Nú tekur Brøndby seg inn á FCK

Fótbóltur: Brøndby hevur vunnið sjey stig inn á FCK seinastu vikuna

FCK misti sunnudagin oddasessin í donsku superliguni. Teir hava verið á odda, síðani farið varð undir nýggju kappingina í august, men nú hava teir ikki vunnið í fýra vikur, og tað hevur kostað so mikið nógv stig, at bæði Silkeborg og Vejle hava lagt seg framum, og nú verður FCK eisini hótt av erkafíggindunum úr Brøndby.

Sunnudagin var FCK í Vejle. Fyrra umfarið var ferðin lítil og møguleikarnir fáir. Í 2. hálvleiki var meiri ferð á, og tá fekk heimaliðið eitt mál og trý stig. Per Gravlund skoraði, eftir at hann var vorðin leysur í høgru. David Nielsen hevðí bestu royndina hjá FCK, men bólturin fór í stólpan.

Silkeborg, sum FCK týskvøldið í síðstu viku spældi 1-1 ímóti í Parkini í Keypmannahavn, vann 2-0 á heimavølli ímóti Herfølge, og tað gjørdi, at teir fyri fyrstu ferð í langa tíð vunnu sær oddasessin í superliguni. Teir hava 27 stig og eru javnir við Vejle. FCK hevur 26 stig, og Brøndby hevur 25 stig.

Donsku fjølmiðlarnir siga, at Kaj Larsen, málverjin hjá Herfølge, í báðum førunum, tá Silkeborg skoraði, klossaði í tí, og so kunnu vit bara gita okkum, at tað ikki verður so leingi, til Jákup Mikkelsen aftur fer at fáa møguleikan ímillum stólparnar. Har hevur hann ikki verið, síðani hann var skaddur í sambandi við at landsliðið var í Estlandi.

OB er framvegis nógv niðast í bestu deildini, men venjarin hjá teimum, Roald Poulsen, sleppur at halda fram eitt sindur afturat. Í vikuskiftinum vóru teir í Aalborg, og har var úrslitið 1-1, eftir at OB hevði spælt væl og verið á odda 1-0, tá tað var hálvleikt.

Í fyrsta umfarinum var tað stórur skelkur, at nýggja felagið í superliguni, Aarhus Fremad, vann 2-0 ímóti stórfelagnum í Aarhus, sum eitur AGF. Um vikuskiftið hevndi AGF seg. Teir vunnu 2-1. Tað hevur ljóðað, at Sitg Tøfting, sum áður hevur spælt við AGF, og sum er rýmdur úr OB, nú skuldi spæla við Aarhus Fremad, men nú er greitt, at tað verður einki burturúr hesari ætlanini. Tøfting vildi hava við í sáttmálan, at hann var leysur av felagnum, um teir fluttu niður, men tað vildi Aarhus Fremad ikki, og nú spælir Tøfting ikki í nøkrum felag. Hann er framvegis á lønarlistanum hjá OB og hann venur í Hamburg, sum hann áður hevur spælt við.

Brøndby vann 2-1 á heimavølli ímóti Lyngby. Stórfelagið hevur rættiliga fótað sær eftir líitið sannførandi kappingarbyrjan. Serliga er tað Ebbe Sand, sum ger um seg sum málskjútti. Hesar seinastu ferðirnar hevur hann íalt skotið sjey mál, og ímóti Lyngby skoraði hann bæði málini.

Lagið er einki serligt í AB. Teir hava verið ímillum fremstu liðini, men í vikuskiftinum klossaðu teir orduliga í tí. Ikast, sum hevur verið mett sum eitt av fremstu evnunum til niðurflyting, vann 2-1 í Gladsaxe Idrætspark.