30 ár síðani Perlan varð tikin niður

Og í kvøld og frameftir fer Jazzfelagið, saman við Tutl, at skipa fyri tiltøkum í nýggju Perluni í Havn.

Tað eru  30 ár - og 3 dagar - síðani Perlan í Vágsbotni í Havn varð tikin niður.

 

Hetta gjørdist stórmál, tí umframt at hava hýst matstovu, so var sera nógv tónleikavirksemi í húsinum heilt til tað fall.

 

Tað var Jazzfelagið, sum skipaði fyri, og tiltøk vóru eini 3 kvøld um vikuna, har bæði føroyskir og útlendskir gestir fóru á pall. Onki kom beinleiðis í staðin fyri Perluna, og hevur hetta tí elvt til opið - ofta heit, kjak um spælistað og mentan sum heild , hesi farni 30 árini.

 

Men nú fara Kristian Blak, Jazzfelagið og Tutl aftur til verka.

 

Hvørt fríggjakvøld í nakrar vikur verður skipað fyri tiltøkum í nýggju Perluni, henni sum er millum Miðlahúsið og Vaskaríið, sigur ein av fyrireikarunum, Gissur Patursson.

Hetta er ein roynd, og byrjað verður longu í kvøld, fríggjakvøld. Perlan letur upp  um 20 ella 21 tíðina, og hildið verður á til klokkan 24, men hetta er ikki heilt lagt í fasta legu enn.

 

Á pallinum verður jazzur og fólkatónleikur, og so verður eisini jamsession.

 

Samstarvað verður við Sirkus,og hugnað verður um inni. Hetta verður gjørt sum ein roynd í nakrar vikur, fyri at vita hvussu undirtøkan verður.

 

Á myndini sæst gamla Perlan, ið stóð í Vágsbotni, yvirav har sum Miðlahúsið heldur til.