Í dag var B36 satt arbeiðarafelag

Í seinna hálvleiki eydnaðist tað at venda hóttandi tapi til sigur, sum ber við sær, at árstalsfelagið aftur er á Europakós

Teir eru lættir og fegnir í B36 leguni í Hólmanum á Eiði, har líkindini eru av teimum fagrastu. Og teir eru vónbrotnir í NSÍ leguni, nú tað ikki eydnaðist at halda tørn um tepru leiðsluna, sum NSÍ hevði, tá ið liðini fóru til hálvleik.

 

-Talan var um javnan dyst. Vit høvdu gott tak á verjuspælinum í fyrra hálvleiki og skoraðu týdningarmikla málið, men fyrsta korterið eftir steðgin vóru vit ikki nóg neyvir í verjupartinum. Teir sektaðu okkum og skoraðu tvey mál, meðan vit ikki megnaðu at vinna úrtøku, hóast vit høvdu góðar málmøguleikar, og eg eri nøgdur við leikliga avrikið, sigur Sámal Erik Hentze venjari hjá NSÍ.

 

Á dómaraseðlinum stendur, at Mathias Nielsen skoraði, men á upptøkunum sær tað út til, at Klæmint A. Olsen hevði tað ovasta av krúllinum á bóltinum, áðrenn hann fór í netið.

 

Dan Brimsvík er bæði lættur og pøstur, nú hann fegnast um sera týdningarmikla B36 sigurin hjá hansara monnum.

 

-Eg var ikki nøgdur við avrikið í fyrra hálvleiki, og undir steðginum rættaðu vit okkurt. Hugburðurin var framúr fyrstu løtuna eftir steðgin, og tað bar tvey mál við sær. Martin Agnarsson rann frá verjuni og lyfti bóltin í málið og skoraði fyri triðju ferð í ár. Og so var tað Rasmus Nissen, sum í dag var fremsti maður, sum skoraði sigursmálið. Hetta var fyrsta málið hjá Rasmusi Nissen, síðani hann í summar varð partur av B36.

 

B36 er nú á fjórða plássinum, sum eftir kappingarlok ber pláss í Europa við sær. Tað hevur øgiliga stóran týdning fyri teir í árstalsfelagnum, sum hóskvøldið skal til Klaksvíkar at spæla útsettan dyst.

 

Hjá NSÍ er dagsskráin framvegis at sleppa undan at flyta niður. Um eina viku verður avbjóðingin kommunuuppgerð á Skála.

 

 

 

NSÍ – B36 1-2 (1-0)

 

1-0: Mathias Nielsen 16.

 

1-1: Martin Agnarsson

 

1-2: Rasmus Nissen

 

Dómari: Rúni Gaardbo

 

NSÍ: Karstin Hansen – Pætur Hentze, Miska Rautiola, Oddur Á. Højgaard, Atli Djurhuus Petersen – Jørgen Nielsen, Mathias Nielsen, Mórits Heini Mortensen, Lukas G. Giessing – Betuel Hansen, Klæmint A. Olsen

 

B36: Mattias H. Lamhauge – Símun Sólheim, Andrias H. Eriksen, Lukas S. Enevoldsen, Magnus Egilsson – Eli Falkvard Nielsen, Michal Przybylski – Hannes Agnarsson, Andrass Johansen, Martin Agnarsson – Rasmus Nissen