Flogbóltur: Síðstu mongu vikurnar hevur ikki verið tann stóri spenningurin í Eik-liguni hjá monnum, men nú seinasta umfarið er á skránni, er – um ikki annað – eitt sindur at spæla um hjá teimum báðum fremstu liðunum, Mjølnir og SÍ, sum eisini møttust í steypafinaluni herfyri.
Tað er langt síðani greitt, at tey bæði liðini komu í finaluna, men av tí at bara eitt stig er millum teirra, verður dysturin í morgin avgerandi fyri, hvat av liðunum endar ovast í landskappingini. Og síðuvinningurin har er, at endaliga oddaliðið fær rætt til heimavøll í einari møguligari triðju FM-finalu.
ÍF tekur ímóti Fleyr í hesum seinasta umfarinum, har mest spennandi løtan man vera eftir dystin, tá bronsuheiðursmerkini verða handað Fleyr, sum tað mesta av kappingarárinum hevur ligið sum nummar trý.
Bronsufinala
Í Eik-liguni hjá kvinnum er longu greitt, at tað verða SÍ og TB, sum skulu spæla FM-finalurnar, og sjálvt um SÍ enntá skuldi tapt fyri KÍF, missa sørvágskvinnur ikki fremsta plássið og heimavøllin í møguligu triðju finaluni, tí settmunurin er +33 ímóti +24 hjá TB, sum tekur ímóti Drátti hesa ferð.
Hinvegin er broddur í dystinum millum tey bæði »gomlu« flogbóltsfeløgini, Fleyr og Mjølnir, tí har kemur vinnarin við vissu at standa eftir við bronsumerkjunum. Mjølnir er undan dystinum í morgin eitt stig frammanfyri og hevur kanska sálarliga fyrimunin, men vinnur Fleyr, fer liðið framum og tekur bronsuna.