Gamaní, í mun til støðuna í dag er tað ein lætti, sum formaðurin í Búskaparráðnum eisini vísti á, men tað er ikki meir enn nakrir mánaðar síðani fíggjarlógin var samtykt, ið legði byrðar omaná fólk, ið mótvirka skattalættanum. Við øðrum orðum hevur hendan samgongan latið við einari hond og tikið aftur við hinari.
Brúkaragjald hevur man altíð havt í ein ávísan mun, eitt nú í samband við flutning, men ansast má eftir, at slíkt ikki tekur yvirhond. Tekur man brúkaragjald í ytsta konsekvens, so kann tað merkja, at tey, ið eiga børn, gjalda skúlarnar, meðan tey, ið eingi børn eiga, ikki gjalda til hetta. Eitt uppaftur meira ekstremt dømi um brúkaragjald, ið meira enn so finst í øðrum framkomnum londum er, at einstaklingurin ella hansara privata trygging noyðist at gjalda fyri skurðviðgerðir, sum eitt nú eina by-pass skurðviðgerð við tí úrsliti, at fólk, ið eru sosialt illa fyri, ikki hava ráð til slíka viðgerð.
Á slíkum økjum hava vit í Føroyum tíbetur enn eitt solidariskt samfelag, har frísk og røsk fólk gleðiliga gjalda í felag til rakstur av sjúkrahúsum og skurðviðgerðir til tey, ið skuldu verið so óheppin at fingið tørv á slíkum. Eitt slíkt solidariskt samfelag er ikki ein sjálvfylgja. Tí krevst at løgtingslimir og landstýrismenn hugsa seg væl um, áðrenn teir loypa á leistum við at innføra brúkaragjald á ov nógvum økjum ella lata ávísum bólkum skattalætta útfrá beinleiðis tápuligum argumentum, sum til dømis at hesin bólkur slítur vegirnar minni enn onnur ella brúkar einans almennar tænastur so og so nógvar dagar um árið. Um slík argument verða góðtikin, so kann alt samfelagið álast sundur í serbólkar, har fólk, ið ikki hava koyrikort betala lægri skatt, og fólk, ið hava góða heilsu gjalda minni enn tey, við ringari heilsu o.s.fr.
Eitt samfelag við brúkaragjaldi ført út í ytsta konsekvens er gott fyri tey, ið eru ung, frísk og hava góða inntøku. Í so máta er tað rættiliga einfalt, men vit vita jú, at nógvir aðrir bólkar eru til í samfelagnum, og heilsuna kunnu øll missa. Tí eigur brúkaragjald av almennum tænastum at verða avmarkað, og tá so Løgting ella Landstýri innføra økt brúkaragjald ella brúkaragjald, har einki var, so eigur tann vanligi skatturin at lækka.
Vandin er, at við ógvusliga blokkniðurskurðinum, so kunnu vit enda við bæði toppskatti og brúkaragjaldi, og eitt slíkt samfelag ynskir eingin sær.









