Fossadal: Koyr »Bládýpið« út á keiina

Leiðarin á Føroya Listasavni, Helgi Fossadal, noktar at lova fólki inn í listaverkið »Bládýpið«, sum hann heldur hoyrir heima úti á keiini millum aðrar bingjur - Eg lati ikki bingjuna upp, eg greiða svarið, gestir á Føroya Listasavni fáa frá leiðaranum Helga Fossadal, tá tey spyrja um loyvi at sleppa inn at síggja listaverkið »Bládýpið« hjá Tróndi Patursson.

Sjálvur skilur listamaðurin onki.

- Eg havi latið Listasavninum »Bládýpi« sum gávu og handað leiðaranum lyklarnar. Har fylgdi eisini ein skrivlig avtala við, sum sigur, at gestir skulu hava atgongd til listaverkið, sigur Tróndur Patursson.

Leiðarin á Listasavninum sigur seg onki kenna til eina slíka avtalu, og hann metir heldur ikki, at »Bládýpið« hoyrir heima á Listasavninum.

- Eftir mínum tykki skuldi bingjan verið koyrd út á keiina, har hon hóskar betri millum hinar bingjurnar, sigur Helgi Fossadal, sum ikki rættiliga vil fyrihalda seg til, at »Bládypið« er eitt listaverk og ikki bara ein bingja.

Tað hava fólk í listaheiminum uttanlands hinvegin eina greiða meining um.

Eitt nú er sama listaverk størsta listarliga attraktiónin á Randers Kunstmuseum, eins og útgávan av verkinum, sum stendur á Bryggjuni í Keypmannahavn er sera væl umtókt.

Eisini fekk Tróndur Patursson í gjár ein fyrispurning úr Hollandi, um at lána »Bládýpið« út til listarligu heimsframsýningina, sonevndu Bienaluna í 2011.