30 dagar í geglið fyri at hava stolið nakrar túsund krónur

30 dagar fongsul fyri stuldur

Maðurin, sum í gjárkvøldið varð handtikin í samband við stuldurin úr eini felags vaskirúmi.

 

Maðurin møtti til grundlógaravhoyr seinnapartin og játtaði seg sekan í ákæruni. Hann noktaði seg tó sekan í ákæruni um at hann skal hava brotið inn í Etika.

 

Við tað, at maðurin játtaði seg sekan, bað ákærin um, at grundlógaravhoyrið var broytt til høvuðsforhandling og at maðurin fekk dóm í dag. Hesum ynskinum eftirlíkaði bæði ákærdi, verji og dómarin.

 

Maðurin var ákærdur fyri at hava stolið um 4.000 krónur, men segði, at hann hevði talt myntirnar, og at talan var um 117 20-krónur. Rætta talið skuldi tí vera 2.340 krónur.

 

Maðurin greiddi í rættinum frá, at hann hevði búð í grannalagnum og tað kom eisini fram í rættinum, at hann hevði stolið úr sama kassa áður. Soleiðis visti hann um pengarnar.

 

Maðurin er ein gamal kenningur hjá løgregluni og er ikki færri enn sjey ferðir áður dømdur fyri stuldur, umframt at hann hevur fleiri ferðir sitið inni fyri harðskap.

 

Ákærin segði, at talið á dómum gjørdi, at hóast talan var um eitt lítið mál hesa ferð, so mátti dómurin vera eini 30 dagar treytaleys fongsulsrevsing.

 

Verjin helt, at tað var nakað nógv. Hann vísti á, at maðurin var um at koma á rætt kjøl. Hann skal í næstum taka trygdarskeið og síðani til skips. Gaman í hevði hann nógvar dómar, men tað var fyri tað mesta fyri harðskap og einans minni stuldur. Ákærin helt tí, at talan í mesta lagi skuldi vera 30 dagar treytað fongsulsrevsing

 

Dómarin gav manninum 30 dagar treytaleysa fongsulsrevsing, umframt at hann skuldi gjalda endurgjald. Nógvu dómarnir gera, at grundarlag ikki var fyri at gera dómin treytaðan, segði dómarin.