Fá pulsin upp á skattaveiðu

Nú verður tað! Nú skal eg í gongd!
Soleiðis ljóðar tað hjá nógvum, nú summarið er farið at halla og feriukiloini hava minkað um buksurnar
Men okkara venjingar­hugskot eru nakað væl øðrvísi í ár... vit fara nevniliga á skattaveiðu

Visti tú av, at kring alt Føroya land liggja 64 skattir og bíða eftir at verða funnir?

Hesir sonevndu GeoCaches eru at finna kring allan heim og nú eisini í Føroyum.

Ole Kristian Valle, sum býr í Føroyum, er ein av fleiri milliónum fólkum, sum hevur skattaveiðu sum frítíðarítriv.

Tað eru ikki so nógvir føroyingar, sum eru virknir í GeoCaching enn, men nógv ferðafólk koma higar til lands at finna dýrgripirnar kring landið.

Hugskotið, at leita eftir og at fjala skattir, byrjaði í USA í ár 2000, tá Bill Clinton trysti á ein knøtt, sum hevði við sær, at altjóða GPS skipanin gjørdist meira neyv. GPS er ein digital fylgisveinarskipan, sum hevur við sær, at folk kunnu finna runt í øllum heiminum við at brúka eitt lítið GPS tól.

Ein maður við navninum Dave Ullmer legði eina spann við nøkrum lutum í út í náttúruna og skrivaði GPS koordinatarnar inn á eina heimasíðu. Stutt eftir fann onkur spannina og brádliga var hugtakið GeoCaching eitt ítriv fyri folk um allan heim.

– Hetta er ein fantastiskur aktivitetur fyri alla familjuna. Børnini elska at fara á skattaveiðu úti í náttúruni, sigur Ole Kristian Valle, ella Okvalle, sum hann eitur í GeoCaching høpi.

Fyrsti "cachurin" í Føroyum varð lagdur út 27. mai 2003 av einum týskum pari, sum navngav staðið "Foggy Sheeptrack". Tað er gøtan ímillum Havnina og Kirkjubø og higartil er hann funnin 24 ferðir.

Tá tú finnur ein "cach", letur tú hann upp, skrivar navn títt í loggbókina, og um tú hevur hug, kanst tú taka ein av lutunum úr eskjuni og leggja ein annan í. Hetta kunnu til dømis vera smáar leikur, ballónir, fløgg, pennar ella aðrar smálutir.


HEIMASÍÐAN ER GRUNDARLAGIÐ

Heimasíðan geocaching.com er grundarlagið undir øllum GeoCaching-virkseminum. Har verða "cacharnir" skrásettir við GPS koordinatum, og har ber til at skráseta seg sum brúkari áðrenn farið verður út at leita.

Hjá Ole Kristian Valle byrjaði tað við, at hann fekk eina telefon við GPS í. Hann vildi nýta telefonina og kom fram á GeoCaching í fjør.

– Eg havi altíð verið áhugaður í ferðavinnu og at koma út í náttúruna. Hetta er ein góður máti at uppliva nakað nýtt og at fáa samband við onnur fólk, sigur Ole.

Summir av lutunum fáa eitt nummar fest á seg, soleiðis at tey, sum finna teir, kunnu skráseta tað á heimasíðuni Geocaching.com. Til dømis legði Ole Valle ein lítlan lunda úr træi uppi við Svartafoss í Hoyvík hin 6. juni 2008. Hesin hevur longu nú ferðast allan vegin til Alabama í USA, umvegis Ísland, South Carolina, Georgia, Kentucky og Tennesse. Ferðin kann fylgjast við at lesa tað sum onnur hava skrásett um lutin inni á heimasíðuni.

Ole er vísur í, at ein sær og upplivir nógv óvanligt, tá ein ferðast og leitar eftir dýrgripum í náttúruni. Føroyska ferðavinnan er kunnað um GeoCaching og sjálvur roynir Ole Valle at leggja "cacharnar" á vøkrum støðum, so tey, sum leita, fáa eina góða náttúruuppliving burturúr.

Saman við Ole Valle vóru vit á Rákinum úti á Skansanum í Havn og leitaðu eftir einum skatti. Fartelefonin hjá Ole vísti, at nú vóru 75 metrar til málið, og ein kumpass vísti okkum, hvønn veg vit skuldu ganga. Skatturin var heldur torførur at finna, so Ole hevði skrivað eina lítla vegleiðing "hálvan metur yvir jørd, aftan fyri stein, millum nógvar steinar". Vit mólu runt eina løtu, men at enda lyfti myndamaðurin ein leysan stein og har lá skatturin. Vit skrivaðu navnið í loggbókina, tóku ein lítlan gulan bil úr og løgdu ein penn í aftur.

Skatturin varð pakkaður væl inn og lagdur upp á pláss aftur, so onnur folk á skattaveiðu kunnu finna hann og fáa gleði av honum.


Soleiðis fært tú eisini pulsin upp

• Gang í handlum – tær nýtist ikki at keypa nakað

• Tak trappurnar í staðin fyri lyftina – hvørja ferð

• Koyr ein túr á kontórsstólinum

• Hoppa trampolin

• Halt búkinum inni

• Tak ein svingom við makanum ella kustinum heims í køkinum

• Lyft børnini og ven bæði armar og rygg

• Rudda

• Renn við innanhýsis boðum í staðin fyri at senda teldupost

• Ger búkvenjingar meðan tú hyggir at sjónvarpi

• Ger sum ketturnar – strekk teg, tá tú vaknar

• Gang heim við innkeypsposunum