Smyril Line rættiliga fingið vind í "seglini"

Nevnd og stjórn í Smyril Line hava tikið týðandi avgerðir, sum skulu flyta føroyska reiðaríið væl fram á leið móti góðum fíggjarligum úrslitum komandi árini

Smyril Line

Samstundis, sum Smyril Line almannakunnger roknskapin fyri 2005, sum gevur 51 mió krónur í halli, vísir føroyska reiðaríið á, at týðandi stig eru tikin til at bøta um rakstrargrundarlagið hjá felagnum.
Ferðaseðlaprísirnir eru lækkaðir, nýggir inntøkumøguleikar eru skaptir, sparingar eru framdar, og arbeitt verður støðugt við at víðka og betra um inntøkugrundarlagið. Nýggja marknaðarføringin í Evropu vísir longu positiv úrslit, og sølan økist í stórum. Soleiðis eru útlitini hjá Smyril Line fyri árið í ár rættiliga góð.
Thomas Magnussen, stjóri í Smyril Line, sigur, at broytingarnar, sum framdar eru í fyritøkuni, longu í ár skulu fáa undirskotið burtur  og í 2007 skal avlop síggjast í roknskapinum.

51 mió í halli
Í stuttum vísir roknskapurin hjá Smyril Line í 2005 eitt hall upp á 51 mió krónur, men kortini er felagið í dag sera væl fyri fíggjarliga.
- Útvegaðar eru tilsamans 132,5 mió krónur í nýggjum kapitali, og tí stendur felagið trygt, sum stjórin tekur til.
Úrslitini hjá Smyril Line seinastu trý árini hava verið vánalig. Í 2003 hevði felagið 35 mió krónur í halli, í 2004 var hallið 24 mió, og nú í 2005 sum nevnt heilar 51 mió krónur.
Thomas Magnussen, stjóri, sigur, at hevði felagið ikki havt selt burtur av ognum sínum í 2004, hevði hallið hetta árið verið heilar 60 mió krónur.
Hinvegin hálaðu tekniskir trupulleikar umborð á Norrønu, ótryggleiki rundan um felagið, óstøðug leiðsla og øktur rakstrarkostnaður úrslitið í 2005 negativa vegin.

Gongdin vend
- Við nýggjum kapitali og nýggjari skikkaðari leiðslu er kósin sett av nýggjum, og longu nú geva sølutølini fyri fyrsta ársfjórðing í ár ábending um, at árið fer at vignast væl.
Stjórin vísir á, at inntøkurnar frá ferðafólkum fyrsta ársfjórðing í ár eru meira enn tvífaldaðar í mun til í fjør.
- Taka vit páskatúrarnar í ár, hava 2.300 fólk higartil keypt ferðaseðil. Í fjør var talið minni enn 500 fólk. Soleiðis eru ábendingar um góðan inntøkuvøkstur í summar og restina av árinum, sigur Thomas Magnussen.
Í tíðindafundi á Smyril Line í morgun vísti Thomas Magnussen á, at lønar-og umsitingarsparingarnar hjá Smyril Line eru tilsamans 13 mió krónur, eins og økti farmaflutningurin er 17 mió krónur.
Tilsamans 30 fólk eru søgd úr starvi hjá felagnum; 20 fólk í 2005 og 8 fólk í ár.

Farmaflutningur
Thomas Magnussen sigur, at farmaflutningurin, sum er ein týðandi partur av inntøkugrundarlagnum hjá felagnum, kastar nú meira av sær.
- Hetta er serliga eftir, at samstarvsavtala er fingið í lag við Smyril Blue Water. Avtalan tryggjar Smyril Line munandi meira í farmaflutningsinntøkum alt árið.
Stjórin sigur, at ætlaða samstarvið við Fjord Line fyribils er steðgað, tí felagið heldur ikki, at hetta fer at geva nakað serligt.
- Við at venda eyguni móti okkara egnu fyritøku, hava vit megnað at vent gongdini, soleiðis at árið í ár helst fer at hanga saman fíggjarliga, sigur Thomas Magnussen.