Í oysregni lendi fullsetta flogfarið hjá Atlantsflog á vøllinum í Reykjavík. Út streymaðu íslendsk filmsfólk, sum høvdu verið í Føroyum, háskúlanæmingar, vanlig ferðafólk og ein einsamallur blaðmaður, sum skuldi til modelkapping og mótasýning í Reykjavík.
Addi stóð á flogvøllinum og tók í móti, og við nógvari ferð varð farið beinleiðis til cocktailparty, áðrenn sjálv kappingin skuldi verða í Íslendsku Óperuni.
Væl klædd fólk
Havandi í huga, at íslendingar duga at føra seg millum fólk, serliga, tá hugsað verður um klædnabúna, hevði ikki verið av vegnum at sloppið á gistingarhúsið at skift, áðrenn farið varð til gildið. Men tað helt Addi ikki vera neyðugt. Svartar Levi?s buksur, bláa skjúrtu og sprøklut slips gingu væl ann.
Og tó kendi ein seg at líkjast eitt sindur burturúr, hóast guli vindjakkin varð hongdur burtur.
Ein troyst var tó, at myndamaðurin, sum komin var úr New York, var í bláum cowboybuksum, ternutari skjúrtu og Nike baseballkasketti.
Komnir inn í veitsluhølið varð heilsað upp á fólk. Har gekk ein kvinna við fullum føvningi av fotoalbummum.
»Hatta er Kolla,« segði Addi. »Hana hevur tú tosað við í ?símanum?.«
Kolla
Kollbrún »Kolla« Aðalsteinsdóttir - hon varð, eins og íslendingar flestir, nevnd við stytting - tóktist kend í hesum selskapinum. Og ikki var sørt, at hon var kend aðrastaðni heldur.
Komin vestur í Vágar, var ferðaseðilin ikki at finna. Einhvør misskiljing, varð sagt hjá Atlantsflogi. Men ein uppringing til Reykjavíkar kláraði tað. Avtalað var millum Kollu og stjóran í Icelandair, at føroyski blaðmaðurin bara skuldi setast í flogfarið. Restina kláraði Icelandair.
Tað er ikki á hvørjum degi, at ferðast verður loftvegis millum lond uttan ferðaseðil. Tað ræður um at kenna - og duga at trýsta á - røttu knøttarnar. Og tað dugdi Kolla, var líkt til.
Hon var ikki stór á vøkstri, men ásýnilig kortini. Ferðast smidlig sum ein ketta millum øll hesi ungu, sum troðkaðust saman í lítla hølinum, áðrenn sjálv kappingin og mótasýningin skuldi verða í Íslendsku Operuni.
Onkur segði mær, at eg í kvøld var saman við øllum teimum vakrastu fólkunum í Íslandi yvirhøvur.
Tað var møguliga nakað nógv avgjørt, men kanska ikki heilt av leið kortini. Ongum nýttist at smæða seg burtur.
Ætlar til Føroya
Grundin til at Sosialurin er við á modelkapping í Reykjavík, er tann, at Skóli John Casablancas, sum modelskúli Kollu eitur, ætlar at koma til Føroya seinni í hesum mánaðinum at hyggja at evnum, sum kunnu kappast úti í heimi.
Kolla ætlar sjálv onnur at koma higar tann 21. november og sleppa at undirvísa ungdómum í at føra seg fram og ganga model.
Hendan undirvísingin fer væntandi at vara eina viku í fyrsta umfari.
Hetta er ikki fyrstu ferð, hon er uttanlands í slíkum ørindum.
Tvær ferðir í ár hevur hon verið í Grønlandi. Og tað hevur givið úrslit.
Grønlendskar gentur hava luttikið í kappingum í Reykjavík, og í heyst varð ein teirra nummar trý í slíkari kapping. Hon fer seinni út í heim at ganga model.
Kolla sigur, at slík luttøka eisini kemur landinum, viðkomandi kemur úr, tilgóðar.
Tildømis eru nógv fólk, bløð og sjónvarpsstøðir, sum kenna Ísland, orsakað av modelluttøku í stórum »mótashowum«, har nógv fólk luttekur.
Sjálv hevur Kolla verið í bæði amerikanskum og enskum sjónvarpi, umframt at fleiri bløð, bæði dagbløð og litað vikubløð og magasin, hava tosað við hana.
Og tað ber til at koma víða.
Í 1995 varð ein íslendsk genta, 17 ára gamla Ásdis Maria Franklín av Akureyri, nummar tvey í kapping í Seoul í Suðurkorea.
Og tað var nakað, sum knappliga gjørdi Akureyri kendan í tí heiminum.
Amerikanskir blaðmenn vóru og vitjaði, og skoðsmálið, genturnar har uppi fingu, var slíkt sum »ultimate beauty« og so framvegis.
Annað enn modelskúli
Skúlin, Kolla rekur, er ikki bara til tess at fáa fólk at ganga model úti í heimi.
Har verður eisini undirvíst fólki at bera seg at í vanligari vinnu og í gerandisdegnum.
Dentur verður lagdur á framferð og kropsburð.
Tað er ólíka lættari, sigur Kolla, at søkja eitt arbeiði, um tú møtir upp við sjálvsáliti, reystur og fattur, enn um tú kemur krúpandi við einum: »Orsakað, at eg eri til.«
Tú skal læra at halda teg sjálvan nosligan. Fólk vilja heldur hava ein snøggan persón at taka sær av kundunum, enn ein, sum er lurvutur, ókliptur og fesjutur.
Far væl við tær sjálvum, so skalt tú nokk klára teg í lívinum, er eitt av ráðunum, Kolbrún Aðalsteinsdóttir gevur ungdóminum, sum hevur so nógv í móti sær í dag.