Í dag var fýrverkið hjá vágbingum í Trongisvági

Eftir fýra minuttum í fyrra hálvleiki eksploderaði tað hjá FC Suðuroy, sum vendi 0-2 til 3-2 sigur, og nú eru teir syðru í oynni yvir strikuni

Rasmus Olsen var stinnur millum stólparnar hjá FC Suðuroy, sum í dag vann 3-2 á útivølli ímóti TB

 

 

Tað var óvanliga hendingarríkur og undirhaldandi fyrri hálvleikur, tá ið FC Suðuroy vann grannauppgerðina við Stórá í Trongisvági 3-2. Sigurin ber við sær, at FC Suðuroy hevur 12 stig og er á áttanda plássi. Tað eru tvey stig aftur til TB og fimm stig aftur til 07 Vestur, sum nú klokkan 17.15 fer á vøllin í Runavík.

 

Øll fimm málini við Stórá vórðu skorað í fyrra hálvleiki.

 

TB miðvallarin Nikolei Johannesen legði beinanvegin heimaliðið á odda við beinleiðis frísparki, og Samudeen Musah, sum var fremsti maður hjá TB, økti um munin til 2-0. Uppleggið átti Musah Armah, sum var vongverji í høgru, nú Torkil Holm var leikbannaður.

 

Hetta var í 21. minutti, og næstu minuttirnar sá heimaliðið út til at hava taka á tí og at vera á sigurskós, meðan gestirnir fyri tað mesta runnu aftaná.

 

So var tað, at alt koppaði á høvdið eftir fýra minuttum. FC Suðuroy eksploderaði við at skora trý mál, og tað vísti seg at vera avgerandi, tí TB megnaði ikki at svara aftur, og síðstu løtuna var brekkan eyka brøtt, tí tá var heimaliðið undirmannað, eftir at liðformaðurin Ragnar Joensen hevði sæð gula kortið fyri aðru ferð.

 

Eftir kiks í TB uppspælinum var tað vongverjin í vinstru Owusu Andorful, sum við skoti at brotsteigarmarkinum minkaði um munin fyri FC Suðuroy. Tveir minuttir seinni javnaði Pætur Augustinussen eftir uppspæl frá Fríða Holm, sum var fremsti maður, og uppaftur tveir minuttir seinni var tað Fríði Holm, sum skoraði til 3-2.

 

Talan var um javna uppgerð, sum í seinna hálvleiki ikki var so hendingarrík. Tá gekk tað fyri seg eftir treytunum hjá FC Suðuroy, og rímiligt stórfegnaðust gestirnir um týdningarmikla sigurin.

 

Liðavrikið hjá FC Suðuroy var gott. Dánjal Godtfred var brandur í miðverjuni, beiggi hansara Olaf Godtfred var eyðsýndur á miðvøllinum, Hunter Bell var skilagóður á vongverjanum í høgru, og 19 ára gamli málverjin Rasmus Olsen stóð sera væl.

 

Í TB leguni iðra teir seg um teir fáu minuttirnar undan steðginum, tá ið talan var um skammlop í verjupartinum, og støðan broyttist frá 2-0 og til 2-3. Tað vóru støður, sum kundu havt borið útjavnandi málið við sær, men avgerandi sendingarnar vóru ikki nóg neyvar.

 

  

 

TB – FC Suðuroy 2-3 (2-3)

 

1-0: Nikolei Johannesen

 

2-0: Samudeen Musah

 

2-1: Owusu Emmanuel Andorful

 

2-2: Pætur Augustinussen

 

2-3: Fríði Holm

 

Dómari: Høgni Madsen

 

TB: Anders Tønnesen – Musah Armah, Amidou Diop, Ragnar Joensen, Tummas Pauli Christansson – Mohamed Samba, Nikolei Johannesen, Joel Sundström, Mattias Dahl Djurhuus  – Samudeen Musah, Aron Arnholdsen

 

FC Suðuroy: Rasmus Olsen – Hunter Bell, Jimmy Abdul, Dánjal Godtfred, Owusu Emmanuel Andorful – Pætur Augustinussen, Salmundur Bech, John Villi Wøldike Leo Olaf Godtfred (Teit Hjelm, 65.), Olivur Renéson Thomsen – Fríði Holm 

 

Rasmus Olsen var stinnur millum stólparnar hjá FC Suðuroy, sum í dag vann 3-2 á útivølli ímóti TB