Í dag verður Klæmint fremsti maður

Spælararnir í TB og NSÍ eru neyvan heilt komnir fyri seg aftur, tá ið teir seinnapartin fara at ynskja hvørjum øðrum væl aftur komnum við Stórá

Tríggjar dagar eftir dramatiska steypadystin hittast TB og NSÍ longu seinnapartin í dag aftur við Stórá í Trongisvági. Tey, sum hava skil fyri hvíld og fyritreytum fyri optimalum ítróttarligum avrikum, siga, at tað skulu fýra samdøgur til, áðrenn spælarar eru fullbirgir til nýggja avbjóðing.

Út frá hesum ber til at siga, at teir í TB og NSÍ eru ikki komnir seg heilt eftir steypadramatikkin sunnudagin, tá ið teir longu klokkan 16 í dag fara at ynskja hvørjum øðrum væl aftur komnum á vøllin í Trongisvági.

 

Tað er ikki so ofta, at tað bara eru tríggir dagar ímillum, at tvey lið í bestu deildini hittast í týdningarmiklum uppgerðum. Soleiðis verður tað í dag við Stórá í Trongisvági. Sunnudagin vann NSÍ dramatiska uppgerð í steypakappingini 2-1, og í dag er tað í landskappingini, at TB og NSÍ hittast.

 

NSÍ liðformaðurin, Klæmint A. Olsen, var stóri maðurin við Stórá sunnudagin. Hann varð skiftur inn í seinna hálvleiki, og fram ímóti dystarenda fór hann í málið at standa, tá ið málverjin varð útvístur, og tá bjargaði hann brotssparki og harvið NSÍ 2-1 NSÍ sigurin.

NSÍ ferðalagið fór suður klokkan 8.30 í morgun:

-Vit vandu seinnapartin mánadagin og aftur í gjárkvøldið. Tá tað er so stutt millum dystirnar, so er neyðugt at brúka allar spælararnar. Í dag verður liðið øðrvísi mannað, enn tað var sunnudagin. Símun Rógvi Hansen er leikbannaður, og Karsten Hansen verður málverji. Hóast hann er 18 ára gamal og ongantíð hevur vart málið á besta liðnum, so hava vit stórt álit á honum. Hann er evnaríkur og hevur spælt 58 dystir í næstbestu deildini, sigur NSÍ liðformaðurin Klæmint A. Olsen.

Fert tú í málið at standa, um hann verður noyddur at fara av vøllinum?

-Vit hava 17 ára gamla Eli Joensen við sum eykamálverji, so tað verður hann, sum fer í málið, um ikki allar útskiftingarnar eru gjørdar, sigur Klæmint A. Olsen.

Toppskjúttin verður fremsti maður, og eisini framrættaðu Árni Frederiksberg og Petur Knudsen vera við frá fyrsta bríksli. Teir vóru á beinkinum sunnudagin.

 

Mannfallið í NSÍ er stórt. Símun Rógvi Hansen er leikbannaður, Einar Tróndargjógv er burturstaddur og Jann Martin Mortensen, Haraldur R. Højgaard og Andras Frederiksberg eru skaddir. Nicolaj Køhlert hevur trupulleikar í knænum. Hann er í ferðalagnum, og teir vóna, at hann verður førur fyri at spæla seinnapartin.

 

TB skal reisa seg eftir trý vónbrot. Umframt steypatapið sunnudagin 2-1 tapið í Sarpugerði, tá ið TB spældi væl og so stóra vónbrotið, sum tað var at tapa 3-0 á heimavølli ímóti ÍF. Tað kemur illa við, at liðformaðurin Rógvi Joensen, sum hevur skorað tvey av trimum TB málum í landskappingini, er burturstaddur.

Tríggir spælarar dragast við snuddir, og tí er tað ivasamt, um teir vera førir fyri at spæla ídag: Teitur Justinussen, Carl M. Bech og Absalon Eliasen, sum ikki enn hevur verið á TB liðnum, síðani hann flutti úr Danmark og til TB.

 

TB-NSÍ: Rúni Gaardbo í dag kl. 16.00.

Í morgin: Víkingur-KÍ, B68-ÍF, B36-HB og AB-Skála.