útlandinum. Vit eru á ferð í einum djóragarði, men vit eru ikki í útlandinum. Vit eru á Ternuryggi í Havn. Fyri at gera tað greitt beinanvegin, so hava djórini tað einastandandi gott á trøðni hjá Peturi [...] frá, at tað er so púra friðarligt at ganga á trøðni. Men tað er uttan iva nakað av tí, hann hevur leitað eftir, tá hann keypti á Ternuryggi heldur enn at byggja á Frælsinum. Her uppi valdar friður. Heimagjørdur [...] Sjálvt um vit í dag skriva 1999, so kenst tað sum vit ferðast uttan fyri lóg og rætt her uppi á villini víddum á Ternuryggi. So Gud í himmalinum veit, hvat fólk hava hugsað, tá ið hann flutti niðan her í
Hansen verður málverji. Hóast hann er 18 ára gamal og ongantíð hevur vart málið á besta liðnum, so hava vit stórt álit á honum. Hann er evnaríkur og hevur spælt 58 dystir í næstbestu deildini, sigur NSÍ [...] sigur Klæmint A. Olsen. Toppskjúttin verður fremsti maður, og eisini framrættaðu Árni Frederiksberg og Petur Knudsen vera við frá fyrsta bríksli. Teir vóru á beinkinum sunnudagin. Mannfallið í NSÍ er stórt [...] tikkin sunnudagin, tá ið teir longu klokkan 16 í dag fara at ynskja hvørjum øðrum væl aftur komnum á vøllin í Trongisvági. Tað er ikki so ofta, at tað bara eru tríggir dagar ímillum, at tvey lið í bestu
sær, at tað nú eru fimm stig frá AB á áttanda plássinum og aftur til Skála, sum er á 9. plássi. Í Klaksvík endaði tað 2-2 millum KÍ og NSÍ. Árni Frederiksberg setti hol á fyri NSÍ eftir hegnisligt uppspæl [...] royndi fyrstu minuttirnar eftir steðgin at leggja trýst á, men KÍ vardi væl fyri, og nú gongur javnt á. Veteranurin Christian Høgni Jacobsen er komin á NSÍ liðið í staðin fyri Jann Martin Mortensen. HÁLVLEIKUR [...] Reinert peikaði á ellivu metra blettin, og liðformaðurin Páll A. Klettskarð umsetti brotssparkið til mál. Tað gongur rættiliga javnt á! 15) 0-1: Árni Frederiksberg So hevur NSÍ lagt seg á odda í Klaksvík
sekund frammanfyri. Norðmaðurin Thor Hushovd er framvegis fremsti maður í Tour de France og er tí enn í teirri gulu troyggjuni. Eygleiðarar eru á einum máli um, at hann stóð seg sera væl í dagsins kapping. [...] sterkari, Alberto Contador ella luksenburgarin Andy Schleck úr Leopard Trek. Endin varð, at Contador kom á mál átta sekund fyrr enn Schleck, og tí er munurin teirra millum tódnaður eitt vet, so Andy Schleck
næstu minuttirnar sá heimaliðið út til at hava taka á tí og at vera á sigurskós, meðan gestirnir fyri tað mesta runnu aftaná. So var tað, at alt koppaði á høvdið eftir fýra minuttum. FC Suðuroy eksploderaði [...] ber við sær, at FC Suðuroy hevur 12 stig og er á áttanda plássi. Tað eru tvey stig aftur til TB og fimm stig aftur til 07 Vestur, sum nú klokkan 17.15 fer á vøllin í Runavík. Øll fimm málini við Stórá vórðu [...] TB miðvallarin Nikolei Johannesen legði beinanvegin heimaliðið á odda við beinleiðis frísparki, og Samudeen Musah, sum var fremsti maður hjá TB, økti um munin til 2-0. Uppleggið átti Musah Armah, sum var
Sámal Erik Hentze venjari hjá NSÍ. Á dómaraseðlinum stendur, at Mathias Nielsen skoraði, men á upptøkunum sær tað út til, at Klæmint A. Olsen hevði tað ovasta av krúllinum á bóltinum, áðrenn hann fór í netið [...] Rasmus Nissen, sum í dag var fremsti maður, sum skoraði sigursmálið. Hetta var fyrsta málið hjá Rasmusi Nissen, síðani hann í summar varð partur av B36. B36 er nú á fjórða plássinum, sum eftir kappingarlok [...] kommunuuppgerð á Skála. NSÍ – B36 1-2 (1-0) 1-0: Mathias Nielsen 16. 1-1: Martin Agnarsson 1-2: Rasmus Nissen Dómari: Rúni Gaardbo NSÍ: Karstin Hansen – Pætur Hentze, Miska Rautiola, Oddur Á. Højgaard, Atli
Ein av royndastu leikarunum hjá strandingum er Elias Hansen. Hann sigur við Sosialin, at á Skála og á Strondum snýr alt prátið í hesum døgum seg um hondbólt. Fólkið er øgiliga spent, sigur Elias og leggur [...] hetta er ein ógvuliga stuttligur endi á eitt spennandi og stuttligt kappingarár. Um strandingar høvdu, tá ið kappingarárið byrjaði, sett sær ein ynskidreym um endan á kappingarárinum, so hevði hann neyvan [...] Kyndli, Bárður Johannesen og Hans á Lag, skulu spæla fótbóltsdyst við HB í steypakappingini klokkan hálvgum tvey. Tá ið hesin dystur er lokin, fara teir báðir við bili niðan á Hvítanes, har skjóttgangandi bátur
Jógvani á Lakjuni, sum spurdi hana um nýggju vígslubrøvini, ið eru gjørd, eftir at hjúnabandslógini var broytt. Jógvan á Lakjuni spurdi millum annað, um tað er rætt, at í staðin fyri »kvinna« og »maður« nú [...] stendur »maki 1« og »maki 2« á vígslubrøvunum. Jógvan á Lakjuni vil eisini hava at vita, hví vígslubrævið skal gerast kynsneutralt, tá ið tey flestu, sum gifta seg, eru maður og kvinna. Høgni Hoydal fer
niðurflytingarkandidatunum – 2-1 á heimavølli ímóti AB og 1-0 á Svangaskarði ímóti B68. -Vit hava fokus á úrslitunum, og vit rokna avgjørt við, at tað fer at eydnast at vinna á heimavølli ímóti ÍF, men vit [...] árini. Einasti maður, sum higartil hevur verið við í øllum tjúgu landskappingardystunum, og sum hevur spælt allar dystirnar á tamb, er vongverjin í høgru Jónas Þ ór Næs. Eftir at hava verið á liðnum í 1800 [...] venjarin Eyðun Klakstein. Tað hava verið nógvar skiftingar í framrættaða partinum. Á Toftum var Lukasz Cieslewicz fremsti maður, og Róaldur Jakobsen var framrættaður sentralur miðvallari – frammanfyri Eli Falkvard
blómutyssi á støð, har ferðsluvanlukkur hava kravt mannalív. Í kirkjum og samkomum verður evnið stundum tikið upp hendan dag. Endamálið við tiltakinum er at fyribyrgja og fáa okkum øll at steðga á eina løtu [...] Gunnarsson, sum fyrstu ferð í 2000 tók stig til at leggja út blómutyssi, fyri á stillføran hátt at minnast tey, ið lótu lív á føroysku vegunum. Hann samskipar framhaldandi tiltakið í samstarvi við sjálvbodna [...] gongdin higartil í 2019 er ikki eins jalig. Ein ferðsluvanlukka hevur kravt mannalív. Í juni doyði ein maður av skaða frá ferðsluóhappi. Frá 1. januar til 30. juni hevur politiið skrásett 19 ferðsluóhapp við