Oddagrein·Sjónvarpsóskil

Tað er eitt sera óheppið samantreff, tá landsstýriskonan í sjónvarpsmálum um somu tíð sum Televarpið leggur til brots, hækkar gjaldið til SVF við 500 kr. Hetta er ein beint frammaná til Televarpið, sum hevur sett sær fyri at víðariføra tað so vælumtóktu Rás Tórshavn. Og bara at langa út við eini so stórari hækking til almenna sjónvarpið uttan at seta hetta í samanhang við gongdina á sjonvarpsøkinum og uttan at stinga út í kortið eina ætlan fyri almenna sjónvarpið virkar frustrerandi og óprofessionelt.

Skulu vit hava eitt gott føroyskt sjónvarp, og tað skulu vit, so eigur og skal tað á fíggjarlógina so ella so. Og hetta leiðir okkum so eisini til spurningin, hvat fólk skulu gjalda 2000 kr. fyri. Føroyingar vilja hava føroyskar sendingar. Hesar kosta. Og tann kostnaðurin kann bert fíggjast yvir fíggjarlógina.

Hyggja vit so at skránni, sum Sjónvarp Føroya varpar inn í hvørja stovu,
síggja vit, at meginparturin er danskur. Kanska so mikið sum 90%.
Onkuntíð meir onkuntíð minni - endursent danskt tilfar. Hetta tilfar er
longu frammanundan framleitt og goldið fyri danskar lisenspengar. Skulu
føroyskir lummar enn einaferð rinda fyri at sama danska tilfar verður sent
út í føroyskt luftrúm, so má talan verða um menningarhjálp. Hjálp frá
føroyskum hyggjarum til danskar hyggjarar, so danskar sjónvarpsframleiðslur
kunnu verða fíggjaðar tvær ferðir. Kanska kunnu vit halda fram til Svalbard
og fáa danskar sendingar trífalt fíggjaðar...nei, vilja vit hava eitt
føroyskt sjónvarp, so mugu vit fyrst gera okkum greitt, hvat eitt føroyskt
sjónvarp ER og hvussu vit skulu rinda fyri tað og síðani gera tað sum vit
megna.

Her mugu myndugleikarnir ikki sleppa undan. Tað kann ikki vera
meiningin, at Sjónvarpið sjálvt, ella onkur tilvildarligur persónur, eitt
tilvildarligt tíðspunkt, skal siga hvat føroyskt sjónvarp í eitt stokkut
tíðarskeið er og skal verða. Her má bæði vitbornin gransking
(Fróðskaparsetur), fyrsiting (Mentamálastýrið) og politiska skipanin uppí.
Og vónandi eisini eitt komandi brúkarafelag, ið kann taka kvalifiseraða
støðu til tilvildarlig útspøl frá tilvildarligum politikarum, so føroyskt
sjónvarp ikki verður bukka millum sengur, men far ein forsvarliga loysn. Vit
tosa jú um ein almennan lógarásettan miðil, ið eingin eigur at sleppa at
skalta og valta við so sum hann vil...Hinvegin kann hetta eisini skjótt
blíva ein spurningur, um vit hava ráð til ein "danskan" innfluttan miðil her
á landi. Hevði føroyski blaðmarknaðurin orkað at sæð bløð fylt av
Jyllandsposten upp til eini 90%? Ella hvussu hevði verið um Útvarpið fór at
senda danskar sendingar stórsta partin av degnum? Tað ber jú saktans til.
Valið er stjórans. At vit hoyrdu Hjorting ístaðin fyri Elis? Keld Heick fyri
Niels Una? Nei, at reka fjølmiðlar, bæði prentaðar og luftbornar, snýr seg
um fakligan stoltleika og integritet. Tann viðferð, sum Sjónvarp Føroya
hevur fingið í føroysku Tingskipanini og frá teimum, sum vara av, ber
ikki boð um hesa áskoðan og kann ikki halda fram. Tað má verða eitt
fólkakrav.

Sosialurin