hart, at undirsjóvartunnilin var ein skilagóð íløga fyri Føroya land. Hvat vilja vit siga við hesum? Hetta vísir, at vit føroyingar eru herviligir at fylgja einum ráki, ið ikki altíð er líka vælfunderað [...] men her skal ávarast ímóti at síggja tunlar sum rakstrargøgn, ið skula gjalda seg sjálvan aftur við til dømis bummpengum. Teir gjalda seg sjálvan fleirfalt aftur til samfelagið í spardari bíðitíð og tryggari [...] føra ein fjølbroyttan dialog um mál, heldur enn at hoppa uppá eitt ?alt ella einki? rák.Hetta kenna vit eisini frá fullveldismálinum. Ongastaðni er felagsnevnarin lægri millum føroyingar, enn tá tað ræður
Hvat gjalda vit so skatt til? Landsvegastubbar skulu fíggjast við brúkaragjaldi ? sleappa vit bíligari í skatti av tí grund? Nei. Vit hoyra, at landið ikki longur skal gjalda pensiónir. Sleppa vit bíligari [...] ditta vit okkum at meina, at tað øvugta má gera seg galdandi. Tað verður nógv tosað um føroyskar loysnir. Nú hava vit ikki sæð út um alt mark nógvar loysnir í hesum valskeiðnum, og tær loysnir vit hava [...] aðalstýri at venda. Tað tykist sum um, at vit eru farin frá einari veit, har vit kanska hava havt ov lítið av umsiting og skipan, beint yvir í hina veitina, har vit hava eina umsiting, ið er alt ov stór í
einum javnaðarløgmanni, og at vit føroyingar fingu tað vit vildu hava, tí at væl var arbeitt. At Tjóðveldismenn so, sum teir einastu í heiminum, ganga og ivast í, at vit eiga tey, er so ein annar spurningur [...] Vit standa sjálvsagt við tað, ið annars var skrivað í nevndu oddagrein. At málsøki ikki eru nevnd í heimastýrislógini fer at gerast alsamt vanligari, tí heimurin er nógv broyttur síðani 1948 og fer at [...] stutta av tí langa er, at gongdin seinastu tíðina váttar tað, sum andstøðan allatíðina hevur sagt. Vit koma langt við ordiligum samskifti við danir, heldur enn at dyrka konfrontatiónina, sum tað heuvur
Skulu vit hava eitt gott føroyskt sjónvarp, og tað skulu vit, so eigur og skal tað á fíggjarlógina so ella so. Og hetta leiðir okkum so eisini til spurningin, hvat fólk skulu gjalda 2000 kr. fyri. Føroyingar [...] fíggjaðar tvær ferðir. Kanska kunnu vit halda fram til Svalbard og fáa danskar sendingar trífalt fíggjaðar...nei, vilja vit hava eitt føroyskt sjónvarp, so mugu vit fyrst gera okkum greitt, hvat eitt føroyskt [...] tann kostnaðurin kann bert fíggjast yvir fíggjarlógina. Hyggja vit so at skránni, sum Sjónvarp Føroya varpar inn í hvørja stovu, síggja vit, at meginparturin er danskur. Kanska so mikið sum 90%. Onkuntíð
og ikki nakrar sersáttmálar fyri nøkur arbeiðarafeløg og aðrar fyri onnur. Hóast vit øll røkja ymisk áhugamál, so eru vit í seinasta enda øll í sama báti. Í einum demokratiskum samfelag sum tí føroyska [...] burtur úr tá avtornaði! Eitt og hvørt verkfall hevur sín prís, og henda prís koma allir partar at gjalda, eisini limirnir í fakfeløgunum, sum hava mist part av sínum inntøkum. Men hetta stríð hevur kortini
vágamenn. Nú var ein annar taktikkur lagdur: vit yvirtaka ikki flogvøllin nú, um hetta forðar fyri tí ætlaðu útbyggingini. Hvussu næsti leikur verður, vita vit ikki. Nýggi forsætisráðharrin hevur ikki havt [...] ein nútímansgerð, so skuldi henda ætlan skjótast út. Margháttligt at koma til slíka niðurstøðu, tá vit øll jú leingi hava vitað, at hetta hevur verið støðan alla tíðina. Tey, sum hava fylgt við gongdini [...] jú fram fyrr í ár, tá Vinnumálastýrið hevði fund við danskar myndugleikar um yvirtøkuna, at danir vildu ikki útbyggja flogvøllin, tá føroyingar kortini skuldu yvirtaka hann. Um hetta varð sagt í einum
er at sleppa sær undan veruleikanum, tí tað eru atkvøðuprosentini vit skulu hyggja eftir í hesum føri. Og tey tala sítt greiða mál. Vit hava fleiri ferðir gjørt vart við, at víðgongda fullveldiskósin hjá [...] hjá tjóðveldisleiðsluni fór hvørki at gagna flokkinum ella sjálvstýrissøkini uppá longri sikt. Vit hava ávarað móti hesum og lagt upp til, at flokkurin heldur enn at koyra við 180 km. ferð setti ferðina [...] okkurin undir eitt valstríð, har lagt varð upp til eina øsing móti øllum øðrum flokkum, sum bara vildu tøma landskassa og borðreiða við lívslygnum. Leiðslan fór so langt sum at ganga frá løgtingssamtyktini
at handla har ? eisini útlendskan kapital. Vilja vit føroyingar tað? Alt í alt eitt heimastýrissamgonguskjal við borgarligari slagsíðu. Vónandi fáa vit eitt sakligt og breitt orðaskifti um samgonguskjalið [...] samdøgursrøkt og at rætturin til barnsburðarfarloyvi skal víðkast til 52 vikur, hóast teir ikki vilja gjalda fyri 52 vikur beinanvegin. Áhugavert verður eisini at síggja, hvussu almennu tænasturnar skulu betrast [...] lið komandi tíð, nú hetta er grundarlagið undir komandi politikkin hjá samgonguni. Sum blað vilja vit fegin geva okkara íkast til hetta tjak og bjóða lesarum og viðmerkjarum vælkomnar at vera við í or
fær vinning av, at bjóða teletænastur til útoyggjarnar, men vit eru øll samd um, at tær eru lívsneyðugar fyri somu oyggjar. Hvør skal gjalda hetta? Tað skal sjálvsagt áleggjast televeitarum. Hví ikki siga [...] sínar fyrimunir fram. Er tað rætt at vænta akkurát somu prísirnar her sum í grannalondunum? Nú hava vit ikki so nógv skil fyri telesamskifti, men ein lítil marknaður má verða øðrvísi at fáast við enn ma
brúkaragjald í ytsta konsekvens, so kann tað merkja, at tey, ið eiga børn, gjalda skúlarnar, meðan tey, ið eingi børn eiga, ikki gjalda til hetta. Eitt uppaftur meira ekstremt dømi um brúkaragjald, ið meira [...] trygging noyðist at gjalda fyri skurðviðgerðir, sum eitt nú eina by-pass skurðviðgerð við tí úrsliti, at fólk, ið eru sosialt illa fyri, ikki hava ráð til slíka viðgerð. Á slíkum økjum hava vit í Føroyum tíbetur [...] tíbetur enn eitt solidariskt samfelag, har frísk og røsk fólk gleðiliga gjalda í felag til rakstur av sjúkrahúsum og skurðviðgerðir til tey, ið skuldu verið so óheppin at fingið tørv á slíkum. Eitt slíkt