3.318 ára fongsulsrevsing

Maðurin, ið skeyt og drap 12 fólk í einum biografi í USA í 2012, varð í dag dømdur 12 ferðir lívstíð í fongsli fyri illgerðina.

27 ára gamli amerikumaðurin James Holmes var í dag funnin sekur í 12 drápum og 140 morðroyndum. Hann varð dømdur til 12 ferðir lívstíð í fongsli, eina ferð fyri hvørt drápið, umframt fongsulsrevsing í 3.318 ár.

 

Hóast deyðarevsing enn er í gildi í Colorado, slapp drápsmaðurin undan hesi revsing, av tí at nevningarnir vóru ósamdir, um hann hevði tað uppiborið ella ikki.

 

Verjin hjá tí ákærda vildi vera við, at maðurin varð sálarliga sjúkur, men hesum tók dómarin ikki undir við. Hetta var tó møguliga tað, sum bjargaði honum frá deyðarevsingini.

 

20. juli 2012 fór hann inn í ein biograf í Colorado, har hann drap 12 og særdi 70 fólk, tá hann byrjaði at skjóta inni í filmshølinum, har fólk sótu og hugdu eftir einum Batmanfilmi.