitt sindur ímillum spælarar, so eru teir tryggir í leiklutunum. Tann dagin fyri hálvum triðja mánað síðani gekk tað stak væl hjá okkum, og vit høvdu tamarhald á spælinum. Í kvøld verður talan um nýggja avbjóðing og uppgávu, so nú fáa vit at síggja, hvør fer at megna at seta dagsskránna, sigur NSÍ venjarin.