Rabarbu/ostakøka
Botnur:
200 g av Bastogne LU kanelkeks ella vanligum Digestive keks
75 g av smøri
Fylla:
500 g av rabarbum
1½ dl av vatni
75 g av sukri
200 g av rómaosti
¼ l. av súrróma ella kvarki
2 stór egg
100 g av sukri
1 tsk av vaniljusukri
1 sitrón
Gelé:
2 dl av rabarbusaft
3 bløð av húsblassi
Morla keksirnar fínt og blanda við smøri. Trýst blandingina út í ein springform (24-26 cm) og set tað kalt.
Skola rabarburnar og sker tær í smá petti. Koyr rabarbupetti, vatn og sukur í eina grýtu, legg lok á og kóka upp. Tak lokið av, skrúva hitan nakað niður og lat smákóka í einar 5 minuttir. Koyr rabarbublandið í eina sílu í eini skál og lat alt kólna.
Set ovnin á 170 stig.
Píska rómaost og súrróma ella kvark væl saman við eggum, sukri, vanilju og fíntrivnum sitrónskali.
Vend rabarbunum í ostablandinum og breið út yvir keksabotnin.
Baka køkuna í ovninum í umleið 45 minuttir.
Lat køkuna kólna.
Bloyt húsblassbløð í vatni.
Kóka rabarbusaftina upp, skúma av og tak grýtuna frá hitanum.
Smelta husblas í saftini og lat tað kólna nakað.
Stoyt saftina oman yvir køkuna og set í kuldaskápið í minsta lagi ?1 tíma.