Oddagrein·Hóvliga gongdin vann

Tað er eingin loyna, at Sambandsflokkurin gjørdist stóri vinnarin á valinum ? og Tjóðveldisflokkurin veruligi taparin, hóast hann bleiv næststørstur.


Formaður floksins gjørdi púra greitt undan valinum, at hetta var at meta sum ein fólkatkvøða fyri fullveldi ella sambandi. Úrslitið bleiv, at samgongan misti meirilutan og fekk minni enn 50% av atkvøðunum. Við øðrum orðum endaði hasardpolitikkurin hjá Tjóðveldisflokkinum við einum stórum bakkasti. Meiriluti av veljarunum vrakaði hann. Hóast hesa sannroynd roynir formaðurin kortini at vísa aftur, at fullveldið tapti, tí tað stendur á jøvnum millum andstøðu og samgongu í tingmannatali. Hetta er at sleppa sær undan veruleikanum, tí tað eru atkvøðuprosentini vit skulu hyggja eftir í hesum føri. Og tey tala sítt greiða mál.

Vit hava fleiri ferðir gjørt vart við, at víðgongda fullveldiskósin hjá tjóðveldisleiðsluni fór hvørki at gagna flokkinum ella sjálvstýrissøkini uppá longri sikt. Vit hava ávarað móti hesum og lagt upp til, at flokkurin heldur enn at koyra við 180 km. ferð setti ferðina niður og fór undir eina hóvligari gongd saman við øðrum flokkum, sum eisini vilja vinna Føroyum meira stjálvstýri. Men tjóðveldisleiðslan vildi ikki lurta eftir øðrum. Heldur ikki eftir hóvligu kreftunum í sínum egna flokki, ið heldur ynsktu konsensus tvs. semjusøkjandi politikk heldur enn solospælið og harvið konfrontatiónina. Ístaðin fyri at lodda dýpið í fólkinum og øðrum flokkum valdi leiðslan beint tvørturímóti at gera hetta valið til eina fólkaatkvøðu millum loysing og samband. Ístaðin fyri at lurta eftir signalunum frá hinum samgonguflokkunum fór Tjóðveldisflokkurin undir eitt valstríð, har lagt varð upp til eina øsing móti øllum øðrum flokkum, sum bara vildu tøma landskassa og borðreiða við lívslygnum. Leiðslan fór so langt sum at ganga frá løgtingssamtyktini um sjálvstýri Føroya til at framskunda gongdina og legði upp til, at Føroyar longu kundu gerast fullveldi í komandi skeiði.

Hvat fekk sama politiska leiðslan so burtur úr! Meira enn 50% av fólkinum segði nei. Men ikki nokk við tí. Onnur 25% av veljarunum, teir flestu hjá Fólkaflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum søgdu eisini nei til víðgongdu fullveldiskósina hjá Tjóðveldisflokkinum. Meira hóvligu kreftirnar í hesum flokkum, eitt nú í fólkafloksháborgini í Havn, vunnu ein greiðan sigur, kreftir, sum Tjóðveldisflokkurin hevur skýrt ramasta samband og annað verri. Og úrslitið gjørdist eisini, at sjálvstýrisveljararnir vrakaðu fullveldissinnaða partin av flokkinum og valdu inn tingmann, ið gongur inn fyri eini hóvligari sjálvstýristilgongd. Leggja vit alt hetta saman og seta hetta í sambandi við tær útmeldingar sum løgmaður er komin við og sum als ikki eru í tráð við valstríð Tjóðveldisfloksins, so er tað ein nógv viknaður og uppaftur meira isoleraður Tjóðveldisflokkur vit síggja eftir valið. Men hvør veit, kanska valúrslitið fer at fáa Tjóðveldisflokkin til at taka í egnan barm og vilja semjast við aðrar flokkar um eina meira hóvliga sjálvstýristilgongd. Tá eigur flokkurin avgjørt at verða áhugaverdur fyri aðrar at samstarva við. Spurningurin tá er um tað er ov seint, og um tað kann hugast, at løgmaður og flokkur hansara út frá óhepna samstarvinum fara at venda Tjóðveldisflokkinum bakið og venda sær til hinar stóru andstøðuflokkarnar.

Sosialurin