Landing uttanlands avmarkast

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum lýsir kunngerð, sum avmarkar, at fiskur fer óviðgjørdur av landinum

Nú skal avreiðingin av óviðgjørdum fiski uttanlands avmarkast.

Í nýggjasta kunngerðarblaðnum verður kunngerðin frá John Petersen, fiskimálaráðharra lýst, og fevnir hon um avreiðingar av ráfiski veiddur á føroyskum landleiðunum og/ella í íslendskum sjóøki av øllum føroyskt skrásettum skipum.

Veiðan skal avreiðast um eina av Fiskiveiðueftirlitinum góðkenda innvigingarskipan í Føroyum og skal annaðhvørt seljast beinleiðis til fiskavirki í Føroyum til virkingar ella bjóðast út á uppboðssølu í Føroyum.

Verður fiskur fluttur óvirkaður av landinum, skal útflytarin yvir fyri tollvaldinum skjalprógva, at fiskurin hevur verið alment útboðin í Føroyum annaðhvørt á gólvuppboðssølu ella á almennari telefonuppboðssølu, soleiðis at keypari hevur møguleika til at keypa partar av veiðini.

Tá avreitt verður kann verða loyvt, at fiskurin ikki verður hálvdur úr køssunum til vigingar, um fiskifarið hevur fráskilt og støddarskilt tann runda fiskin umborð. Út frá staksýni fæst ein endalig uppgerð yvir støddir og vekt. Fiskiveiðieftirlitið letur gera serligt oyðublað, har útflytarin m. a. skal upplýsa, hvar fiskurin er innvigaður í landinukm og hvussu hann hevur verið útboðin. Upplýsingarnar skulu váttast av tí, sum hevur innvigað og útboðið fiskin.

Hóast omanfyri nevndu ásetingar kunnu føroysk fiskifør avreiða beinleiðis uttanlands svarandi til 25% av nøgdini, uttan at hetta ávirkar nýtta fiskidagatalið ella egnu kvøtu. Avreiðingarnar uttanlands kunnu bert fara fram á einari av Fiskiveiðueftirlitinum góðkendari innvigingarskipan.

Skiparin skal boða Fiskiveiðueftirlitinum frá í seinasta lagi ein tíma eftir at byrjað er at sigla til útlendska marknaðin.

Avreiðir fiskifar beinleiðis uttanlands, og avreitt er meir enn 25% av nøgdnini, verður nýtta fiskidagatalið ella egna kvota fyri túrin hækkað við 30%. Ein túrur í hesum sambandi er at rokna frá tí, at fiskifar fer til fiskiskap til tað er komið í ta havn uttanlands, har veiðan verður avreidd.

Kunngerðin, sum er dagfest 16. oktober, kemur í gildi fimm dagar eftir, at hon er lýst.