veitingar fyri tilsamans umleið 75.000 krónur um árið, og Christoffer Jensen útgreinar hesar úteiðslur, skrivstovuhjálp, tilfar til skrivstovuhald og so gávur og bøkur. - Tað var ikki tað, eg nevndi. Eg gramdi [...] at hann hevur sjálvur verið noyddur at keypa og gjalda telefax, innlegging av telefon til skrivstovuhjálpina, og kopimaskinu. Teldu hevur hann keypt, og tað hevur kirkjuráðið klagað hann til bisp fyri [...] aftur við at lata presti pening. - Kirkjuráðini hava týðuliga og greitt sagt, at eg skal siga frá, hvat mær tørvar. Eg havi fingið teldu og mangt slíkt sum ta upphædd Christoffer Jensen nevnir, í veitingum
rasarúm at siga og gera, eftir egnu sannføring, og tað kemur eisini fram,tá hann heldur røðu í tinginum. Hann kennir tí eisini á sær, at tingmenn lurta eftir tí, sum hann førir fram, og eisini ber til at [...] positivan hátt, er viknaður, og tað var keðiligt. - Enn verri helt eg tað vera, at halda fram í einum flokki, sum bað meg tiga, sigur Finnbogi Arge. Tað byrjaði annars so væl. Tey ungu og nýggu umboðini fyri [...] áðrenn tú varð valdur, og hvørjar royndir hevur tú gjørt tær hesi árini? - Eg eri øgeliga vónsvikin av arbeiðsháttinum í Sambandsflokkinum, og av at eg í heila tikið fór í henda flokkin, og noyðist at viðganga
sum helst, tí felagið í Føroyum er framvegis til, og stjórin býr í Svøríki. Og eingin kann gera nakað, uttan stjórnin er við, sigur Jens Valdemarsson. Og júst tað, at stjórin er so ringur at hitta, tykist [...] Jens Valdemarsson sigur, at tað framvegis er ætlan teirra at koma til Føroya og royna at fáa greiði á, hvat veruliga er farið fram, meðan Ísbú virkaði í Føroyum. Støðan tykist heldur fløkt, sigur hann. Jens [...] Valdemarsson, stjóri í Ísbú í Reykjavík. Jens Valdemarsson sigur, at teir arbeiða framvegis við at finna fram til, hvussu nógvar pengar Ísbú skyldar hvørjum í Føroyum. Tað eru onkrir tekniskir trupuleikar á vegnum
Sambandsflokkinum. Tað hevur frá baklandinum verið ført fram, at landsstýris- og løgtingsmanning Sambandsfloksins eiga at vera høvisk hvør móti øðrum og at ósemjur skulu loysast innanhýsis. Vit sum valdir [...] opnum skermi sótu og gjørdu teirra egna privata samgonguskjal? Hann viðgongur eisini, at høvuðsendamálið hjá honum var at broyta støðutakan Sambandsfloksins til heimastýrislógina og harvið eisini til [...] ríkisfelagsskapin. Hann rør fram undir, at hann hevði ávísan stuðul í flokkinum til hesa ætlan. Til alla lukku eydnaðist kvettroyndin ikki, og tí endar Finnbogi Arge samrøðuna við omanfyri nevndu orðunum:
fundum. Har er eingin stýring, einki skil og eingin niðurstøða. Fundarleiðarin (løgmaður, blm.) melur út og inn, er ofta burturstaddur meira enn helvtina av tíðini og hevur sjáldan nakað íkast til kjakið. [...] Edmund Joensen førdi fram undir fíggjarlógarviðgerðini, tá hann m. a. hartaði tingmenn fyri bara at tosa um smálutir. Um fundirnar í sokallaðu lítlu samgongu, har landsstýrismenn og ein tingmaður úr hvørjum [...] Fyrstu ferð tað kom til sjóndar, var tá samgonga skuldi skipast aftan á valið í juli 1994. Finnbogi Arge og Bjørn á Heygum boðaðu alment frá, at teir vóru misnøgdir við Edmund Joensen sum samgonguleiðara. Hetta
verður kunngerðin frá John Petersen, fiskimálaráðharra lýst, og fevnir hon um avreiðingar av ráfiski veiddur á føroyskum landleiðunum og/ella í íslendskum sjóøki av øllum føroyskt skrásettum skipum. Veiðan [...] køssunum til vigingar, um fiskifarið hevur fráskilt og støddarskilt tann runda fiskin umborð. Út frá staksýni fæst ein endalig uppgerð yvir støddir og vekt. Fiskiveiðieftirlitið letur gera serligt oyðublað [...] skal upplýsa, hvar fiskurin er innvigaður í landinukm og hvussu hann hevur verið útboðin. Upplýsingarnar skulu váttast av tí, sum hevur innvigað og útboðið fiskin. Hóast omanfyri nevndu ásetingar kunnu
útreiðslusíða og ein inntøkusíða - og fyri at blíva verdi í hesum orðavalinum, so hevur landskassin í høvuðsheitum bert 3 bein at standa á á inntøkusíðuni, og tey er 1. skattur, 2. tollur (MVG) og 3. ríkisstuðulin [...] bert Grikkaland og Portugal hava lægri lønir í øllum Europa enn íslendingar!), og so sjálvandi at válka sær í bankakanningini, sum annars hevur verið við til at forða fyri einum normalum og konstruktivum [...] nógmikið. Nei, nú steig Finnbogi Ísakson fram undir fíggjarlógarviðgerðini, í eini roynd at vera seriøsur, og fyri einaferð skyld at seta tøl á loysingina, og greiddi hann frá, hvussu væl tað lá fyri at
kommunan fáa og njóta, ella missa og svíða í sama lagi, í góðum og rættum samstarvsanda og solidaritetsfatan. Hann sigur, at kommunustýrini bæði eru komin ásamt um, hvussu viðurskiftini skulu loysast. Og Leivur [...] Havnina og Kollafjørð komin heilt nær. Og nú liggur alt í hondunum á kollfirðingum sjálvum. Tí tær politisku samráðingarnar eru lidnar. Tórshavnar Býráð og Kollafjarðar bygdarráð hava samráðst seg fram til [...] skulu allir borgarar hava somu skyldur og somu rættindi. Dentur skal leggjast á, at tænstuveitingar og kostnaðarstøðið verður tað sama í allari kommununi. ? Og fara fíggjarligar broytingar at ávirka
valið, og heldur, at Edmund Joensen og Sambandsflokkurinhava bjargað Føroyum Tað sigur Pauli Ellefsen, hóast hann var uppstillaður, men ikki slapp inn á seinasta vali. Stríðið stóð millum teir gomlu og teir [...] stýrt bæði rætt og væl, sigur Pauli Ellefsen Tað er úrslitið ið telur - Ivast tú onga løtu, tá tú í bløðunum og í fjølmiðlunum annars frættir um ringa samskiftið millum løgmann, samgonguna og tingið, eisini [...] Ellefsen. Hann leggur dent á, at Edmund Joensen var einmælt valdur, og at eingin í Sambandsflokkinum hevði annað uppskot a seta fram. Um úttalilsini hjá Finnboga Arge, uttanflokkatingmann í Sosialinum
í august, men nú hava teir ikki vunnið í fýra vikur, og tað hevur kostað so mikið nógv stig, at bæði Silkeborg og Vejle hava lagt seg framum, og nú verður FCK eisini hótt av erkafíggindunum úr Brøndby [...] Sunnudagin var FCK í Vejle. Fyrra umfarið var ferðin lítil og møguleikarnir fáir. Í 2. hálvleiki var meiri ferð á, og tá fekk heimaliðið eitt mál og trý stig. Per Gravlund skoraði, eftir at hann var vorðin [...] heimavølli ímóti Herfølge, og tað gjørdi, at teir fyri fyrstu ferð í langa tíð vunnu sær oddasessin í superliguni. Teir hava 27 stig og eru javnir við Vejle. FCK hevur 26 stig, og Brøndby hevur 25 stig. Donsku