roynir Ole Valle at leggja "cacharnar" á vøkrum støðum, so tey, sum leita, fáa eina góða náttúruuppliving burturúr. Saman við Ole Valle vóru vit á Rákinum úti á Skansanum í Havn og leitaðu eftir einum [...] samband við onnur fólk, sigur Ole. Summir av lutunum fáa eitt nummar fest á seg, soleiðis at tey, sum finna teir, kunnu skráseta tað á heimasíðuni Geocaching.com. Til dømis legði Ole Valle ein lítlan lunda [...] gulan bil úr og løgdu ein penn í aftur. Skatturin varð pakkaður væl inn og lagdur upp á pláss aftur, so onnur folk á skattaveiðu kunnu finna hann og fáa gleði av honum. Soleiðis fært tú eisini pulsin upp
mannalív, hendi á Varmakeldueiði í Fuglafiriði 2. september í 1928, tá ein maður lat lívi. Síðani tá eru útvið 290 fólk deyði í ferðsluni í Føroyum. Seinastu hálvthundrað árini eru fólk deyð á hvørjum ári [...] inn í januar 2019, kunnu vit staðfesta tað gleðiliga, at í farna ári lat eingin lív í ferðsluvanlukku á føroysku vegunum. – Hetta eru so serlig tíðindi, at vit skulu yvir 50 ár aftur í tíðina at finna dømi [...] skrivar Ferðslutrygd, sum heldur, at hetta skulu vit tora at gleðast um. Ferðslutrygd leggur tó tent á, at hetta merkir tó ikki, at eingin fekk mein í ferðsluni og ferðsluóhapp hava verið í 2018. – Enn eru
eg sleppa burtur. Eg fór á háskúla í Jútlandi, bara fyri at vita hvussu sterkur eg var reint sálarliga. Tað var hetta sum fekk meg á glið aftur tann rætta vegin. Eftir 9 mánaðar á háskúla, kom eg aftur til [...] tíðina. Og tað gjørdi tað eisini.<BR><BR>Eg vaks upp á Eiði, har eg sum sagt var virkin innan fótbólt alt mítt ungdómslív og spældi nakað av tónleiki á kvøldskúla. Var “fastur fúsur” í lokala hornorkestrinum [...] koyristóli <BR><BR>Men aftur til tað sum hendi. Eg kom á Landssjúkrahúsið í Havn, har læknar søgdu, at einki var at gera. Síðan varð eg fluttur niður á Ríkissjúkrahúsið, og varð lagdur undir skurð tann 21
soleiðis: Tvey fólk mugu vera um tað. Koyr fyrst reint hondheitt vatn í vaskið ella í eina balju. Koyr uppvaskisápu í hondina á tær og gnýggja sápuna í fjarðarnar á fuglinum sama veg sum fjarðarnar venda [...] venda, als ikki imóti fjarðunum. Lat sápuna vera í eina lítla løtu, meðan hon virkar. Koyr fuglin í tað heita vatnið og skola forsiktiga sápuna úr við hondini, sum um tú kelar fuglinum. Skola eftir ella brúsa [...] torna. Innvendiga skal fuglurin eisini reinsast, og tað gert tú við at geva honum aktivt kol (fæst á apotekinum) í eina einnýtissproytu tvær ferðir um dagin í tveir dagar. Aktivt kol verður annars nýtt
streymur í á (gamlaárskvøld 1891) Deyði hvar er nú broddur tín (1900) Hvørjum man tykjast vakurt hjá sær Jógvan Poulsen Lat okkum nevna ein annan fosturlandsson, sum kallaðist Jógvan Poulsen. Hann sæt á tingi [...] 1870árunum. Í 1876 tóku 12 føroyskir studentar seg saman um at skipa eina føroyaveitslu. Veitslan stóð á Regensen, hjá John Effersøe sum læs til lækna. Til veitsluna hevði tann tá 23 ára gamli Fríðrikur Petersen [...] Petersen, sum las gudfrøði, yrkt tvær fosturlandsyrkingar, tær fyrstu av sínum slag nakrantíð á føroyskum. Yrkingarnar vóru »Føroya skál« og »Føroyska málið« (O,móðurmál&) Saman við Hjalmari Hammershaimb
og sker tær í smá petti. Koyr rabarbupetti, vatn og sukur í eina grýtu, legg lok á og kóka upp. Tak lokið av, skrúva hitan nakað niður og lat smákóka í einar 5 minuttir. Koyr rabarbublandið í eina sílu [...] sílu í eini skál og lat alt kólna. Set ovnin á 170 stig. Píska rómaost og súrróma ella kvark væl saman við eggum, sukri, vanilju og fíntrivnum sitrónskali. Vend rabarbunum í ostablandinum og breið út yvir
Leiðarin á Listasavninum sigur seg onki kenna til eina slíka avtalu, og hann metir heldur ikki, at »Bládýpið« hoyrir heima á Listasavninum. - Eftir mínum tykki skuldi bingjan verið koyrd út á keiina, har [...] Leiðarin á Føroya Listasavni, Helgi Fossadal, noktar at lova fólki inn í listaverkið »Bládýpið«, sum hann heldur hoyrir heima úti á keiini millum aðrar bingjur - Eg lati ikki bingjuna upp, eg greiða svarið [...] meining um. Eitt nú er sama listaverk størsta listarliga attraktiónin á Randers Kunstmuseum, eins og útgávan av verkinum, sum stendur á Bryggjuni í Keypmannahavn er sera væl umtókt. Eisini fekk Tróndur Patursson
vikurnar hevur ikki verið tann stóri spenningurin í Eik-liguni hjá monnum, men nú seinasta umfarið er á skránni, er – um ikki annað – eitt sindur at spæla um hjá teimum báðum fremstu liðunum, Mjølnir og SÍ [...] finaluni, tí settmunurin er +33 ímóti +24 hjá TB, sum tekur ímóti Drátti hesa ferð. Hinvegin er broddur í dystinum millum tey bæði »gomlu« flogbóltsfeløgini, Fleyr og Mjølnir, tí har kemur vinnarin við
eis-ini á okkara leiðum. Hesin risastóri SUV fæst bara sum plug-in-hybrid. Tað vil siga, at hevur ein ben-sin-motor og ein el-motor, sum kann løð--ast upp frá elnetinum – og sum kann løða undir koyr-ing, [...] ættarliðið varð kunngjørt í 2019 og er nú fyri fyrstu ferð komið á evropiska marknaðin. Í USA er Explorer ein vanlig SUV stødd miðal, men her á okkara leiðum er tað einn full-size SUV í støddini large í flokki [...] frá sær yvirhøvur. Harumframt er einki út-lát – meðan tú koyrir upp á el. Hybriddrívlinjan hevur fýra møguleikar: At koyra bara upp á el, at goyma el til seinni nýtslu, at løða battaríið við bensinmotorinum
Onkur fer við ommuni, mammuni ella mostrini niður til Danmarkar at vitja familju. Har ganga tey og mala á Stroynum, ella í Tivoli og Zoologiska háva, og halda at lívið kann ikki blíva stórt betur. Onnur seta [...] tær næstu tvær vikurnar skulu liva lívið, í tí sum mest er at líkna við eina føroyska ghetto niðri á onkrari sólskinsoyggj í miðalhavinum. Har møtir tú sólskoldaðum norðbúgvum í stráhátti og við einum [...] brunsti, er so allmikið meiri kveikandi og ófrættarkend enn ein hálvbuttutur føroyskur arbeiðsmaður á veg til hús, ein heystargráan mikudag seinnapart. Tað er allar helst júst hetta, við øllum sum er øðrvísi