30 ár síðan Ove róði til Danmarkar

Tað verða 30 ár í august, síðan nólsoyingurin, Ove Joensen, sáli, róði langa teinin úr Føroyum til Danmarkar.

Tað verða 30 ár í august, síðan nólsoyingurin, Ove Joensen, sáli, róði langa teinin úr Føroyum til Danmarkar. Tað var triðja royndin hjá honum, sum eydnaðist, og Ove Joensen náddi málinum, hann hevði sett sær.

 

Trý summar í slag - í 1984, 1985 og 1986 - róði hann teinin úr Føroyum til Hetlands, men tær báðar fyrru ferðirnar, endaði ferðin í Hetlandi.

 

Í triðju royndini, sum byrjaði í Nólsoy, kom hann eisini til Hetlands og hevði áræði at halda leiðina fram til Danmarkar.

 

Fyri Ova vóru hesir túrar ógvuliga hendingaríkir, og neyvan hevur altíð sæð so bjart út á ferðini - í lítlum árabáti millum lond.

 

Ove Joensen fekk ikki eitt langt lív eftir bragdið, hann framdi, tí longu heystið eftir druknaði hann á Skálafjørðinum - í blikastilli.

 

Tá Finnbogi Ísakson, sáli, gav út bókina “Aftur og fram”, skrivaði hann nakrar reglur um Ova og lív hansara, eftir nólsoyingurin var deyður inni á Skálafjørðinum.

 

Beinraknað yvirskriftin til hesa grein hjá Finnboga Ísaksyni um Ova Joensen var “Livdi í ódn - doyði í logn”.

 

Stívliga 40 samdøgur eftir fráferðina úr Nólsoy eydnaðist tað Ova Joensen við Merkinum í húnar hátt at røkka málinum og hálsfevna og kyssa Lítlu Havfrúnna við Longu Linju í Keypmannahavn.

 

Hópur av fólki var samankomið við Longu Linju, og yvirborgarstjórin í Keypmannahavnar kommunu, Egon Weidekamp, sáli, helt røðu fyri Ova Joensen.

 

Men, nólsoyingurin hevði so sanniliga eisini eitt lív fyri tíðina, tá hann fór undir at gera sín dreym til veruleika - dreymin um at rógva úr Føroyum til Danmarkar.

 

Sum blaðungur sigldi hann eitt nú við danska skúlaskipinum, har hann nam sær kunnleika um góðan sjómansskap, og hann sigldi eisini víða um lond við øðrum skipum og bátum.

 

Í sínum lutfalsliga stutta lívi gjørdist Ove Joensen eisini pápi at tveimum gentum og einum dreingi úti í tí stóru verð.

 

Genturnar, Christina og Rose, hava áður vitjað aftur á røturnar í Føroyum, og herfyri vitjaði eisini sonur Ova, Bo Janoschka, sum býr í Avstraliu og hevur týska mammu, fyri fyrstu ferð í Føroyum.