Tað var Pauli Ellefsen, sum peikaði á Edmund Joensen til eftirmann sín í formanssessinum í Sambandsflokkinum. Hann er framvegis fegin um valið, og heldur, at Edmund Joensen og Sambandsflokkurinhava bjargað Føroyum
Tað sigur Pauli Ellefsen, hóast hann var uppstillaður, men ikki slapp inn á seinasta vali. Stríðið stóð millum teir gomlu og teir nýggju í flokkinum.
- Heldur tú at tað var rætt at endurnýggja flokkin, fyri síðani at snara aftur á gomlu kósina?
-Sambandsflokkurin hevur havt røttu kósina alla tíðina. Eg eri djúpt imponerðaur av Edmund Joensen: Hann hevur stýrt bæði rætt og væl, sigur Pauli Ellefsen
Tað er úrslitið ið telur
- Ivast tú onga løtu, tá tú í bløðunum og í fjølmiðlunum annars frættir um ringa samskiftið millum løgmann, samgonguna og tingið, eisini sambandstingmonnum?
- Tað eru úrslitini sum telja - fyri samfelagið og fyri flokkin. Sambandsflokkurin stendur seg eisini væl í veljarakanningum, sigur Pauli Ellefsen. - Tað sigur mær so mikið, at um Sambandsflokkurin ikki stýrdi, so stóð ikki so væl til í samfelagnum í dag, sigur Pauli Ellefsen.
Spurdur, um tað ikki er ótrygt, at eingin veit, hvat løgmaður ger í Danmark, sigur Pauli Ellefsen, at hann sum vanligur veljari ikki nýtist at vita, hvat løgmaður ger í Danmark.
Skal hava neps um hann ger nakað skeivt
- Løgmaður hevur fingið álit at stýra Føroyum í fýra ár, men sjálvandi. Ger hann nakað skeivt, so skal hann hava eitt neps fyri tað, sigur Pauli Ellefsen, sum ikki heldur tað vera sannlíkt. Hann ásannar kortini, at hann kanska ikki er ópartískur, tá tað snýr seg uml eiklutin hjá løgmanni.
-Minnst til, at tað eg sum peikaði á Edmund Joensen til eftirmann mín í formanssessinum í Sambandsflokkinum, sigur Pauli Ellefsen.
Hann leggur dent á, at Edmund Joensen var einmælt valdur, og at eingin í Sambandsflokkinum hevði annað uppskot a seta fram.
Um úttalilsini hjá Finnboga Arge, uttanflokkatingmann í Sosialinum leygardagin, har hann sigur at løgmaður hevur tikið Sambandsflokkin sum gísla, ger Pauli Ellefsen hesa niðurstøðu:
-Tá Edmund Joensen var einmælt valdur formaður í flokkinum. Hvussu kann hann so hava flokkin sum gísla? Tað er møsn.
Eg hjálpti bara flokkinum
- Hví stillaði tú upp aftur til løgtingsvalið, eftir at tú var farin sum formaður, um nú Edmund Joensen dugdi so væl at stýra flokkinum?
- Tað, at eg stillaðu upp, var bara fyri at fáa nakrar eyka atkvøður til flokkin, men tað sakar einki, at eg ikki varð valdur.
- Kortini fekk eg so nógvar atkvøður, at eg eitt skifti var bangin fyri at verða valdur.
- Er tað ikki ódemokratiskt, og at halda veljararnar fyri gjøldur at stilla upp, men samstundis vóna ikki at verða valdur inn á ting?
- Sjálvandi er tað demokratiskt. Hetta er ein háttur at ávirka fólk. Vit vita, at 16 tingevni stilla upp til val, men at bert nøkur verða vald. Tað er eisini ein háttur at skaffa flokkinum betri grundarlag at virka á, sigur Pauli Ellefsen.
Eg trúgvi tí ikki
- Skapar tað ikki ótryggleika, tá løgmaður fer til Danmarkar, og einki frættist um hvat hann ger har, ella hvørjar avtalur hann ger við danir?
- Álvaratos, eg trúgvi ikki, at Edmund Joensne fer til Danmarkar at gera avtalur, sum vit ikki vita um í Føroyum. Tað er sjálvandi skeivt um hann ger tað, men hesum trúgvi eg ikki, sigur Pauli Ellefsen.










