- Eitt fantastiskt ævintýr

Tað eru orðini hjá Christian L. Holst í drúgvari samrøðu við danska heimasíðu.

Danska heimasíðan bold.dk hevur í dag gjørt samrøðu við Christian Lamhauge Holst, nú hann spældi dyst nummar 50 fyri føroyska landsliðið og samstundis boðaði frá, at hann gevst á landsliðnum. Hann heldur tó fram við at spæla við Fremad Amager í triðbestu donsku deildini.


Sum vera man, so hevur heimasíðan spurt Christian hvat størsta løtan var við føroyska landsliðnum, og ikki óvæntað, so heldur hann, at sigrarnir á Grikkalandi myndaðu tær størstu løturnar.


- Tað er eingin ivi um, at sigrarnir á Grikkalandi, sum báðir komu innan seinasta árið, standa eftir sum tey ítróttarligu hæddarpunktini. Persónliga vóru hetta ikki mínir bestu dystir, men sum lið var tað fantastiskt at vinna teir báðar dystirnar, sigur hann.


Eisini er hann fegin um tær stóru upplivingarnar, sum hann hevur fingið saman við føroyska landsliðnum.


- Tað hevur verið eitt fantastiskt ævintýr, har eg havi fingið møguleikan at ferðast Evropa runt, og har eg havi fingið eitt betri tilknýti til Føroyar. Eg eri jú føddur og uppvaksin í Danmark, men hetta hevur givið mær sera gott tilknýti til Føroyar og mína familju har uppi, sigur Christian.


Hann heldur, at føroyska landsliðið hevur ment seg nógv síðani hann fyrstuferð var við fyri 12 árum síðani.


- Føroyar er væl betri nú. Tað eru komnir fleiri leikarar á liðið, sum ikki eru bangnir fyri at hava bóltin. Fyrr brúktu vit 90% av tíðini til at verja, nú hava vit fingið leikarar, ið gjarna vilja vera við. Tað er komin ein heilt onnur trúgv upp á tingini, og tað ger eisini, at vit nú hótta málið hjá mótstøðuliðnum, sigur Christian og at enda:


- Óansæð hvar vit spæla og hvørjum vit møta, so møta vit virðing og viðurkenning. Tað er eingin longur, sum sær Føroyar sum eitt walk over.