Nú er opið stríð í Sambandsflokkinum

? Har er eingin stýring, einki skil og eingin niðurstøða. Fundarleiðarin melur út og inn, sigur Atli Hansen, um fundirnar í »lítlusamgongu«, sum løgmaður leiðir

Í longri tíð hevur eitt ávíst stríð verið at kent í Sambandsflokkinum. Fyrstu ferð tað kom til sjóndar, var tá samgonga skuldi skipast aftan á valið í juli 1994. Finnbogi Arge og Bjørn á Heygum boðaðu alment frá, at teir vóru misnøgdir við Edmund Joensen sum samgonguleiðara. Hetta stríð tóktist kortini at leggjast, men í 1995 gjørdi Finnbogi Arge av at fara úr tingbólki Sambandsfloksins.

Síðani tá hava vit fleiri ferðir merkt, at tingmenn floksins eru ónøgdir við løgmann. Eitt nú ta ferðina í juni 1996, tá løgmaður í útvarpinum boðaði frá, at hann fór at skriva út val.

Men eingin hevur sagt tað so greitt, sum Atli Hansen gjørdi í Dimmalætting leygardagin. Atli Hansen, sum situr á tingi sum varamaður fyri Edmund Joensen, ið sum løgmaður má leggja sætið á tingi frá sær, er eisini formaður Sambandsfloksins á tingi. Hann er sera misnøgdur við tað, sum Edmund Joensen førdi fram undir fíggjarlógarviðgerðini, tá hann m. a. hartaði tingmenn fyri bara at tosa um smálutir.

Um fundirnar í sokallaðu lítlu samgongu, har landsstýrismenn og ein tingmaður úr hvørjum tingbólki tosa saman, hevur Atli Hansen ikki nógv gott at bera. Hann sigur:

»Tað er valla nakar, ið heldur seg fara klókari ella ríkar útaftur av hesum fundum. Har er eingin stýring, einki skil og eingin niðurstøða. Fundarleiðarin (løgmaður, blm.) melur út og inn, er ofta burturstaddur meira enn helvtina av tíðini og hevur sjáldan nakað íkast til kjakið. Eg haldi, at tað er breið semja millum luttakararnar, at hesir fundir einki gev, men bert taka tíð og kreftir frá okkum. Tí fari eg at skjóta upp, at vit niðurleggja teir - í hvussu so er í eina tíð. Tað er besti máti at finna útav, um teir yvirhøvur hava nakað virði. Um nakar fer at sakna teir«

Í samrøðu í Sosialinum leygardagin, greiðir Finnbogi Arge frá, hví hann fór úr Sambandsflokkinum. Hann sigur, at tá landsstýrissamráðingarnar vóru, royndi hann at fáa annan samráðingarleiðara, enn Edmund Joensen, tí hann metti ikki, at Edmund Joensen var førur fyri at greiða uppgávuna:

» - Eg tók stig til at fáa annan samráðingarleiðara, og ein meirluti í tingbólkinum tók undir við tí.

- Edmund Joensen svaraði, at vit kundu gera sum vit vildu, men um annar samráðingarleiðari skuldi veljast, so fór hann at siga samráðingarumfarið frá sær.

- Tí valdi tingmanningin at lata Edmund Joensen halda fram. Tað var størsti feilurin, sum Sambandsflokkurin gjørdi, at hann loyvdi Edmund Joensen at taka Sambandsflokkin sum gísla, tí hann (Edmund Joensen, blm.) er ikki førur fyri at stýra. Alt sum er hent síðani tá, prógvar tað, sigur Finnbogi Arge. Avleiðingin hjá Finnboga var, at hann tók seg úr Sambandsflokkinum. Hann hevði tikið stig til at fáa Edmund Joensen frá, og tá tað ikki eydnaðist, var einasta náttúrliga avleiðingin, at hann fór sjálvur.«


Tað eydnaðist ikki Sosialinum at fáa eina viðmerking frá løgmanni sjálvum