Týsdagin boðaði Heilsufrøðiliga Starvsstovan frá, at bert ein góðkendur móttakari er av saltaðum seyðaskinnum til útflutnings í løtuni, og móttakarin er Sp/f Oikos í Bø.
Tað var nevniliga í 2001, at Jógvan Nordendal, bóndi í Bø, byrjaði at keypa saltaði seyðaskinn. Tað byrjaði í smáum, og fyrsta árið vórðu nøkur hundrað skinn keypt, saltaði og útflutt.
Men, seinnu árini hevur talið verið fleiri túsund – ja, onkur ár væl oman fyri 30.000.
Sp/f Oikos hevur havt móttøkur ymsastaðni kring landið, soleiðis at fólk, sum hava seyð og fletta, hava havt møguleikan at sleppa av við skinnini aftur fyri nakrar krónur.
Fólk, sum eru komin við skinnum, hava so eftir egnum ynski antin fingið pening ella fóður fyri lambsskinnini frá tí, sum stendur fyri móttøkuni og saltingini fyri Oikos.
Men, í ár verður øðrvísi enn undanfarin ár, tí í heyst fer Oikos ikki at hava móttøkur, og felagið fer heldur ikki at keypa skinn til útflutnings.
##med2##
Helga Nordendal hjá Sp/f Oikos váttar, at hetta er støðan í heyst, nú fjøllini skjótt verða gingin.
- Tað er einki broytt við krøvunum í samband við móttøku, men trupulleikin er, at tað gongur ikki so væl at selja, og goymslan frá undanfarna ári er ov stór.
Helga Nordendal sigur, at tað serliga eru tey hvítu skinnini, sum trupult er at sleppa av við.
- Undanfarin ár hava vit tikið ímóti øllum skinnum, men í fjør keyptu vit ikki hvít veðraskinn og hvít ærsskinn. Kortini eru vit enn ikki sloppin av við øll skinnini, sum vit keyptu í fjør.
Hon vísir á, at tað er kostnaðarmikið at hava fleiri móttøkur kring landið, og tá trupult er at fáa ein hóskandi prís fyri skinni uttanlands noyðast tey á Oikos tíverri at hava ein steðg í móttøkuni í heyst.
- Tað hevði so mangt verið øðrvísi, um allur seyðurin í Føroyum endaði á einum sláturvirki. Men, her noyðast vit at hava móttøkur kring landið, og hetta merkir eisini stórar flutningsútreiðslur, leggur hon aftrat.
Helga Nordendal dylur ikki fyri, at hon onkuntíð saknar nøkur uppmuntrandi orð frá myndugleikum og teimum, sum annars noyðast at taka um endan við burturbeining og brenning, tá tað ikki gongur so væl í hond at selja.
- Vit hava roynt at gjørt okkara, soleiðis at henda rávøra, sum seyðaskinnini eru, kundi koma til sættis, men soleiðis, sum gongdin hevur verið á marknaðinum, noyðast vit nú at taka ein steðg.
Helga Nordendal sigur seg vóna, at tey eitt annað heyst - og vónandi longu næsta heyst - aftur kunnu hava skipaðar móttøkur av seyðaskinnum kring landið.