Tað verður tungt at vinna inn aftur

Nú mugu vit rópa varskó, sigur næstformaðurin í Lærarafelagnum

 

Nú mugu vit rópa varskó, tí verða pengarnir fyrst spardir burtur, verður tungt at vinna tað inn aftur.

Tað heldur Jónleif Johannesen, næstformaður í Føroya Lærarafelag.

 

Hann sigur við Skúlablaðið í morgun, at tað má vera eitt krav til politiska myndugleikan,  at pengarnir, sum verða spardir við at leggja skúlar saman, skulu verða í skúlaskipanini.

 

Pengarnir skulu koma børnunum til góðar og  samanleggingin skal ikki bara vera eitt sparingarátak hjá landsins myndugleikum, heldur hann.

 

Hann vísir á, at nógvar kommunur eru í ferð við at broyta skúlabygnaðun og í flestu førum er talan um at leggja skúlar saman.

 

Hann staðfestir, at hetta førir við sær, at tímar verða leysgivnir í skipanini.

 

- Men rópar eingin  varskó, og ger greitt, at leysgivnu tímarnir skulu koma børnunum tilgóðar, er stórur vandi fyri, at teir verða spardir burtur og hvørva í stóru almennu sparingsætlanunum, sigur hann við Skúlablaðið.

 

- Krevja vit, ið eru tengd at fólkaskúlanum, ikki, at leysgivnu tímarnir verða brúktir innan skúlaskapin, missa vit ein gyltan møguleika á gólvið, leggur hann afturat. 

 

Hann heldur, at tað hevði verið stórt spell, tí hesir tímar kunnu av álvara bøta um tey veiku liðini, sum fólkaskúlin hevur tørv á at styrkja.

 

Hesir tímar eru avgerandi fyri møguleikan hjá fólkaskúlanum at koma á norðurlendskt stig.

 

- Fella hesir tímar út úr fólkaskúlaskipanini, verður tað eitt drúgt tak at gera fólkaskúlan mennandi og avbjóðandi fyri tey, sum í dag ikki fáa nøktandi avbjóðngar, sigur Jónleif Johannesen.

 

Tí staðfestir hann, at foreldur, lærarar, og øll onnur í skúlaskipanini, eiga at krevja, at tímar, ið leypa av, tá ið skúlar verða lagdir saman, verða verandi innan skúlagátt.