Hvør vil ikki arbeiða móti sjálvbjargni? Hvør kann hava nakað ímóti at gera tað undir heimastýrislógini? Hetta má sigast at verða eitt heimastýrissamgonguskjal. Áhugavert er at síggja at samtyktin um sjálvstýri Føroya fólks ikki verður fylgd, tá tað kemur til yvirtøkuárstøl, tí eftir øllum at døma skal løgregla og rættarskipan ikki yvirtakast í hesum valskeiðnum, hóast arbeiðið at fyrireika hesar yvirtøkur skal halda fram. Tá henda samgongan ikki vil fylgja samtyktini, so verður trupult av henni at krevja av framtíðar samgongum, at tær gera tað.
Útyvir at verða eitt heimastýrissamgonguskjal, so eru nøkur skilagóð átøk at síggja. Gleðiligt er at síggja, at Heimarøktin skal víðkast til at umfata samdøgursrøkt og at rætturin til barnsburðarfarloyvi skal víðkast til 52 vikur, hóast teir ikki vilja gjalda fyri 52 vikur beinanvegin. Áhugavert verður eisini at síggja, hvussu almennu tænasturnar skulu betrast fyri borgaran við endurskoðan av almenna bygnaðinum.
Miðflokkurin hevur fingið nakrar orðingar í samgonguskjalið. Eitt nú leysu orðingarnar um at fjálga um familjuna og, at arbeitt verður fyri at avmarka talið av fosturtøkum. Tað er neyvan nakar, ið hevði sagt tað øvugta.
Sjálvstýrisflokkurin fær oljumál, og har heldur núverandi politikkur fram. Vónandi fara breiðar semjur framhaldandi at merkja politikkin á hesum øki. Hóvliga heimastýrisorðingin í samgonguskjalinum má eisini hóva hesum flokki væl.
Tjóðveldisflokkurin eigur okkurt fingramerki í samgonguskjalinum, men sigast má, at tey borgarligu fingramekrini eru tey, ið síggjast best. Av fingramerkjum, ið kunnu hava uppruna í Tjóðveldisflokkinum kunnu nevnast brotying í lóg um Húsalánsgrunnin, og at fyrireikingar til Tjóðleikpall Føroya skulu byrja. Onkrar góðar intentiónir hava helst sín uppruna í vinstravonginum í Tjóðveldisflokkinum, men tíverri eru orðingarnar sera leysar sum t.d. tá mál skulu loysast ?við raðfestari íløguætlan?.
Privatisering og landbúnaðarlóggáva er nakað sum Fólkaflokkurin hevur staðið á odda fyri, so har krevst, at man verður á varðhaldi, so at landins fyritøkur og dalar og fjøll ikki verða latin teim fáu fyri lítið og lætt. Eisini vil man stovnseta virðisbrævamarknað Føroya. Tað eru tey, ið halda, at størri fyritøkur høvdu staðið seg betur at skrásett seg á størri børsum, eisini tá hugsað verður ?insidara? og gegnistrupulleikar. Um dupultmoralska orðingin um ?í fríari altjóða kapping?, ið Fólkaflokkinum dámar so væl, betýddi nakað, so hevði ein Føroyskur partabrævamarknaður neyvan komið uppá tal, uttan so at tað skuldi staðið einum og hvørjum frítt at handla har ? eisini útlendskan kapital. Vilja vit føroyingar tað?
Alt í alt eitt heimastýrissamgonguskjal við borgarligari slagsíðu. Vónandi fáa vit eitt sakligt og breitt orðaskifti um samgonguskjalið komandi tíð, nú hetta er grundarlagið undir komandi politikkin hjá samgonguni. Sum blað vilja vit fegin geva okkara íkast til hetta tjak og bjóða lesarum og viðmerkjarum vælkomnar at vera við í orðaskiftinum um landsins og tína og mína framtið.
Sosialurin