Kaj Leo Johannesen, Sambandsflokkurin
Føroysk tjóðskaparrørðsla byrjaði at gera um seg í Keypmannahavn í 1870árunum. Í 1876 tóku 12 føroyskir studentar seg saman um at skipa eina føroyaveitslu.
Veitslan stóð á Regensen, hjá John Effersøe sum læs til lækna. Til veitsluna hevði tann tá 23 ára gamli Fríðrikur Petersen, sum las gudfrøði, yrkt tvær fosturlandsyrkingar, tær fyrstu av sínum slag nakrantíð á føroyskum. Yrkingarnar vóru »Føroya skál« og »Føroyska málið« (O,móðurmál&) Saman við Hjalmari Hammershaimb yrkti hann eisini »Drykkjuvísa« og árið eftir »Fyri minninum«.
Av yrkingum eftir Fríðriki Petersen kunnu nevnast:
Eg oyggjar veit (1877)
Hvat kann røra hjartastreingir (1878)
Gevið Brøður (1878)
Bróður skál (1879)
Gleðilig Jól (1891)
Tíðin rennur sum streymur í á (gamlaárskvøld 1891)
Deyði hvar er nú broddur tín (1900)
Hvørjum man tykjast vakurt hjá sær
Jógvan Poulsen
Lat okkum nevna ein annan fosturlandsson, sum kallaðist Jógvan Poulsen. Hann sæt á tingi í samfull 45 ár (frá 1883 1928) og var ein av stovnarum Sambandsfloksins.
Jógvan Poulsen skrivaði ta fyrstu føroysku skúlabókina (bíbliusøguna) sum føroyingafelag gav út 1900.
Jógvan Poulsen skrivaði eisini, saman við Christiani Ludvig Johannesen, tað fyrstu føroysku stavingarbókina og lesibókina, og var somuleiðis við til at stovna Føroya lærarafelag í 1898
Meginparturin av hesum valaverkum frá mætum fosturlandssynum og fyrrverandi tingonnum Sambandsfloksins, hava tað til felags, at verða tjóðskaparverk á høgum støði, og kunnu vit av røttum spyrja, hví føroyskar søgubøkur ikki hava gjørt meira fyri at lýst henda partin av søguni?