Nú verður skjótt fólkaatkvøða í Kollafjørði um samanlegging

Nú hava kollfirðingar bóltin, tí samráðingarnar ímillum býráðið í Havn og bygdarráðið í Kollafjørði eru lidnar við góðum úrsliti

? Eg haldi, at skulu vit leggja saman við nøkrum, skal, tað verða við Havnini.

Hans Jacob Hansen, bygdaráðsformaður í Kollafjørði, sigur, at hann dugir bara at síggja fyrimunir í eini samanlegging ímillum Kollafjørð og stóra grannan sunnanfyri Hórisgøtu.

Leivur Hansen, starvsfelagið hansara í Havn, er líka sannførdur.

? Fyri okkum verður tað bara ein fyrimunur at leggja saman við Kollafjørð, sigur hann.....

Og tað er nógv sum bendir á, at Havnin og Kollafjørður verða ein kommuna eftir kommunuvalið í 2000.

Men gongur sum ætlað, verða báðar báðar kommunurnar riknar eftir somu fíggjarlóg longu frá 1. januar.

Samstundis fáa kollfirðingar umboð í allar nevndir hjá Tórshavnar Kommunu, og bygdarráðsformaðurin í Kollafjørði fær sæti í Tórshavnar Býráð við talirætti, men ikki atkvøðurætti.


Liggur nú í hondunum á Kollfirðingum

Henda seinasta mánaðan er ein samanlegging ímillum Havnina og Kollafjørð komin heilt nær.

Og nú liggur alt í hondunum á kollfirðingum sjálvum.

Tí tær politisku samráðingarnar eru lidnar.

Tórshavnar Býráð og Kollafjarðar bygdarráð hava samráðst seg fram til, hvussu ymisk viðurskifti ímillum báðar kommunurnar skulu skipast, verða tær lagdar saman.

? Vit hava samráðst okkum ígjøgnum ein lista við 74 ymsum málum á, sum skulu loysast í sambandi við eina møguliga samanlegging, sigur Leivur Hansen, býráðsformaður í Havn.

? Fortreytin fyri samráðingunum hevur verið, at verður lagt saman, skulu allir borgarar hava somu skyldur og somu rættindi. Dentur skal leggjast á, at tænstuveitingar og kostnaðarstøðið verður tað sama í allari kommununi.

? Og fara fíggjarligar broytingar at ávirka kommunuraksturin, skal øll kommunan fáa og njóta, ella missa og svíða í sama lagi, í góðum og rættum samstarvsanda og solidaritetsfatan.

Hann sigur, at kommunustýrini bæði eru komin ásamt um, hvussu viðurskiftini skulu loysast.

Og Leivur Hansen sigur, at hann er til reiðar at taka kollfirðingar í sín stóra favn.

? Vit í Havnini hava onki ímóti at leggja saman við kollfirðingum, tí tað er bara ein fyrimunur fyri okkara kommunu, sigur hann.


Báði borgarafundur og fólkaatkvøða

So nú veldst alt um, hvat kollfirðingar siga.

Kollfirðingar skulu hava fund í samráðingarbólkinum og í bygdarráðnum um málið.

Samstundis er ætlanin at hava borgarafund í Kollafjørði heilt skjótt, har høvi verður at spyrja um øll ivamál í sambandi við eina møguliga samanlegging. Og ætlanin er síðani at hava fólkaatkvøðu í bygdini um málið.

Hans Jacob Hansen sigur, at hann væntar, at fundirnir, og atkvøðugreiðslan verða í komandi mánaða.

Bygdaráðsformaðurin sigur, at ætlanin er, at kollfirðingar skulu taka støðu til fleiri spurningar á fólkaatkvøðuni.

T.d. verða teir spurdir um, antin teir yvirhøvur halda tað verða rætt at leggja saman við nøkrum, ella um teir halda, at Kollafjørður skal verða sjálvstøðug kommuna.

? Tey, sum vilja leggja saman, verða so spurd, hvørjum tey vilja leggja saman við, um tey vilja leggja saman við Havnini, ella um tey heldur vilja leggja saman við øðrum kommunum


Kann siga nei, men.....

Verður fólkaatkvøðan bindandi fyri bygdarráðið?

? Nei, hon er fyri at vita, hvat kollfirðingar halda um hetta.

Er nøkur meining í at hava fólkaatkvøðu, sum ikki er bindandi, og sum kollfirðingar kunnu frykta fyri verður skúgvað til viks, um úrslitið ikki er eftir tykkara høvdi?

?Fólkaatkvøðan er fyri at vísa landsstýrinum, hvat fólksins vilji í Kollafjørði er.

Tí tað er nevniliga ikki bara kommunurnar báðar, sum gera av, um nakað verður burturúr samanleggingini. Samanleggingin skal góðkennast í landsstýrinum.

Men hvørki Leivur Hansen, ella Hans Jacob Hansen roknað við, at Eilif Samuelsen fer at leggja seg í buktina.

? Hann hevur sjálvur sett kommunusamanlegging ovarliga í sítt politiska skjøldur. So dugi eg ikki at síggja, hvussu hann kann siga nei, tá kommunur sjálvbodnar vilja leggja saman, heldur Leivur Hansen.

? Eg vænti ikki, at tað fer at bera til hjá landsstýrismanninum at gera ímóti fólksins vilja, heldur Hans Jacob Hansen.

Og sjálvur ivast hann ikki í, hvat hann fer at mæla til:

? Eg haldi, at skulu vit leggja saman við nøkrum, táa vit mest burturúr at leggja saman við Havnini


Skúlin á Oyrabakka kann missa 800.000

Báðir kommunuformenninir eru samdir um, at tær politisku samráðingarnar hava gingið væl.

Talan hevur verið um nógv ivamál, men tað hevur gjørt tað eitt sindur lættari, at kommunurnar eru ikki so ymiskt fyri fíggjarliga.

? Veruliga skuldin hjá Havnini er 520 miljónir og tað eru góðar tvær álíkingar. ? Kollafjarðar kommuna minni enn eina álíkning, sum er einar 11 miljónir, sigur Leivur Hansen.

Tað er bara 0,5% á muni ímillum skattaprosentini í báðum kommununum, tað er tilsamans 19 í Havn og 18,5 í Kollafjørði.

Báðir bygdaráðsformenninir vita, at nógvir kollfirðingar stúra fyri, at alt verður drigið til Havnar.

Men tað stúrir hvørgin kommunuformaðurin fyri.

Men báðir siga, eitt tvey stórmál at loysa, eru, at Kollafjørður er limur í IRF og at børnini í Kollafjørði ganga í framhaldsdeildina í fleagsskúlanum í Oyrabakka. Samstundis er Kollafjørður tann kommuna, sum betalir mest til skúlan, um 800.000 um árið.

? Tað eru eini 50 børn úr Kollafjørði í framhaldsdeildini á Oyrabakka, men teimum hava vit væl pláss fyri í Havn, sigur Leivur Hansen.

Samstundis hevði verið høgligari at latið børnini gingið í skúla í Havn, tí so kundu tey fylgst við foreldrunum, sum í nógvum førum arbeiða her.

Leivur Hansen sigur, at avtala er um, at tey foreldur sum vilja tað, kunnu framyvir lata børnini fara til Oyrabakka.

? Men velja børnini at koma til Havnar, tekur tað alt grundarlagið undan skúlanum á Oyrabakka, og tað er ein trupulleiki, sum má loysast.

Leivur Hansen sigur eisini, at útvegis mugu finnast fyri so at kollfirðingar sleppa úr IRS so at ruskið verður brent í Havn.

Verða kommurnar lagdar saman, veksur Tórshavanr kommuna ú vídd úr 75 ferkilometrum, sum hon er nú, upp í einar 110 ferkm.