- Eitt bakkast fyri føroysku ráðgevaravinnuna

Tað sigur formaðurin í Ráðgevarafelagnum, nú eitt norskt felag skal forprosjektera undirsjóvartunlarnar.

Í dag bórust tíðindini, at tað verður norska felagið Norconsult, ið skal gera forprosjekteringina og kappingargrundarlagið fyri Eysturoyar- og Sandoyartunlarnar. Felagið hevur gjørt sáttmála við P/F Eysturoyar- og Sandoyartunnlar um arbeiðið. 


Sostatt er greitt, at tað verða útlendingar, ið fara at standa fyri arbeiðinum, hóast Ráðgevarafelagið fyrr í ár sendi myndugleikunum eitt opið skriv, har heitt var á teir, um at bera so í bandi, at arbeiðið ikki fór av landinum. 


Formaðurin í Ráðgevarafelagnum, Selmar Nielsen, metir at talan er um eitt bakkast fyri vinnuna. 


- Eg síggi hetta sum eitt bakkast fyri føroysku ráðgevaravinnuna. Hetta eru vitunarstørv, ið nú fara av landinum. 


Felagið hevur áhaldandi virka fyri, at arbeiðið ikki fór av landinum, og mett var eisini, at tað hevði fingið politiska undirtøku.


- Vit heittu á politikararnar bæði áðrenn og aftaná at P/F Eysturoyar- og Sandoyartunnlar varð stovnað, at arbeiðið ikki mátti fara til eitt útlendskt felag. Nú uppliva vit beint tað øvugta, hóast umboð fyri allar flokkur tóku undir við okkara ynski á fundi í Miðlahúsinum fyri einum ári síðani.


Talan er um sama felag, ið gjørdi Norðoyar- og Vágatunnilin, men Selmar Nielsen vísir á, at man nú hevur upparbeitt sær neyðugu royndirnar í Føroyum. 


- Tað Ráðgevarafelagið hevur gjørt vart við, er at føroyingar hava upparbeitt sær førleikarnar at gera slíkt arbeiði. Vit hava fólk og feløg, ið hava førleikarnar í Føroyum í dag. 


- Síðsta uppgerðin hjá Ráðgevarafelagnum vísir, at tað eru umleið 116 ársverk í vinnuni. Hetta arbeiði er umleið 30 ársverk, ið verða send av landinum. Tað er ein stórur partur, tá tað kundi verði gjørt her og ment føroysku vinnuna.