Tað verður sagt, at búskaparligar orsøkir eru til inntrivið við at lækka rentustuðulin. Eisini vil Fíggjarmálaráðið verða við, at húsaprísirnir fara at lækka, um rentustuðulin verður tikin burtur. Hesum trýr eingin, tí vit sóu einki til, at húsaprísirnir lækkaðu, so hvørt sum stuðulin er lækkaður úr 48% niður í 40%. Tann veruliga orsøkin til lækkingina er, at landsstýrið nú má spara, tí tað av álvara er farið at sansa at fíggjarliga. Heldur enn at skera í rentustuðulin átti landsstýrið at komið við eini politiskari ætlan til tess at tryggja øllum borgarum tak yvir høvdið.
Tann veruliga orsøkin er altso ein sparing uppá umleið 15 milliónir, ella við øðrum orðum er talan um eina av mongum sparingum næsta ár. Tað er ov vánaligt av landsstýrinum at kamuflera lækkingina við búskaparligum grundgevingum, heldur enn siga sum er: vit eru noyddir at skera so og so nógv av fíggjarlógini 2004, og lækkingin er ein liður í hesi tilgongd. Tá politikkarar ikki siga sannleikan, gerast fólk ótrygg og tað fer at tróta við álitinum á landsins stýri.
Tað er ein onnur síða av hesi søk nevniliga hetta, at sparingarnar, og tær eru nógvar, tykjast einvíst at fara at raka tey veikastu í samfelagnum. Hetta hendir, hóast landsstýrið hevur lovað, at tey veikastu skuldu verða hildin uttan fyri sparingarnar. Við lækkingini av rentustuðlinum verða tey ungu, sum skulu seta búgv, meint rakt. Vit kundu nevnt onnur dømi: stuðulin til feløgini hjá teimum brekaðu, viðgerðir uttanlanda, barnaforsorgarøkið, kaos á barnsburðarøkinum og kaos á pensiónsøkinum, ja milt sagt kaos á so nógvum økjum, og at so er, er veljarakanningin hjá SvF og Dimmu ein greið ábending um.
Sosialurin