orðið, nú pápin er á fjalli. Men Jón smæðist heldur ikki fyri at bróta inn og koma við sínum íkasti til hesa samrøðuna. Sjúka hansara hevur tað við sær, at vøddarnir í flestu limum hansara eru óvirknir [...] áhugaður í tí, sum hendi rundan um hann og hevur haraftrat tær gávurnar at troysta og uppmuntra onnur, ið eru í somu støðu sum hann. - Nei, hann er ikki ein sum bara ynskir at sita heima. Hann vil fegin vera virkin [...] í sjúkuni og tøknini hjá hesum 14 ára gamla miðvágsdronginum. Fyri ein ókunnugan kann tykjast, sum eru tað tøknin og maskinan, ið stýra øllum í lívi hansara. Men handan alla tøknina bankar eitt dreingjahjarta
So fara vit klokkan 19. Ætlanin er at súkkla út á Argir, og niðan móti Hoyvíkini, áðrenn vit aftur enda í miðbýnum. Vit gleðast um øll, ið koma, og sjálvt um fólk ikki fáa møtt til tíðina, so eru tey vælkomin [...] er eitt døllut tiltak, har vit fara at yvirtaka vegin við at fylla hann við súkklum. Vit ynskja at fáa so nógvar súkklur út sum gjørligt. Hetta er ein hjólvelting, ið øll eru vælkomin til, og um onkur hevur [...] „vélorution“-súkklutúr, har ið samhaldsfesti og gott lag eru í hásæti, eins og grønar hugsjónir sum fólkaræði og sjálvbjargni verða livað út, eitt nú ígjøgnum frívilliga umvæling av súkklum og skeið í hesum
síðani. - Føroyar er væl betri nú. Tað eru komnir fleiri leikarar á liðið, sum ikki eru bangnir fyri at hava bóltin. Fyrr brúktu vit 90% av tíðini til at verja, nú hava vit fingið leikarar, ið gjarna vilja [...] Tað er komin ein heilt onnur trúgv upp á tingini, og tað ger eisini, at vit nú hótta málið hjá mótstøðuliðnum, sigur Christian og at enda: - Óansæð hvar vit spæla og hvørjum vit møta, so møta vit virðing [...] Danska heimasíðan bold.dk hevur í dag gjørt samrøðu við Christian Lamhauge Holst, nú hann spældi dyst nummar 50 fyri føroyska landsliðið og samstundis boðaði frá, at hann gevst á landsliðnum. Hann heldur
starvast sum bankamaður í Føroya Banka. Hann hevur í løtuni farloyvi hagani, nú hann gongur á Handilsháskúlanum í Århus. Hann er nú komin til Føroyar í summarfrí og verður her til fyrst í september, tá skúlin [...] í Føroyum er møguleikin at arbeiða í bátinum, og ikki minst, tá hann sleppur á flot. Í bátahylinum eru góðar umstøður hjá bátunum at liggja kyrt. Og her er so at siga altíð onkur í onkrum báti. - Jú, her
kontórið ikki skal drukna í skriviuppgávum og arbeiða langt út á kvøldið, hava vit valt at avmarka okkum, so nær sum vit nú kunnu, til tey, ið búgva í prestagjaldinum ella á annan hátt hoyra til her. S [...] Hetta er tíðin tær nógvu brúðarvígslurnar eru. Í seinnu helvt av juni, allan juli og í fyrru helvt av august eru fleiri brúðarvígslur hvønn einasta leygardag, onkuntíð fríggjadag við, í kirkjunum á teim [...] upptikin í hesum sambandi. - Sjálvsagt hava vit nógv at gera, og tað verður ikki minni av, at henda tíðin eisini er feriutíð hjá prestunum. Tí mugu teir, ið eftir eru, taka sær av vígslunum. Skulu vígslurnar
hevur. - Okkara eru ógvuliga royndar, og tað hevur nógv at siga. Neistin hevur kanska ein breiðari hóp enn vit, men eg haldi, at okkara lið er sterkari, og tí er tað eisini uppiborið, at vit vunnu meistaraheitið [...] haldi, at okkara Agne nú hevur yvirhálað hana, og báðar vístu sínar dygdir í dag, segði Jógvan Leivur eftir dystin. Jógvan Leivur helt, at ein avgerandi munur millum liðini bæði, eru royndir, ið ein stórur [...] Stjørnuni mikukvøldið, og hann ivaðist ikki í, at tað var eitt liðavrik, ið syrgdi fyri, at gullið nú kom aftur til Klaksvíkar. - Hetta var ein dystur, har allar arbeiddu hart fyri sakini, so talan var
serliga eru tey hvítu skinnini, sum trupult er at sleppa av við. - Undanfarin ár hava vit tikið ímóti øllum skinnum, men í fjør keyptu vit ikki hvít veðraskinn og hvít ærsskinn. Kortini eru vit enn ikki [...] hond at selja. - Vit hava roynt at gjørt okkara, soleiðis at henda rávøra, sum seyðaskinnini eru, kundi koma til sættis, men soleiðis, sum gongdin hevur verið á marknaðinum, noyðast vit nú at taka ein steðg [...] seyð og fletta, hava havt møguleikan at sleppa av við skinnini aftur fyri nakrar krónur. Fólk, sum eru komin við skinnum, hava so eftir egnum ynski antin fingið pening ella fóður fyri lambsskinnini frá tí
og dag verið á donskum eftirskúlum, og viðhvørt hava teir saman við floksfeløgunum vitjað í Føroyum. Nú á páskum vitjar ein 10. flokkur frá PVE eftirskúlanum í Mariager - áður Pinsevækkelsens efterskole [...] aftur týsmorgunin eftir páskir. Millum næmingarnar er 17 ára gamla Guðri Tausen av Toftum. Í flokkinum eru seytjan næmingar og tríggir lærarar koma saman við teimum henda vegin. Undir vitjanini skal flokkurin [...] skúlaárinum. Í februar vóru tey í Afrika, har tey í tvær vikur vitjaðu skúlar og hjálptu børnum, sum eru heimleys og tískil liva so at siga á gøtuni. Ferðin var partur av vallærugreinini, sum tey kalla 10+
rin er komin inn á Skála úr AB saman við Bjarna Jørgensen, og hann dylur ikki fyri, at tað er fitt av muni at spæla í 1. deild í mun til 2. deild. - Tempoið er væl hægri, og markeringarnar eru nógv tættari [...] loyna, at hann trívist best á miðvøllinum. - Ja, sjálvsagt vildi eg helst verið á miðvøllinum, men vit mangla fleiri mans í løtuni, og tí var eg í miðverjuni. Eg vil eisini nógv heldur verða har, enn sita
at hetta er fyrstu ferð, at vit eru á Summarfestival í nýggjari tíð, sigur Selma Jacobsen úr Kolbanagjógv. - Vit høvdu sum so ikki ætlað okkum á festival, men so fingu vit tvey atgongumerki frá beiggja [...] - Í Kunoy er deiligt at vera. Vit hava verið seks fólk, sum hava búð í familjuhúsum har norðuri. Tá vit ikki hava verið á festivali, hava vit brúkt tíðina í Kunoy, har vit millum annað hava gingið túr í [...] sigur Sjúrður Olsen úr Havn. Festivallívið hevur áður ikki tiltalað Selmu og Sjúrð nakað serligt. - Vit blivu par í fjør, og eg haldi, at tað ger munin. Tað, at man hevur onkran at fylgjast við á henda hátt