Tað var um eitt-tíðina sunnunáttina, at løgreglan steðgaði einum bili við trimum fólkum í. Tá ið bilurin bleiv steðgaður, sluppu tey trý fólkini sær til rýmingar, men løgreglan fekk skjótt fatur á teimum inni í einum húsum, har tey royndu at goyma seg.
Stolið bilin frá bilasølu
Tað vísti seg, at bilurin, sum tey trý koyrdu í, var stolin frá einari bilasølu í høvuðsstaðnum. Tann 30 ára gamli maðurin, ið koyrdi bilin, var eisini rúsdrekkávirkaður, og harafturat hevði hann mist koyrikortið.
Bilførarin kann tí fyrireika seg til at møta upp í rættinum, har hann verður ákærdur fyri stuldur, rúsdrekkakoyring og fyri at føra bil í frádømingartíðini.
Fyri at gera ilt verri, so gjørdi sami maður um seg seinni um náttina, eftir at hann var leyslatin av løgregluni. Tá fekk løgreglan nevnliga boð um, at maðurin gjørdi ónáðir á einum dansistað í Havn, men tá ið løgreglan kom á staðið, var maðurin rýmdur.









