Atli Hansen skelkar Edmund Joensen

? Persónliga leggi eg ikki so nógv í ta vanvirðisligu umrøðuna av mínum persóni. Tá skelkar tað meg nógv meira, at Atli Hansen endar sína grein við at taka fult undir við og lyfta Finnboga Arge upp til skýggja

Finnbogi Arge

Finnbogi Arge endar eina langa samrøðu við Sosialin seinasta leygardag við hesum orðunum: ?men eg eri bert so vónsvikin, at tað ikki eydnaðist at taka uppgerðina við gamla Sambandsflokkin?.

Eg helt ikki, at tað bar til tá at ávara sambandsveljaran í Suðurstreymi ímóti vandanum fyri eini kvettroynd móti Sambandsflokkinum. Í Sosialinum seinasta leygardag greiðir Finnbogi Arge sjálvur sera gjølla frá hesi miseydnaðu kvettroynd.

Hann sigur, at hann hevði játtað at stilla upp fyri Fólkaflokkin og var á tí listanum. Í seinastu løtu avgjørdi hann at fara av fólkaflokslistanum yvir á sambandslistan við tí endamáli at endurnýggja Sambandsflokkin. At hugsa sær, at ein yvirbevístur fólkafloksmaður fekk loyvi til at endurnýggja Sambandsflokkin.

Um ein skal tora at trúgva teimum sum halda, at Fólkaflokkurin hevur sent mannin, fari eg ikki at svara uppá, fyrr enn ein sær, á hvørjum lista Finnbogi Arge er at finna til komandi løgtingsval.

Komin inn í flokkin roknaði Finnbogi Arge við, at flokspolitiska disiplinin fór at vera størri. Hvør minnist ikki føroyska metið, kanska heimsmetið, í tørvandi floksdisiplin, tá Finnbogi Arge sjálvur annar bjóðaði sjónvarpinum inn í sína egnu stovu, har teir báðir fyri opnum skermi sótu og gjørdu teirra egna privata samgonguskjal?

Hann viðgongur eisini, at høvuðsendamálið hjá honum var at broyta støðutakan Sambandsfloksins til heimastýrislógina og harvið eisini til ríkisfelagsskapin. Hann rør fram undir, at hann hevði ávísan stuðul í flokkinum til hesa ætlan.

Til alla lukku eydnaðist kvettroyndin ikki, og tí endar Finnbogi Arge samrøðuna við omanfyri nevndu orðunum: ?men eg eri bert so vónsvikin, at tað ikki eydnaðist at taka uppgerðina við gamla Sambandsflokkin?.


Atli Hansen

Atli Hansen gevur mær av grovfílini í grein í Dimmalætting seinasta leygardag. Orsøkin er ein samrøða, sum Katrin Petersen hevði við tríggjar av landsstýrismanningini hvør sær um broyttu umstøðurnar hjá landsstýrismonnum og hjá løgtingsmonnum at arbeiða undir, nú vit hava fingið nýggju stýrisskipanarlógina.

Mín ætlan var avgjørt ikki at bera fram, at eg eri ósamdur við Atla Hansen um hansara áskoðan á føroysku samferðsluna. Tvørtur ímóti haldi eg okkum verða stórt sæð samdar um hesi viðurskifti.

Ætlanin var at vísa á, at meðan løgtingsmenn fyrr frá løgtingsins røðarapalli viðgjørdu allar detaljur, og ofta avgjørdu enntá smærri broytingar í ferðaætlanunum hjá Strandferðsluni, so er hetta ikki ætlanin longur, nú vita hava fingið nýggju lóggávuna. Umstøðurnar hjá landsstýrismonnunum eru eisini broyttar. Teir kunnu ikki longur sita úti í Tinganesi og tingast, og við hvørt atkvøða, um detaljurnar.

Smálutirnir innan tey einstøku økini verða nú avgjørdir av viðkomandi landsstýrismanni.

Løgtingsmenn verða noyddir til at venja seg við hesa broyttu støðu, ella mugu teir seta fram uppskot til neyðugar broytingar á lóggávuøkinum.

Eg haldi at orðavalið í greinini hjá Atla Hansen var óneyðuga ljótt. Hetta gagnar ikki Sambandsflokkinum. Tað hevur frá baklandinum verið ført fram, at landsstýris- og løgtingsmanning Sambandsfloksins eiga at vera høvisk hvør móti øðrum og at ósemjur skulu loysast innanhýsis.

Vit sum valdir eru í Eysturoynni hava eisini fingið skriv frá okkara egna felag um at tað kann fáa avleiðingar, um vit ikki liggja innan fyri rímuligt mark.


Tað sum skelkar

Persónliga leggi eg ikki so nógv í ta vanvirðisligu umrøðuna av mínum persóni.

Tá skelkar tað meg nógv meira, at Atli Hansen endar sína grein við at taka fult undir við og lyfta Finnboga Arge upp til skýggja.