Reglur og áleggingar bøta ikki um búskapin

- Vit hoyra fólk tosa um rættin at hava virkir opin ymsa staðni í landinum, men um virkini ikki verða effektivt rikin, nyttar lítið, sigur formaðurin í Búskaparráðnum

Búskaparráð Føroya og Ráðgevandi nevndin hjá forsætisráðharranum, virka sum hvør sín ráðgevi.

Føroyska nevndin ráðgevur myndugleikunum her á landi, og hin í Danmark.

Bjarni Olsen er nøgdur við donsku frágreiðingina. Hann heldur, at nevndin kemur við rímiligum sjónarmiðum, og at hon kemur rættiliga víða um í føroyskum viðurskiftum.

- Hvat heldur tú um niðurstøðuna, har t.d. verður sagt, at meira fiskaarbeiði á landi, gevur lægri manningarhýrur og tarnar landsbúskapinum?

- Sjónarmiðið er ikki, um meira fiskur kemur upp á land, men undir hvørjum umstøðum. Skipini sleppa ikki at landa uttanlands, men mugu taka tann prísin teir fáa í Føroyum. Hetta kann geva lægri manningarhýrur, sigur Bjarni Olsen.


- Fær illa verið øðrvísi

Hann heldur, at tað hevði verið gagnligari at tosa um, at tað ber illa til at fáa góðan búskap, við reglum og áleggingum.

- Tað skapar góðan búskap í samfelagnum, um vit framleiða vøruna so bíliga sum til ber, og tað gevur ein sunnan búskap, um vit gera vinnuna so effektiva, sum gjørligt, sigur Bjarni Olsen.

- Í frágreiðingini verður eisini víst til, at fiskivinnan skal endurreisast, men at eingin vil gera nýíløgur fyri at endurnýggja vinnuna. Um nú nýíløgur skulu koma má rentabilitetur fáast í vinnuna. Almennur stuðul skap-ar einki avlop, og tí verður vinnan frameftir órentabul.


Eingin íløguhugur

- Framtaksgrunnurin skuldi endurreisa vinnulívið, men tað hevur heldur ikki eydnast?

- Framtaksgrunnurin er har, og vit kunnu taka hann við. Trupullekin har er tann sami, at eingin vil seta pening í, og heldur ikki í virkini hjá grunninum

- Vit tosa um at hava virkir ymsa staðni í landinum, og at rentabiliteturin í flakavinnuni er ov vánaligur, men tað skapar ongan sunnan búskap, sigur Bjarni Olsen.

Hann vísir til kreppuna, sum fyri bert fimm árum síðan var so stór, at hon ikki hevur sín líka í nýggjari tíð í Norðurevropa, men at vit kortini eru komin skjótari fyri okkum, enn nakar hevði væntað.


Eitt haft um beinið

- Tá tað verður álagt Framtaksgrunninum at hava so og so nógv virkir opin, so er tað eitt haft um beinið fyri virksemið, sum er illa fyri frammanundan.

- Møguliga er flakavinnan trupul at fáast við, men tað er so eitt mál, sum vit mugu taka við í umhugsanini, sigur formaðurin í Búskaðarráðnum.

- Er tað so skeivt at satsa uppá flakavirkisvinnuna her á landi?

- Nei, avgjørt ikki. Tað er vert at arbeiða fyri at fáa flakavinnuna at virka, men vit mugu hava í huga, at áðrenn 1992 stóðu virkini í 900 mió. krónum.

- Nú verður tosað øgeliga nógv um, at Framtaksgrunnurin hevur sett 60 mió.krónur í fiskivinnuna. Tað er einki, samanborið við tað, sum vit áður vóru von við.

- Skulu vit heldur hugsa um alternativar vinnur?

- Hvør skal finna tær? Tað verður ið hvussu so er ikki ein persónur, sum situr á eini skrivstovu.

-Skal nakar gera íløgur í slíkar vinnur, skal grundarlag verða fyri at vinna pening, sigur Bjarni Olsen.


Ov nógv berjast um tað sindrið sum er

- Eru føroysk vinnulívsfólk bara ikki nóg dugnalig?

- Tað ivist eg onga løtu í. Bert haldi eg, at vit skulu vera varin, tá talan er um bygdamenning o.a., tí tað loysir ongar trupulleikar.

- Vit hava fult av góðum fólkum, eitt nú um vit taka skipini, so sleppa tey dugnaligu ikki at bera seg, tí fleiri skip - enn fiskur er til- skulu býta fiskin sínamillum

- Jú fleiri flakavirkir berjast um tann fiskin sum er til, jú minni verður í part. Tað eggjar kanska til kapping, men veksur eisini um trupulleikan, at ov lítið av rávøru er til. T.v.s, at tað, sum eitt virki fær í sín part, missir eitt annað virki.


Neyðugt at

broyta hugburð

- Hvílir trýstið frá áhugabólkunum so stórt á politikararnar, at einki er at gera?

- Vit hava fyri neyðini at tosa um, hvat vit veruliga gera, um vinnulívið í Føroyum skal megna at stríða seg burtur úr trupulleikunum. Politikarar hava ta støðu, sum fólkið hevur, sigur Bjarni Olsen, og vísir til tað neyðuga í at ein hugburðarbroyting fer fram, so vit fara frá bert at hugsa um framleiðslustøð, til at hugsa um at gera vinnuna effektivari.

- Hetta er ikki bert galdandi fyri Føroyar. Eitt nú er hugburðurin viðvíkjandi búskapinum nógv broyttur í Danmark, og við góðum úrsliti, tó at tað tekur tíð at broyta hugburð.- Í sjeytiárunum var tað ikki væl sætt, at menn tosaðu um at vinnan skuldi gerast effektivari, men tað er nú broytt. Nú hava danir eina heilt aðra meining um effektivitet í vinnulívinum, sigur Bjarni Olsen.


Búskapurin fyrst - fólkið aftaná

Hann heldur at um vit hava ringan búskap, fáa vit ikki hugsað um fólkið, sum er illa fyri.

- Við at fáa búskapin á føtur aftur, fáa vit møguleikar at hjálpa fólkinum.

- Tað kann geva strævnar tíðir, og neyðugt er samstundis at hjálpa, har á stendur, men fyrst og fremst mugu vit skapa ein sunnan búskap, fyri síðani miðvíst at stremba ímóti at bøta um onnur viðurskifti í samfelagnum, sigur Bjarni Olsen.