Í dag skal Sirið svara um »maka 1« og »maka 2«

Tríggjar fyrstu viðgerðir og tvey svar upp á fyrispurningar eru á skránni hjá løgtinginum í dag

Í dag fer Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, at svara fyrispurningi frá løgtingsmanninum Jógvani á Lakjuni, sum spurdi hana um nýggju vígslubrøvini, ið eru gjørd, eftir at hjúnabandslógini var broytt.

Jógvan á Lakjuni spurdi millum annað, um tað er rætt, at í staðin fyri »kvinna« og »maður« nú stendur »maki 1« og »maki 2« á vígslubrøvunum. Jógvan á Lakjuni vil eisini hava at vita, hví vígslubrævið skal gerast kynsneutralt, tá ið tey flestu, sum gifta seg, eru maður og kvinna.

Høgni Hoydal fer at svara fyrispurningi frá Óluvu Klettskarð, løgtingskvinnu, um fiskivinnuna í Norðoyggjum.
Trý mál fáa fyrstu viðgerð. Tað eru uppskot um Bústaðabanka, broyting í tinglýsingaravgjaldi og uppskot um broyting í ferðslulógini. 

Løgtingsfundurin í dag byrjar kl. 10:00.