svarar hon, at tað hevur hon, men at tað ikki kemur málinum við. - Í míni útbúgving sum løgfrøðingur, lærdi eg øll árini, at skúgva míni persónligu sjónarmið til viks. - Mín yrkislærda venjing er, at um eg [...] Ríkisumboðsmaðurin er blíð og fyrikomandi, og svarar øllum spurningum, tó at tú hevur varhugan av, at hon ongantíð fer út um markið, sum er sømiligt í hesum starvi. Spurd, um hon ikki hevur sína persónligu [...] dønum, men felags er, at hetta er sami lívsháttur, á hædd við fiskivinnuna í Føroyum. - Trupulleikin er bert, at landbúnaðarvinnan ikki hevur so framstandandi týdning í Danmark, av tí at vit hava aðrar vinnur
er áhugin lítil hjá útlendingum at gera íløgur í Føroyum. Ein týðandi orsøk til hetta er tann, at álitið til tann búskaparliga útviklingin í løtuni ikki er nokk til, at útlendingar tora at gera íløgur [...] og annars vinnustuðul eigur stigvíst at verða tikin av fyri uppá longri sikt heilt at detta burtur. Eisini sigur nevndin, at tað er er ikki ein almenn uppgáva at tryggja eina endunýgging av fiskiflotanum [...] vísir á, at av tí at føroyska samfelagið er so nógv bundið av eini høvuðsvinnu, nevniliga fiskivinnuni, er tørvur á at gera føroyska búskapin meira liðiligan og betri konsolideraðan mótvegis konjunkturunum
Randi Jacobsen - Nú er so nøkulunda við at koma niður á jørðina, og nú fái eg sovið aftur. Tað sigur Edith Lorenzen í Hvannasundi. Einki er at siga til, at hon hevur verið forstýrað seinastu dagarnar, [...] Tí gav onkur henni tey ráð at ringja til mannin, áðrenn hann fór at frætta sum leysatíðindi, at tey vóru blivin millionerar. ?Tað er lygn!? Hon so gjørdi, og maðurin, sum er við grønlendskum báti í Ey [...] r. - Tað er lygn, tað kann ikki passa, segði maðurin. Seinni ringdi skiparin aftur til Edith. Áðrenn Edith visti nakað um, at hon fór at blíva millionerur, hevði hon bílagt sær ferðaseðil at fara til Danmarkar
Grundin til at Sosialurin er við á modelkapping í Reykjavík, er tann, at Skóli John Casablancas, sum modelskúli Kollu eitur, ætlar at koma til Føroya seinni í hesum mánaðinum at hyggja at evnum, sum kunnu [...] sjálv onnur at koma higar tann 21. november og sleppa at undirvísa ungdómum í at føra seg fram og ganga model. Hendan undirvísingin fer væntandi at vara eina viku í fyrsta umfari. Hetta er ikki fyrstu [...] framvegis. Annað enn modelskúli Skúlin, Kolla rekur, er ikki bara til tess at fáa fólk at ganga model úti í heimi. Har verður eisini undirvíst fólki at bera seg at í vanligari vinnu og í gerandisdegnum. Dentur
umrøður eitt nú sakførararnar (men kanska er tað tilætlað??). Nú er ikki at siga, at »Losi tann fyrsti« er nøkur stórhending í føroyska bókmentaheiminum. Hon er hvat hon er, ein satira yvir føroyskan politikk [...] eksperimenterandi, tó at hann ikki er heilt ókendur aðrastaðni. Veit, at høvundurin ætlar at arbeiða víðari við hesum tekstum í sambandi við eina komandi skaldsøgu. So best er at bíða eftir henni, áðrenn [...] fíla! Eg vil halda, at Ólavur við hesi skemtiligu framtíðarlýsing hevur prógvað, at hann dugir at skriva um annað enn seg sjálvan. Handalagið hevur hann til at fáa setningarnar at sita, so málið ljóðar
gjøgnum tíðirnar er ein nógv annaðleiðis skrá fyri børn. Tað er hugnaligt og stuttligt og snýr seg um tað, vit øll kenna, nevniliga bý okkara. Hon gevur sær góða tíð. Ikki er neyðugt at vera skjótur við [...] ljóðinum frá skríggjandi offrum. Tað hevur ikki nógv við spæl at gera, men kortini er tað ein av teimum fáu CD?unum, har tað á besta hátt er eydnast at sameina læru og undirhald. Nógvir smálutir Ein býur gjøgnum [...] undir ? og tað er kanska meiri galdandi fyri tey vaksnu, ið avgjørt ikki kunnu halda seg burtur frá skíggjanum, tá CD?in er sett í ? at samanbera myndirnar, rýkur lættliga rúm tíð við at kanna, hvussu vegir
gongur hon fyri. Einasti trupulleikin er, at útboðið av komponentum er heldur avmarkað. Ikki fyri tey ókønu, en fyri tey, ið vita bert eitt sindur um teldur, og sum sjálvi kunnu finna útav at byggja sína [...] Einki er at ivast í, at tað er hópurin av fólki, ið veit ikki so lítið um teldur. Annars hevði eitt webstað sum www.mermaid.dk ikki verið møguligt. Aftan henda bústaðin goymir seg ein postordrafyritøka [...] Computer nýtir, og burtursæð frá tí, at ein ikki sjálvur skal inn í telduna at skrúva, so er herrópið rættiliga rámandi. Á teirra heimasíðum byggir ein sína teldu við at velja millum tey ymsu hardware?ini
an í ár, sigur Alvilda. Tað merkir, at spælir liðið ikki stabilan flogbólt, so er møguleikin at tapa nógv størri. Hon greiðir eisini frá, at venjingin í Danmark er harðari enn í Føroyum. Tær venja fýra [...] liðfeløgunum hevur leikt landsdyst fyri Føroyar. Spurdar, um tað er ørvísið, at leika í donsku kappingini sigur Alvilda, at kappingin í Danmark er munandi harðari enn tann føroyska. ? Spælararnir eru størri [...] Hjørdis sigur síðani frá, at hon tað fyrsta hálvárið leikti í Gentofte. Gentofte er eitt av stórstu flogbóltsfeløgum í Danmark og ambitiónirnar har eru sera høgar. Hjørdis heldur, at hetta gekk út yvir samanhaldi
vísti á, at Bjørn á Heygum varð valdur á ting fyri at rudda upp, og at hann fekk flestar atkvøður. Hann spurdi: ? Hvat nú um tað er onkur mekanisma í heimastýrislógini sum er orsøkin til, at vit ikki fáa [...] á Heygum, at Sambandsflokkurin altíð er fúsur at hyggja upp á heimastýrislógina, um okkurt tílíkt er galið, men hann legði dent á, at nógvir møguleikar framvegis eru í heimastýrislógini, og at tað tí ikki [...] vísti á, at tað er púra burtur við at tosa um eina sjálvstýrislóg í ríkisfelagsskapinum. ? Hetta er eitt grovt álop á danska statsforfatningin, og skal tað fremjast í verki, so merkir tað, at danska ríkið
sum er illa fyri frammanundan. - Møguliga er flakavinnan trupul at fáast við, men tað er so eitt mál, sum vit mugu taka við í umhugsanini, sigur formaðurin í Búskaðarráðnum. - Er tað so skeivt at satsa [...] avgjørt ikki. Tað er vert at arbeiða fyri at fáa flakavinnuna at virka, men vit mugu hava í huga, at áðrenn 1992 stóðu virkini í 900 mió. krónum. - Nú verður tosað øgeliga nógv um, at Framtaksgrunnurin [...] rin er har, og vit kunnu taka hann við. Trupullekin har er tann sami, at eingin vil seta pening í, og heldur ikki í virkini hjá grunninum - Vit tosa um at hava virkir ymsa staðni í landinum, og at ren