Rættiliga nógv landingarvirksemi var í Saltangará mánadagin, tá landingarmiðstøðin Kongshavn landaði ikki færri enn sjey skip. Í gjár var rættiliga nógv landing á landingarmiðstøðini Kongshavn í Saltangará.
Ikki færri enn sjey skip vóru inni, og hetta gav arbeiði til eini 30 fólk frá klokkan 06 á morgni til 22 á kvøldi.
Av gulllaksaskipum landaðu Polarhav og Stjørnan umleið 500.000 pund og Eysturbúgvin, sum partrolar saman við Vesturbúgvanum, hevði umleið 260.000 pund.
Vesturbúgvin landaði til Faroe Pelagic í Kollafirði og hevði umleið somu nøgd sum Eysturbúgvin.
Øll fýra gulllaksaskipini høvdu fulla last.
Í gjár landaðu eisini fýra partrolarar upsa í Saltangará.
Rókur og Lerkur høvdu 200.000 pund, og Bakur og Stelkur høvdu umleið 240.000 pund.
Í dag landa partrolararnir Heykur og Falkur umleið 300.000 pund í Saltangará.
Á landingarmiðstøðini Kongshavn verður sagt, at tað, sum sermerkir túrarnar hjá upsaskipunum í løtuni er, at túrarnir eru langir ? og gjarna millum einar 10 og 12 dagar hvør túrur.