Tað eru nakrar tænastur, ið eru verri í dag, enn tær vóru fyri 20 ? 30 árum síðani. Fyrr fingu vit post leygardag, og skip kundu fara í dokk uttan innleigan av útlendskum skipum við hartil hoyrandi eykajáttanum. Sjúkrahúsið var tá eitt nýmótans vælfungernadi sjúkrahús. Hvussu er í dag? Hevur skattgjaldarin fingið nakran skattalætta, har tænastustøðið er fallið? Svarið er nei. Hvat gjalda vit so skatt til? Landsvegastubbar skulu fíggjast við brúkaragjaldi ? sleappa vit bíligari í skatti av tí grund? Nei. Vit hoyra, at landið ikki longur skal gjalda pensiónir. Sleppa vit bíligari í skatti av tí grund? Nei. Trupulleikin er, at vit eru í holt við at umsita okkum um koll. Føroyska umsitingin er í dag so stór í vavi, at ikki er hugsingur um at fáa nóg nógv fólk at fylla mongu størvini. Hvat er so til ráða at taka?
Fólkatalið í Føroyum lagar seg ikki eftir miðfyrisitingini, hóast man viðhvørt kann fáa ta fatan, og tí ditta vit okkum at meina, at tað øvugta má gera seg galdandi.
Tað verður nógv tosað um føroyskar loysnir. Nú hava vit ikki sæð út um alt mark nógvar loysnir í hesum valskeiðnum, og tær loysnir vit hava sæð í uppskoti eru sum oftast danskar kopiloysnir.
Hví ikki gera tí føroysku loysnina, har vit desentralisera almenna bygnaðin, so at heimildir fylgja ábyrgd, ið verður útdelegarað har almennu tænasturnar eru næst borgaran. Tað kann ikki verða meiningin, at hvør almennur frímerkjaroknskapur skal upp í eitt aðalstýri at venda.
Tað tykist sum um, at vit eru farin frá einari veit, har vit kanska hava havt ov lítið av umsiting og skipan, beint yvir í hina veitina, har vit hava eina umsiting, ið er alt ov stór í vavi, við alt ov lítlum sjálvræði á stovnunum.
Vónandi kann eitt kjak taka seg upp um hettar og umsiting í Føroyum generelt. Kanska hevði verið hóskandi at byrjað við at relatera hetta til sjúkrahúsverkið, sum ein gløggur eygleiðari setti spurnartekin við her í blaðnum herfyri.