kin til sigurin var portugisin við sjey talinum á rygginum. Tað var annars Karim Benzema, sum legði Real Madrid á odda, tá hann á sjálvari málstrikuni fekk fatur á bóltinum, og so var lætt at prika hann [...] hann í málið. Tá dysturin var 26 minuttir gamal økti Cristiano Ronaldo við frálíkum máli. Nakað úti í høgru síðu snýtir hann hegnisliga mótstøðu mannin og leggur bóltin til vinstra beini. Úr yvir 20 metrum [...] metrum meddar hann bóltin í handaa síðunet til 2-0. Bara ein minutt inn í seinna hálvleik var portugisin aftur upp á spæl. Hann fekk fatur á bóltinum miðskeiðis á hálvuni hjá Sevilla og rann frá verjuni,
aftur vóru tað tey í B36 leguni, sum vildu vera við, at hetta var alt avrátt frammanundan. Tí í einum FM ári var tað sera hóskiligt at úrslitið hjá B36 í seinasta dystinum var 3-6! Málini Tað vóru tólv [...] Tað var suðuri á Sandi, at tey mongu B36 viðhaldsfólkini rættiliga hildu sær at gamni, nú teirra felag fyri fyrstu ferð í 35 ár hevði vunnið FM heitið. Tá B36 vann FM suðuri í Vági var tað so spennandi [...] spældi. Tað høvdu teir á Sandi, og tað sást beinanvegin, at hesin dysturin meiri fór at vera sigursfrøði millum mongu B36 viðhaldsfólkini kring vøllin, heldur enn at tað fór at vera eitt stríð inni á vøllinum
(1-0) Eingin ivi var um, at vágamenninir høvdu tað betra liðið, men tað var ikki serliga nógv gass í teimum. Í Vágum verður ofta tikið til, at fótbóltsevnini koma ikki til sín rætt, tí tað eru ov nógvir, [...] 2-5 (1-1) Hjá HB var tað, sum tað plagar at vera, tá føroyingar plagdu at spæla í DAI í Keypmannahavn. Bara níggju spælarar vóru í fyrstuni, so kom ein afturat, og so aftur ein. Tí er tað ikki sørt merkisvert [...] skoraði við fløtum skoti, og so var tað bara ein spurningur, hvussu stórur sigurin fór at vera. Hjá havnarmonnunum gekk orkan undan, B68 fekk fleiri møguleikar, men tað var ikki fyrrenn eftir 70 minuttir
ósamdir, um hann hevði tað uppiborið ella ikki. Verjin hjá tí ákærda vildi vera við, at maðurin varð sálarliga sjúkur, men hesum tók dómarin ikki undir við. Hetta var tó møguliga tað, sum bjargaði honum frá [...] 27 ára gamli amerikumaðurin James Holmes var í dag funnin sekur í 12 drápum og 140 morðroyndum. Hann varð dømdur til 12 ferðir lívstíð í fongsli, eina ferð fyri hvørt drápið, umframt fongsulsrevsing í [...] fór hann inn í ein biograf í Colorado, har hann drap 12 og særdi 70 fólk, tá hann byrjaði at skjóta inni í filmshølinum, har fólk sótu og hugdu eftir einum Batmanfilmi.
sitið inni fyri harðskap. Ákærin segði, at talið á dómum gjørdi, at hóast talan var um eitt lítið mál hesa ferð, so mátti dómurin vera eini 30 dagar treytaleys fongsulsrevsing. Verjin helt, at tað var nakað [...] nógv. Hann vísti á, at maðurin var um at koma á rætt kjøl. Hann skal í næstum taka trygdarskeið og síðani til skips. Gaman í hevði hann nógvar dómar, men tað var fyri tað mesta fyri harðskap og einans minni [...] tó sekan í ákæruni um at hann skal hava brotið inn í Etika. Við tað, at maðurin játtaði seg sekan, bað ákærin um, at grundlógaravhoyrið var broytt til høvuðsforhandling og at maðurin fekk dóm í dag. Hesum
greiddi frá, at tað kom fullkomiliga óvart á hann, tí tá ið teir tosaðu við mannin í fyrstuni, var hann hampiligur púra róligur og tað var onki, sum bendi á, at tað skuldi ganga galið. Men hann var fullur, so [...] ein hóskandi revsing í hesum føri. Verjin vísti á, at hin dómurin var so gamal, at tað vísti, at tað var ikki gerandiskostur at hann var so harðligur og helt ikki, at maðurin skuldi í fongsul, serliga tá [...] stoytt níggju litrar av brennivínið í vaskið. Tað var alt brennivínið, hann átti inni og síðani hevði hann ikki drukkið fyri ikki at koma í slíka støðu aftur. Og Tað hjálpti heldur onki, at hann hevði eitt gott
Rættiliga nógv landingarvirksemi var í Saltangará mánadagin, tá landingarmiðstøðin Kongshavn landaði ikki færri enn sjey skip. Í gjár var rættiliga nógv landing á landingarmiðstøðini Kongshavn í Saltangará [...] Saltangará. Ikki færri enn sjey skip vóru inni, og hetta gav arbeiði til eini 30 fólk frá klokkan 06 á morgni til 22 á kvøldi. Av gulllaksaskipum landaðu Polarhav og Stjørnan umleið 500.000 pund og Eysturbúgvin [...] Heykur og Falkur umleið 300.000 pund í Saltangará. Á landingarmiðstøðini Kongshavn verður sagt, at tað, sum sermerkir túrarnar hjá upsaskipunum í løtuni er, at túrarnir eru langir ? og gjarna millum einar
Tað verða 30 ár í august, síðan nólsoyingurin, Ove Joensen, sáli, róði langa teinin úr Føroyum til Danmarkar. Tað var triðja royndin hjá honum, sum eydnaðist, og Ove Joensen náddi málinum, hann hevði sett [...] um Ova og lív hansara, eftir nólsoyingurin var deyður inni á Skálafjørðinum. Beinraknað yvirskriftin til hesa grein hjá Finnboga Ísaksyni um Ova Joensen var “Livdi í ódn - doyði í logn”. Stívliga 40 samdøgur [...] fráferðina úr Nólsoy eydnaðist tað Ova Joensen við Merkinum í húnar hátt at røkka málinum og hálsfevna og kyssa Lítlu Havfrúnna við Longu Linju í Keypmannahavn. Hópur av fólki var samankomið við Longu Linju
Tað eru 30 ár - og 3 dagar - síðani Perlan í Vágsbotni í Havn varð tikin niður. Hetta gjørdist stórmál, tí umframt at hava hýst matstovu, so var sera nógv tónleikavirksemi í húsinum heilt til tað fall [...] fall. Tað var Jazzfelagið, sum skipaði fyri, og tiltøk vóru eini 3 kvøld um vikuna, har bæði føroyskir og útlendskir gestir fóru á pall. Onki kom beinleiðis í staðin fyri Perluna, og hevur hetta tí elvt til [...] og fólkatónleikur, og so verður eisini jamsession. Samstarvað verður við Sirkus,og hugnað verður um inni. Hetta verður gjørt sum ein roynd í nakrar vikur, fyri at vita hvussu undirtøkan verður. Á myndini
teimum inni í einum húsum, har tey royndu at goyma seg. Stolið bilin frá bilasølu Tað vísti seg, at bilurin, sum tey trý koyrdu í, var stolin frá einari bilasølu í høvuðsstaðnum. Tann 30 ára gamli maðurin [...] Tað var um eitt-tíðina sunnunáttina, at løgreglan steðgaði einum bili við trimum fólkum í. Tá ið bilurin bleiv steðgaður, sluppu tey trý fólkini sær til rýmingar, men løgreglan fekk skjótt fatur á teimum [...] um náttina, eftir at hann var leyslatin av løgregluni. Tá fekk løgreglan nevnliga boð um, at maðurin gjørdi ónáðir á einum dansistað í Havn, men tá ið løgreglan kom á staðið, var maðurin rýmdur.