Hetta er tíðin tær nógvu brúðarvígslurnar eru. Í seinnu helvt av juni, allan juli og í fyrru helvt av august eru fleiri brúðarvígslur hvønn einasta leygardag, onkuntíð fríggjadag við, í kirkjunum á teim størru plássunum í landinum. Eisini Havnar Kirkja - ella Dómkirkjan, sum summum dámar at lýsa við, er nógv upptikin í hesum sambandi.
- Sjálvsagt hava vit nógv at gera, og tað verður ikki minni av, at henda tíðin eisini er feriutíð hjá prestunum. Tí mugu teir, ið eftir eru, taka sær av vígslunum. Skulu vígslurnar verða ordiligar, er tað eitt stríð, men tó eitt hugnaligt "stríð", sigur Bjarni Bæk.
- At tey flestu velja at giftast um summarið, hongur saman við, at nógv teirra búgva uttanlands og vilja sleppa heim at giftast. Onnur búgva heima, men vilja kortini giftast um summarið, tá ið nógv av teimum, tey vilja hava við í brúðleypið, eru heima í feriu. Og so er tað summar, ljóst og gott veður.
Noydd at avmarka
- Havnar kirkja er ein hugnalig og gomul kirkja, og nógv vilja helst vígast har. Tí hava vit verið noydd til at siga, at vit kunnu ikki taka ímóti øllum. Ikki minst orsakað av øllum skriviarbeiðinum, sum kemur í kjalarvørrinum av eini vígslu. Kirkjukontórini hava úr at gera við at avgreiða alt pappírsarbeiðið til tíðina bæði áðrenn og aftaná vígslurnar. Tann hálvi tímin sjálv vígslan varir, er bert ein lítil partur av tí heila. Afturat koma fyrireikingin og øll skrivingin. Og fyri at kontórið ikki skal drukna í skriviuppgávum og arbeiða langt út á kvøldið, hava vit valt at avmarka okkum, so nær sum vit nú kunnu, til tey, ið búgva í prestagjaldinum ella á annan hátt hoyra til her. Skrivstovan skal eisini taka sær av nógvum skriviarbeiði í sambandi við teir nógvu dóparnar, sum eru um summarið. Tey, sum ikki hoyra til her, fara so í Vesturkirkjuna ella har, sum tey eru ættað.
- Tað er greitt, at tað merkist í arbeiðinum hjá tí einstaka prestinum, um hin er burtur. Ofta ynskja fólk ein ávísan prest til vígsluna, og tá kann tað henda, at ein prestur uttan fyri prestagjaldið verður biðin. Onnur taka tann sum er.
Í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi eru tveir prestar. Sjúkrahúspresturin er tann triðji. Í vestara prestagjaldi eru tveir prestar.
Boðin við í brúðleyp
Prestur og kona hansara verða næstan altíð boðin við í brúðleyp.
- Havi eg tvær vígslur ein dag og verði boðin í bæði brúðleypini, fara vit vanliga til døgverðan í øðrum og til kaffi í hinum.
Tað hevur altíð verið soleiðis, at prestur er tann, ið fyrst tekur orðið við borðhaldið.
- Ja, og eg plagi eisini at biðja um orðið fyrst, tí eg vil ikki koma út fyri, at onkur heldur eina góða talu, og so haldi eg eina keðiliga aftaná, sigur Bjarni Bæk.