Tað var í gjár, at báturin kom til Føroya. Sula kom higar úr Tananger, beint uttan fyri Stavanger í Vesturnoregi. Á leiðini til Føroya legði báturin inn í Hetlandi, men har sluppu tey ikki í land orsaka av galdandi leiðreglum fyri ferðandi undir koronakreppuni.
Tá ið tey komu til Føroya í gjárkvøldið, settu tey seg í samband við havnamyndugleikarnar. Men tey fingu boðini, at sviar ikki sleppa til Føroya uttan at fara í 14 daga sóttarhald fyrst, ella vísa eina váttan fyri, at tey ikki eru smittað.
– Vit samskiftu við tey og høvdu samband við politiið eisini. Tey fingu olju, vatn og tílíkt, sigur vakthavandi í Tórshavnar Havn.
Vakthavandi vísir á, at talan er um eini svensk hjún, sum fleiri ferðir áður hava verið í Føroyum við stuttleikabátinum.
– Tey vóru fitt og blíð. Tey spurdu eftir einum staði at liggja, og vit vístu teimum á at liggja undir Argjalandinum. Har hava tey nokk sovið í nátt. Vit bjóðaðu teimum at seta seg í samband við okkum, um tørvur var á tí, men vit hava ikki hoyrt frá teimum aftur, sigur vakthavandi.
Men fyri løtu síðani fóru tey víðari.
– Tey ætlaðu sær til Íslands. Har vænta tey at sleppa í land, men eg eri ikki vísur í, hvussu er við tí, sigur vakthavandi.